týsdagur 7. oktober 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
ítróttur
fótbóltur
Fyrireika seg í Belfast
Russland er á skránni í morgin
U-19 landsliðið fór í gjárkvøldið til Norðurírlands, har tað í morgin
skal spæla ímóti Russlandi og síðani ímóti Tjekkia og Norðurírlandi
Í dag fara Lars Olsen og hansara menn undir fyrireikingarnar undan
EM undankappingardystinum, sum leygardagin verður í Belfast
Jóannes Hansen
Tá ið landsliðsferðalagið í
gjárkvøldið lætti úr Vágum
vóru bæði A-landsliðið hjá
Lars Olsen og Jóannesi
Jakobsen og U-19 landsliðið
umborð á flogfarinum, sum
hevði kós ímóti Belfast.
U-19
landsliðið
skal
næstu dagarnar luttaka í
EM undankapping. Mót
støðuliðini kennast vera
ivaleysa stór. Tey eru Russ
land, sum er á skránni hós
kvøldið klokkan 19, leygar
dagin klokkan 14 er Tjekkia
á skránni, og tað verður
rundað av týsdagin klokkan
14, tá ið vertstjóðin verður
mótstøðuliðið.
Tað eru tveir av venjar
unum í Effo-deildini, sum
hava ábyrgdina av U-19
landsliðnum. Teir eru KÍ
venjarin Eyðun Klakstein
og Oddbjørn Joensen, sum
er venjari hjá AB. Annan
sunnudag hittast liðini hjá
teimum báðum í lands
kappingardysti í Klaksvík! Í
løtuni eru teir á sama báti.
Nú er dagsskráin at fyri
reika seg til stóru avbjóð
ingarnar í Norðurírlandi.
– Vit hava vant í Gunda
dali
síðani
vikuskiftið.
Fyrsti dysturin í Norður
írlandi verður longu hós
kvøldið. Tí er bara møguleiki
at venja mikudagin har
niðri, men nú hava vit altso
vant nakað, áðrenn vit
fara avstað, segði Eyðun
Klakstin áðrenn fráferð í
gjárkvøldið.
Hvat hava tit vant?
– Vit kenna ikki so nógv
til mótstøðuliðini. Talan er
um nýggja kapping, og tí
hava vit ikki havt møguleika
at
síggja
mótstøðuliðini
í dystum. Men vit halda
okkum duga at meta um,
hvussu spælistílurin hjá
teimum er, og vit eru greiðir
yvir, at okkara lutur fyrst og
fremst verður at verja. Tí
hava vit vant nógv í, hvussu
liðið skal vera skipað í verju
partinum, og hvussu vit
skulu megna at gagnnýta
møguleikarnar, tá ið høvi
verður at fara í skjót mót
álop ella við øðrum orðum,
vit hava eisini vant um
stillingsspæl, sigur Eyðun
Klakstein.
Fleiri við royndum
Felags fyri allar átjan spæl
ararnar, sum eru í U-19
ferðalagnum
í
Norður
írlandi, er, at teir hava
royndir frá yngru lands
liðunum. Tað hevur stóran
týdning, at teir frá U-15 og
U-17 landsliðunum hava
kent, hvussu tað er at vera
í altjóða stríði.
Seks av føroysku spæl
arunum vóru á U-19 lands
liðnum í fjør. Teir eru
Dánjal Godtfred, sum fyrr
í summar spældi við FC
Suðuroy, men nú umboðar
Ikast FS, meðan hann er
niðri á fótbóltsskúla, Elias
Mikkelsen, sum er eykamál
verji hjá Víkingi, Benjamin
Heinesen,
sum
hevur
spælt fleiri ferðir á besta
B36 liðnum í ár, Hákun
Edmundsson, sum er fastur
maður á besta liðnum hjá
B68, John Daniel Guðjóns
son, sum hevur spælt nógv
á næstbesta KÍ liðnum, og
Jógvan á Lað Jacobsen,
sum er á unglingaliðnum
hjá FCK.
