Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VÁGA FLOGHAVN SØKIR EFTIR RAKSTRARLEIÐARA Starvið Sum liður í framhaldandi menning av Vága Floghavn søkja vit nú eftir rakstrarleiðara. Ert tú ein virkis fúsur leiðari, sum við sam starvshuga og nær lagni ynskir at menna raksturin í Vága Floghavn, so ert tú leiðarin, sum vit leita eftir. Sum rakstrarleiðari hevur tú beinleiðis tilvís ing til stjóran og fært tískil stóra ávirkan á, hvussu bygnaður og rakstur í Vága Floghavn verða skipað. Virksemið er sum kunnugt flutt í nýggjar og tíðarhóskandi karmar, og kemur tú at verða við til at tryggja positivu gongdina hjá Vága Floghavn, saman við leiðslu og starvsfólkum. Títt yvirskipaða ábyrgdarøki verður, at: • hava dagligu leiðsluna av øllum gerandisraks­ trinum hjá Vága Floghavn • skapa skilagott samstarv og samskifti millum leiðslu, starvsfólk og aðrar áhugabólkar • planleggja, seta í gongd, fylgja við og fylgja upp í mun til lønarætlanir, útreiðsluætlanir, verkætlanir og samlaða raksturin annars • at virka sum Airport Manager og umsita uppgávur og ábyrgdarøki, sum viðvíkja myndu leikakrøvum Persónligir førleikar: • Tú ert ein liðleiðari við góðum samstarvs­ evnum, sum støðugt mennir liðavrikini • Tú virðir tað at finna røttu loysnina grunda á nágreiniligar fyrireikingar • Tú ert før/ur fyri at savna leiðslu og starvs­ fólk í mun til felags avbjóðingar, og harvið tryggja best møgulig úrslit • Tær dámar at skapa best møguligu tænastu­ na, bæði til kundarnar og innanhýsis í Vága Floghavn • Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betri og skjótari. Yrkisligir førleikar: • Hægri útbúgving, t.d. innan verkfrøði ella aðra líknandi útbúgving og royndir • Leiðsluroyndir frá líknandi starvi, og gjarna royndir í at leiða toymir • Góðan kunnleika til at planleggja og stýra rakstri, sum er sveiggjand í mun til árstíðirnar • Góðan kunnleika til rakstur í nútíðar rakstrar­ eindum • Gjarna kunnleika til verkætlanarstýring • Góðan telduførleika • Góðar skrivligar førleikar á føroyskum, donsk um og enskum • Kunnleiki til tekniska økið, eldsløkking, bjarging, trygd og góðsku er ein fyrimunur Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett frá 1. november 2014, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, ella eftir nærri avtalu. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Vága Floghavn FO­380 Sørvágur ella til t­post: floghavn@floghavn.fo Umsóknin skal verða Vága Floghavn í hendi í seinas ta lagi fríggjadagin 17. oktober 2014 kl. 12:00. Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú senda teldu post til Jákup Sverra Kass, stjóra, á jsk@fae.fo ella ringja til hansara á tlf.: 212500. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Vága Floghavn: www.fae.fo. www.fae.fo