týsdagur 7. oktober 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tór Marni Weihe
Unga Tjóðveldið
Public Service-sáttmálin frá 2009
millum
Kringvarp
Føroya
og
Mentamálaráðið slær í grein 5 fast,
at ”Kringvarp Føroya skal taka
atlit at fólki við breki og tryggja
teimum ávísar tænastur. Public
service-tænastur til deyv og hoyri
veik skulu styrkjast. (...) Sendingar,
ið hava stóran samfelagsáhuga og
-týdning, skulu í størri mun tekst
ast ella teknmálstulkast. Eitt nú
eiga valsendingar í sambandi við
Løgtingsval at verða tekstaðar og
teknmálstulkaðar.”
Men hóast tað ikki er til at taka
feil av, hvussu farast skal fram í
samband við eina valsending und
an løgtingsvali, so stóðu vertirnir
spyrjandi og hugdu upp á hvønn
annan, tá ið forkvinnan í Deyva
felag Føroya, Maria Ellefsen, tann
04. apríl í fjør til politiskan kjak
fund royndi at seta floksumboðum
spurning á teknmálið, og í mótmæli
fór úr kringvarpshøllini, tá ið tað
(sum vænta) vísti seg, at ongin tulk
ur var at flyta spurning hennara til
tey, ið stóðu kring kjakborðið.
Kringvarpið livdi í hesum førin
um ikki upp til sína skyldu mótveg
is teimum, ið hava tulk fyri neyðini,
og tíverri má eg bara staðfesta, at
hetta ikki er einastu ferð, at so er.
Hugburðsbroyting má til
Kringvarpið skal tó ikki gerast til
stóra djórið í opinberingini í hesi
greinini. Kringvarpið hevur sína
fíggjarligu kabalu at leggja, og tað
ber illa til at gera øll glað við ver
andi játtan. Men tað virkar sum
um, at tað tíverri er ein fastgrógvin
hugburður í almennu Føroyum, at
atlit ikki verða tikin at deyvum og
hoyriveikum. Tað kunnu vera nógv
ar orsøkir til tess, men fyri mær
tykist tað, at hetta ikki einans snýr
seg um pengar, men kanska eisini
er úrslit av eini misskiljing. Av teirri
einføldu misskiljing, at nógv halda,
at teknmál ikki er eitt veruligt mál,
men at tað bert er eitt hjálpiamboð,
ið fólk, ið ikki hoyra eru noydd til at
samskifta við.
Veruleikin er júst hin øvugti.
Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál, ið
fyri so vítt onki hevur við føroyskt
at gera. Málið hevur egna mállæru,
egnan úttryksform og syntaks, ið
ikki kann samanberast við vanligt
føroyskt.
Kortini tykist tað sera torført at
fáa okkara fólkavaldu at gera nak
að við málið. Mótmælini hjá Mariu
Ellefsen á sinni hava tíverri ikki
broytt umstøður teirra deyvu her
í Føroyum stórvegis.
Altjóða sáttmálar og
málpolitikkur Føroya
Hóast tað bæði í ST-sáttmálanum
um rættindini hjá teimum, ið bera
brek og í norðurlendsku kunngerð
ini um málpolitikk – sáttmálar, ið
Føroya landstýri hevur skrivað
undir – verður staðfest, at arbeið
ast skal fyri at teknmál verður góð
kent og styrkt, soleiðis at deyv fáa
atgongd til samfelagið á jøvnum
føti sum vit onnur, so hevur hetta
ongan veruligan týdning. Føgru
orðini og lyftini hava onga sum
helst veruliga broyting við sær fyri
tey, ið ikki hoyra, og eru noydd at
samskifta við teknum.
Serfrøðinganevnd
Sameindu
Tjóðar kunngjørdi herfyri sínar
niðurstøður, eftir at føroysk um
boð, sum lutur í donsku sendi
nevndini, høvdu verið til hoyringar
í Genéve. Føroyar verða bæði róstar
og hartaðar, og serliga beit eg merki
í, at nevndin fílíst á, at teknmál
framvegis ikki er viðurkent sum
móðurmál, og at deyvir og tung
hoyrdir føroyingar framvegis ikki
hava sømuliga atgongd til Kring
varp Føroya.
18. desembur í 2007 greiddi Mál
stevnunevndin úr hondum upp
skot um almennan málpolitikk.
Frágreiðingin, ið ber heiti Málmørk,
staðfestir á fyrstu síðu, at ”Yvirskip
aði málpolitikkurin skal tryggja
øllum borgarum rættin til mál t.e.
rættin til tjóðarmál, móðurmál og
fremmandamál, herundir rættin
til teknmál.” Eisini kom Málstevnu
nevndin við tilmæli um, at játtast
skuldu 250.000 kr. til at seta nevnd,
ið skuldi ”skipa og útgreina støðuna
hjá føroyskum teknmáli og gera til
mæli”
Hendan nevndin varð tó ongan
tíð sett, og politiska skipanin hevur
snøgt sagt onki gjørt við málið síð
ani, hóast Málstevnunevndin í
sínum viðmerkingum staðfesti, at
”Umráðandi er, at bøtt verður um
umstøðurnar hjá teknmáli at verða
ment í samsvari við menningina í
samfelagnum sum heild, eisini við
tí fyri eyga at gera hetta mál meira
alment viðurkent og atkomuligt.”
Lætt og ókeypis
at gera mun
At fáa økt játtanina til arbeiði við
teknmáli er eitt longri og drúgvari
stríð. Men at gera mun er í hesum
føri sera lætt og enntá ókeypis. At
geva teknmáli ta viðurkenning, tað
hevur uppiborið, og at staðfesta, at
teknmál er móðurmál teirra deyvu,
krevur einans eina lítla broyting í
lógini um málráð.
Tá ið danska andstøðan legði
uppskot fyri Fólkatingið um at
staðfesta støðuna hjá teknmáli sum
móðurmál, so var hetta gjørt í ein
um einføldum uppskotið, ið einans
var ein einstøk regla. Ein paragraff,
ið skoytt var upp í verandi lóg um
Dansk Sprognævn, ið er danska
málráðið.
Hendan
paragraffin
staðfestir, at ”Dansk Sprognævn
skal tilsvarende særskilt følge ud
viklingen i dansk tegnsprog”. Ein
falt og lætt. Ein kann siga, at við
einum pennastroki fekk teknmál
viðurkenning sum móðurmál teirra
deyvu í danskari lóggávu.
Tá ið uppskotið kom aftur í
Fólkatingið eftir nevndarviðger
varð tó enn eitt ískoyti lagt afturat,
ið ásetti, at heldur enn at áleggja
Dansk Sprognævn at fylgja við
teknmálsmenningini,
so
skuldi
Dansk Tegnsprogråd, altso eitt
teknmálsráð, setast á stovn undir
verandi málráð. Hetta fyri ikki at
blanda málini bæði saman, og fyri
at tryggja, at øll ekspertisa í tekn
máli varð savnað á einum stað.
Øll norðurlond
viðurkenna teknmál
Við samtyktini av fólkatingslógar
uppskotið nr. 61 hevur Danmark,
sum tað seinasta av norðurlondun
um, viðurkent teknmál sum móð
urmál teirra deyvu.
Í grein 3 í íslendsku mállógini, ið
varð samtykt í 2011, verður skrivað
soleiðis (egin týðing): ”Íslendskt
teknmál er fyrsta mál hjá teimum,
ið tørva tað til samskifti, og børn
um teirra. Stjórnin skal styðja og
menna teknmál.” Víðari í grein 7
verður skrivað: ”Ráðharrin skal
velja Teknmálsráðið. (...) Leiklutur
in hjá íslendska Teknmálsráðnum
er at ráðgeva stjórnini í teknmáls
spurningum, eins og at styðja og
menna teknmál og nýtslu av tekn
málið í gerandisdegnum.
Eisini í hinum grannalond
unum
er
teknmál
viðurkent.
Bæði í Finnland og Svøríki eru
teknmálsráð (Lag om Institut
tet för de inhemska språken og
Förordning med instruktion för
Institutet för språk och folkmin
nen), og í Noregi hevur Kulturde
partementet eisini álagt norska
málráðnum at fylgja við menning
ini av norskum teknmáli.
Handling. Ikki bert
orð og lyfti!
Hóast hetta málið er eitt sindur per
sónligt fyri meg – eg havi ein deyv
an mammubeiggja og eina deyva
mostur, ið hevur deyvan mann – so
haldi eg tað vera heilt eyðsæð, at
deyv hava verið við skerdan lut í
politisku skipanini seinastu árini.
Hóast landsins stjórn, í sáttmála
við almenna Kringvarp okkara,
hevur bundið seg til at veita eina
so grundleggjandi tænastu, sum at
einaferð hvørt fjóðra ár geva teim
um deyvu innlit í, hvat tey, ið bjóða
seg fram at stjórna landinum hava
at siga, so vantar tulkur aloftast, tá
ið á stendur. Tá ið borgararar ikki
fáa høvi til, á upplýstum grund
arlag, at taka støðu í fólkaræði
okkara, tá eiga onkrar klokkur at
ringja!
Tað skal tí vera mín inniliga vón,
at nú skjøtil er settur á nýggja ting
setu, so broytir eitt samt Løgting
lógina um málráð, soleiðis at vit,
eins og hini norðurlondini, viður
kenna teknmál sum móðurmál
teirra deyvu.
Vit bardust hart og leingi fyri
rættindunum at tosa føroyskt, og
at fáa føroyskt viðurkent sum tjóð
armál okkara.
Tey deyvu berjast enn.
Danska Fólkatingið samtykti fyrr í ár fólkatingslógaruppskot nr. 61 og staðfesti loksins, at teknmál
er móðurmál teirra deyvu, og at tað javnsett donskum er alment mál í Danska Kongarríkinum. Hetta
mugu vit eisini gera her á landi, og verða Føroyar í ST-frágreiðing hartaðar fyri ikki at viðurkenna
teknmál og veita deyvum og tunghoyrdum sømuliga atgongd til Public Service-tænastur.
Vit eiga at viðurkenna
teknmál sum móðurmál!
tíðargrein
Savnamynd