týsdagur 7. oktober 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vilmund Jacobsen
Tá lunnar vórðu lagdir undir stóra
uppsjóvarvirkið hjá P/F Pelagos í
Fuglafirði, setti Fuglafjarðar Ar
beiðsmanna 700.000 krónur í
verkætlanina.
Nú roynt verður at endurreisa
Sandoy Seafood, sum fram til
seinasta heyst hevði fiskafram
leiðslu í Skopun, hava tey trý
arbeiðarafeløgini í oynni rættiliga
lagt rygg til at fáa virkið upp at
koyra aftur.
Arbeiðarafeløgini í Sandoynni
eru Sands Arbeiðarafelag og so
bæði feløgini í Skopun, Skop
unar Arbeiðsmannafelag og Ar
beiðskvinnufelagið Vónin.
Tilsamans hava feløgini lagt
pengar á borðið og veðhildið
fyri umleið hálvari aðru miljón
krónum, sum skal brúkast til keyp
av eini saltsproytu, nú ætlanin er
at arbeiða saltfisk á virkinum í
Skopun, tá latið verður uppaftur.
Christian
Johan
Joensen,
formaður í Sands Arbeiðarafelag,
sigur, at tað verður soleiðis, at
feløgini koma at eiga saltsproyt
una, sum tey fara at leiga felagnum,
ið fer at reka fiskavirkið.
– Leigan kemur ætlandi at
svara til umleið avdáttirnar, sum
vit skulu gjalda fyri saltsproytuna,
sigur hann.
Á almennum eyka bygdarráðs
fundi í Sands kommunu herfyri,
segði stjórin í Marine Harvest
Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen,
at ætlanin er at starta uppaftur í
Skopun um nakrar vikur.
Teir, sum standa aftan fyri
Delta Seafood og Marine Har
vest Føroyar, hava seinastu mán
aðirnar arbeitt saman við arbeið
arafeløgunum um eina loysn fyri
fiskavirkið í Skopun.
– Vit hava nú skilt, at tað fer
at draga nakað út aftrat, áðrenn
saltsproytan kemur, og vit vænta
tí ikki, at virksemi verður aftur
á virkinum í Skopun fyrr enn í
endanum av hesum árinum.
Christian Johan Joensen sigur
seg vóna, at støðugt fiskaarbeiði
fer at verða til eini 50 fólk, tá latið
verður uppaftur í Skopun.
Arbeiðarafeløg leggja rygg til
Christian Johan Joensen, formaður í Sands Arbeiðarafelag, sigur seg vóna, at støðugt
fiskaarbeiði fer at verða til eini 50 fólk, tá latið verður uppaftur á virkinum í Skopun