týsdagur 7. oktober 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
fótbóltur
Oktober og fótbólturin
eru ikki vinir
Jóannes Hansen
Sunnudagin var triði síðsta
umfar
í
landskappingini.
Hetta
vikuskiftið
hevur
landskappingin
frí.
Tað
kemst av, at Føroyar leygar
dagin skulu spæla landsdyst
í Belfast, og at Føroyar týs
dagin í næstu viku á Tórsvølli
fáa vitjan av Ungarn.
Annað vikuskifti verður
næstsíðsta umfar, og leygar
dagin 25. oktober verður
punktum sett fyri hetta
kappingarárið.
At spæla fótbólt í Før
oyum í oktober riggar ikki.
Hetta hevur ofta verið at
hoyrt, og eftir illveðursum
farið síðsta sunnudag vóru
teir fleiri, sum enn eina ferð
mintu á, at meðan fótbólts
líkindini í september oftast
eru av teimum bestu, so er
tað heilt øðrvísi, tá ið tað
23. september er farið um
heystjavndøgur, og mikkjals
messa, 29. september, er farin
afturum.
Tveir av teimum, sum
høvdu hetta frammi í viku
skiftinum, hava verið við
í mong ár og vita tískil av
royndum, hvat teir tosa um.
Annar teirra er ÍF veteran
urin Bartal Eliasen, sum
harmaðist um, at avgerandi
umfør skulu vera í so vána
ligum umstøðum, eftir at ÍF
sunnudagin tapti 5-0 á úti
vølli ímóti Víkingi.
Í 3-2 sendingini segði
hann:
– Umstøðurnar vóru sjálv
andi tær somu hjá Víkingi
og okkum, og eingin ivi var
um, at Víkingur var nógv
tað betra liðið. Men tað er
harmuligt, at tað heldur enn
fótbóltsspælið er veðrið, sum
ger av, hvat fyri slag av dysti
talan verður um.
Saknar forum
Í ítróttarsendingini 3. hálv
leikur á Rás2 sunnukvøldið
var B68 venjarin Jógvan
Martin Olsen inni á tí sama:
–
Mær
leingist
eftir
møguleikanum saman við
ábyrgdarpersónum
kring
landið at vera við til at við
gera, hvussu vit síggja upp
á tingini, og hvat vit halda
kundi verið betri. Eftir kapp
ingarlok er á hvørjum ári
eftirmetingarfundur,
men
tá er eingin møguleiki at
viðgera yvirskipaðu treytir
nar. Fundurin er í tveir tímar,
og tá ið umboð fyri FSF skulu
hava 3-4 framløgur, so sigur
tað seg sjálvt, at tað ikki er
høvi gjølla at viðgera nakað.
Hví kemur tú við hesum
sjónarmiðnum júst nú?
– Hetta varð borið fram í
sambandi við eftirmetingina
av dystinum á Skála, har vit í
B68 vitjaðu, og har tað endaði
1-1. Bæði liðini eru flutt niður,
so spenningurin var eingin.
Men tað er hugkveikjandi at
síggja, at tað til dyst í bestu
deildini eru 20-30 áskoðarar.
Samstundis spældu NSÍ og
KÍ avgerandi dyst um fjórða
plássið við Løkin. Tá ið man
veit, hvussu stórur áhugin
fyri hesum liðunum er, so
var tað veðrið, ið var orsøk
til, at tað vóru lutfalsliga fáir
áskoðarar. Eg skilji tað væl,
tí veðrið var so vánaligt, og
tað ber aftur spurningin við
sær, um vit í Føroyum skulu
spæla í landskappingini í
oktober.
Møguleikar
Jógvan Martin Olsen heldur,
at tað hevði verið gagnligt,
um FSF og føroyskur fót
bóltur góvu sær stundir at
endavenda
spurninginum,
hvussu stór besta deildin
skal vera, og hvussu nógvum
umførum tað er pláss fyri.
– Síðani 1988 hava tað ver
ið tíggju lið í fremstu deild
ini. Nógvu tey fyrstu árini
spældu tey tvær ferðir ímóti
hvørjum øðrum, og harvið
vóru tað átjan umfør. Í 2005
varð hetta broytt, og síðani
hevur kappingin verið 27
umfør. Liðini hava dystast
tríggjar ferðir ímóti hvørjum
øðrum.