Umframt
omanfyri
nevndu hava hesir í ár roynt
seg í Effo-deildini: Dan í
Soylu, AB, Rói H.Olsen, EB/
Streymur, Bartal Wardum,
HB og Meinhard Olsen,
NSÍ. Mest sum allir hinir
hava verið fastir menn í
næstbestu føroysku lands
kappingini: Búi Egilsson, FC
Suðuroy, Jákup F. Hansen
og Hilmar Leon Jakobsen,
HB, Mikkjal á Bergi, KÍ og
Karstin Hansen, NSÍ. Aðrir,
sum royna seg í útlendskum
feløgum,
eru
Betuel
Hansen, Silkeborg IF, John
Frederiksen, NB Bornholm
og Jákup Thomsen, FC
Midtjylland.
– Hesin árgangurin hev
ur víst seg at vera góður.
Vit hava gott mót, og vit eru
spentir uppá, hvussu tað
fer at roynast, sigur Eyðun
Klakstein.
joannes@sosialurin.fo
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið fór landsliðið úr
Vágum og til Norðurírlands.
EM undankappingardystur
er á skránni, og fyrsta bríksl
ið
verður
leygarkvøldið
klokkan 19.45. Tað verður
nógvur EM undankappingar
fótbóltur á skránni næstu
dagarnar. Longu hóskvøldið
vera níggju dystir – eitt nú
Svøríki Russland, Ongland
- San Marino og Slovakia
- Spania – og aftur fríggja
kvøldið eru níggju dystir
– eitt nú Letland-Ísland,
Turkaland - Tjekkia og Malta
- Noreg.
Leygardagin
eru
átta
dystir.
Umframt
Norður
írland - Føroyar skal eitt nú
Danmark spæla á útivølli
ímóti Albania, og Pólland
fær vitjan av týsku heims
meistarunum.
Í føroyska ferðalagnum
eru 23 spælarar. Landsliðið
skal longu týskvøldið spæla
á heimavølli ímóti Ungarn.
Mikukvøldið í síðstu viku
segði Lars Olsen, landsliðs
venjari, í sambandi við út
tøkuna, at tað er møguleiki
fyri broytingum á liðnum
frá leygarkvøldinum og til
týskvøldið:
– Vit hava áður sæð, at tað
knípir hjá onkrum spælarum
at koma seg heilt, tá ið tað er
so stutt millum dystirnar.
Hesa ferð eru tað bara trígg
ir dagar frá uppgerðini í
Belfast, sum heilt víst verður
stór avbjóðing, og til heima
dystin
týskvøldið
ímóti
Ungarn. Umframt møgulig
leikbann og skaðar kann
stutta
hvíldartíðin
vera
orsøk til, at talan verður um
skiftingar, sigur Lars Olsen.
Síðani úttøkuna fyri ein
ari viku síðani eru fleiri
broytingar gjørdar í hóp
inum. Tað kemst av, at spæl
arar hava givið avboð orsaka
av skaðum. Longu síðsta
mikukvøld var tað greitt,
at Jóhan Troest Davidsen
ikki fór at vera førur fyri at
spæla. Hann breyt hondina,
tá ið HB vann á heimavølli
ímóti Víkingi. Og síðani hava
Róaldur Jakobsen og Ári
Mohr Jónsson eisini givið
avboð.
joannes@sosialurin.fo
Teir 23, sum nú fyrireika seg
til stóru avbjóðingina í Belfast
leygarkvøldið, eru hesir:
Málverjar:
Gunnar Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Motherwell
Teitur Matras Gestsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Tórður Thomsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Verja:
Jónas Tór Næs . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . EB/Streymur
Viljormur Davidsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Vejle
Atli Gregersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Rógvi Baldvinsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ålgård
Sonni Ragnar Nattestad . . . . . . . . . . . . . . . . . . AC Horsens
Alex Mellemgaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Bárður Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Miðvøllur:
Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Gilli Sørensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . AaB
Pól Jóhannus Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ
Hans Jørgen Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Kaj Leo í Bartalstovu . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Levanger
Christian Lamhauge Holst . . . . . . . . . . . . . . Fremad Amager
Hallur Hansson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Brandur H. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . FCK
Sølvi Vatnhamar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Heini Vatnsdal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Álop:
Jóan Símun Edmundsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Arnbjørn T. Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . EB/Streymur
Páll A. Klettskarð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