týsdagur 7. oktober 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
7. apríl 2014 andaðist mamma
83 ára gomul. Lívið broyttist
og verður ongantíð tað sama
aftur.
Mamma var av tí slagnum,
sum setti alt til síðis at passa
húsið, mann og børn, og sam
an við babba megnaðu tey at
geva okkum fýra systkjun
um Gerhard, Elfin, mær og
Eileen ein tryggan og góðan
uppvøkstur, sum eg meti
sera høgt. Hóast hon elskaði
okkum øll fýra sera høgt,
so var hon serliga eym um
yngsta barnið Eileen, sum er
menningartarnað. Hon búði
leingi heima, men fyri kortum
flutti hon í sambýli at búgva.
Hóast tað var sera ringt hjá
mammu at lata hana fara, so
var hon ómetaliga takksom
fyri, at Eileen trívist so sera
væl, har hon nú býr.
Umframt fýra børn, so
untist tað mammu at fáa 10
ommubørn og 10 langommu
børn. Henni dámdi so sera
væl, tá tey komu inn á gólv
ið.
Mamma var ættað úr
Árnafirði men flutti haðani,
tá hon var á 5 ára aldri.
Longu tá misti hon mammu
sína, Gertrud, sum hevði
verið sjúk av tublerkum.
Hetta setti sjálvandi síni
spor. Abbi, Ísak Justinussen,
var sjómaður og noyddist at
fáa onnur at hjálpa sær við
børnunum.
Mamma kom í húsið hjá
abba sínum Jóhannes Matras
(Jóhannes á Heygnum) á
Stongunum í Klaksvík at
búgva, og tá mostir hennara
Marit Matras giftist við Rein
hold Jacobsen, búsettust tey
í norðara enda í húsunum
á Stongunum, og tey tóku
mammu við sær og fostraðu
hana upp saman við teimum
trimum
børnunum,
tey
seinni fingu. Mamma kom at
hava tað sera gott hjá Marit
og Reinhold. Hon kallaði tey
bæði fyri mamma og babba,
meðan hon kallaði Ísak fyri
pápi.
Í Árnafirði átti mamma
trý systkin Annu, Ingrid og
Torleif, og í Klaksvík somu
leiðis trý Davis, Gerdu og
Bergur, og hava tey øll 6 verið
henni líka kær.
Í 1950 giftist mamma við
babba, Jógvani Tróndheim,
sum var ættaður úr Leirvík,
men vaks upp á Stongunum í
Klaksvík hjá Lisu og Eliseusi
Jacobsen. Tey vuksu upp
í sama grannalag og vóru
ung, tá tey komu at kennast.
Tey fingu eitt langt og gott
hjúnalag, og man tað verða
fáum unt at hava verið so
nógv saman gjøgnum lívið,
sum tey bæði hava verið. Tá
tey giftust, gavst mamma at
arbeiða, og um sama mundið
fekk babba sær prentsmiðju
í kjallaranum í heimi okkara,
so hjá okkum børnum var
altíð lætt at finna tey bæði.
Tað kemur mær fyri, at
hóast mamma ikki tosaði
so nógv um, at hon tíðliga
misti mammu sína, so vildi
hon ikki, at hennara børn
skuldu sakna mammu sína.
Hon legði alla orku í at vera
um okkum. Tá vit komu heim
úr skúla um trý tíðina, so var
altíð drekkamuður klárur við
heimabakaðum bollum ella
onkrum øðrum góðum. Ikki
so sjáldan hevði hon bakað
pannukakur, og tað dámdi
okkum sjálvandi so sera væl.
Mamma og babba komu
at hava sítt andaliga heim
í Samkomuni í Betesda í
Klaksvík. Tey hava bæði tvey
lagt orku í at vísa trúfesti í
samkomuni og tóku okkum
systkini við sær.
Mammu dámdi altíð væl
at vera saman við fólki og
fylgdi so sera væl við í, hvat
fyrifórst rundanum hana.
Hon visti um hvørt skip, ið
kom til bygdina, og hvussu
bátarnir fiskaðu. Hon fylgdi
væl við í ítrótti. Ikki so sjáld
an tá mann kom á gátt, so
vóru fleiri lurtitól frá við
hvør sínari sendirás. Henni
dámdi væl at práta og visti
altíð okkurt at práta um.
Seinastu árini hevur hon
ikki verið nógv úti, men hon
ernaðist upp, tá fólk kom á
gátt.
Mann kann ikki siga, at
mamma fekk eina langa
sjúkralegu, men seinastu
mánaðirnar
viknaði
hon
meira og meira. Hóast hon
orkaði ógvuliga lítið, so gavst
hon tó ikki at liva og fylgdi
framvegis væl við og hevði
ætlanir um mangt og hvat. Í
summar gleddi hon seg til at
fara í brúdleyp hjá tveimum
av ommubørnunum, men tað
upplivdi hon tíverri ikki.
Mánadagin 7. apríl and
aðist mamma heima í síni
egnu stovu, meðan babba sat
við hennara lið. Hóast hetta
kom óvart á okkum, so haldi
eg, at um hon sjálv skuldi
avgjørt, hvussu hon skuldi
fara, so var tað akkurát so
leiðis, tað skuldi vera.
Hóast babba enn er í
húsinum á Stongunum, so er
tað ikki tað sama at koma inn
á gólvið nú, sum tá mamma
livdi. Tað er so friðarligt og
tómligt.
Góði babba, eg veit, at tú
saknar mammu ómetaligt,
men sum tú hevur sagt fleiri
ferðir, at hóast tit hava havt
eitt langt og gott hjúnalag, so
mátti tað einaferð enda, og
tað gjørdi tað nú eftir 63 ár.
Eins væl og mamma hevur
verið tær góð kona, so hevur
tú verið henni ein sera góður
maður, og eg veit, at tú hóast
alt ert glaður um, at tað var
tú, sum bleiv einsamallur, og
ikki hon.
Eg kann heilsa tær við Es.
46, 4: “Líka til elliár tykkara
eri Eg hin sami, og inntil
hár tykkara gránar, skal Eg
bera tykkum; Eg havi gjørt
tað, og Eg skal eisini hereftir
lyfta tykkum, Eg skal bera og
frelsa tykkum”.
Við hesum fáu orðum vil
eg vísa mítt takksemi fyri,
hvat mamma mín hevur
verið fyri meg, fyri okkum
systkini og okkara kæru.
Ærað veri minnið um
mína elskaðu mammu.
Maria
Minningarorð
Mása Tróndheim