Hvussu heldur tú, at
kappingin skuldi sæð út?
– Eg havi ikki nakað enda
ligt boð upp á tað. Mær hevði
dámað væl at fingið møgu
leikan saman við øðrum at
viðgjørt tann spurningin.
Eitt nú um tað skulu vera
átta lið í bestu deildini ella
um tað skulu vera tólv lið
í bestu deildini, ella um vit
skulu halda fram við tíggju
liðum. Spurningurin er eis
ini, um liðini skulu hittast
tríggjar ferðir, ella um tey
skulu hittast tvær ferðir ella
kanska fýra ferðir. Møgu
leikarnir eru nógvir. Bartal
nevndi í 3-2, at hann hevði
einki ímóti at spæla bæði
mitt í viku og í vikuskiftinum,
tá ið tað er ljóst og veðrið
oftast er gott. Eg skilji hann
væl, tí uttan mun til hvussu
deildin verður skipað, so
vísa royndirnar, at tað er
ikki heppið at spæla fótbólt
í Føroyum í oktobar.
Nýggjar tíðir
Jógvan Martin Olsen var
hjálparvenjari á landsliðnum
hjá fyrst Allani Simonsen og
síðani Henrik Larsen. Teir
vóru báðir heitir talsmenn
fyri, at føroyska fótbóltsárið
varð longt soleiðis, at dystar
venjingin var betri, tá ið
landsliðið spældi í oktober
og november og í mars og
apríl. Seinni var Jógvan
Martin Olsen sjálvur lands
liðsvenjari.
Eru viðurskiftini ikki tey
somu nú, sum tey vóru, tá
ið tit vildu hava kappingina
longda og fegnaðust um tað,
tá ið hetta varð gjørt í 2005?
–
Sjálvandi
kenni
eg
væl hasa søguna, tí eg var
sjálvur partur av henni.
Men umstøðurnar eru heilt
øðrvísi nú, enn tær vóru, tá
ið Allan Simonsen tók við
sum venjari fyri tjúgu árum
síðani, og sum tær eisini vóru
fyri tíggju árum síðani, tá ið
avgerðin varð tikin at leingja
um kappingina. Tá var tað
soleiðis, at fótbólturin lá so at
siga bakk frá kappingarenda
í september og fram til síðst
í januar ella fyrst í februar,
tá ið feløgini aftur fóru at
fyrireika seg til eitt nýtt
kappingarár. Nú venja flestu
feløgini størsta partin av
árinum. Eftir kappingarlok
er
stuttur
steðgur,
men
longu í november verður
nógv gjørt við eitt nú styrkis
venjing, sigur Jógvan Martin
Olsen.
Nú fluttu tit í B68 niður.
Dugir tú ikki at ímynda tær
møguleikan, at tað fer at
verða sagt, at tú vilt broyta
kappingina, so hon fer at
fevna um tólv feløg, og B68
harvið varðveitir plássið í
bestu deildini?
– Kanska onkur fer at siga
soleiðis, men hetta hevur
nógv størri týdning enn so.
Eg havi verið venjari í tjúgu
ár,og frammanundan spældi
eg í nógv ár. Mínar royndir
siga mær, at tá ið vit koma
inn í oktober, so fer lívið í
annað gir ella tað fær annað
fokus. Áhugin fyri at venja og
spæla fótbólt minkar, tí fjall
og fletting fylla meiri, og tað
kennist sera lítið motiver
andi, tá ið kappingin liggur
still i fyrst tríggjar vikur og
so aftur tvær vikur, tá ið vit
eru komin so langt út á árið.
Soleiðis er tað í hvussu so
er úti á bygd, og tað eru jú
bygdirnar, sum manna nógv
tey flestu plássini á liðunum
í bestu deildini – bæði á bygd
og í bý!
Jógvan Martin Olsen leingist eftir møguleikanum hjá ábyrgdarpersónum at fáa
góðar stundir at viðgera framtíðar karmarnar kring føroyska fótbóltin
– Mær hevði dámað væl at fingið møguleikan saman við øðrum at viðgjørt tann spurningin. Eitt nú um tað skulu
vera átta ella tólv lið í bestu deildini, ella um vit skulu halda fram við tíggju liðum, sigur Jógvan Martin Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen