týsdagur 7. oktober 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
2
Sosialurin
Ingolf S. Olsen
1. januar fer galdandi sáttmáli millum
Føroya Reiðarafelag øðrumegin og
tey trý manningarfeløgini Føroya
Fiskimannafelag,
Maskinmeist
arafelagið og Føroya Skipara- og
Navigatørfelag hinumegin úr gildi.
Tað merkir, at sáttmálasamráð
ingar fara at fylla meginpartin av
heyst- og vetrardagsskránni hjá
Fiskimannafelagnum.
Í virðing fyri mótpartinum vil
Jan Højgaard, formaður í Fiski
mannafelagnum, ikki fara í smálutir
við, hvørji krøv Fiskimannafelagið
fer at seta fram at fáa staðfest í
nýggja sáttmálanum, men yvir
skipað vil hann stórbroytingar í
øllum sáttmálastrukturinum, sum
ikki er dagførdur í mannaminni.
– Tað kann ljóða so ógvusligt,
tá tosað verður um stórbroytingar,
men hetta er nakað, sum vit og
Reiðarafelagið eru samd um, og
vit hava longu í umleið eitt ár havt
fleiri fundir um hetta, sigur hann.
Dagføring
Higartil hava manningarfeløgini
fundast við Herálv Joensen, stjóra í
Reiðarafelagnum, og Jógvan Jesper
sen, stjóra í Felagnum Nótaskip,
sum er eitt av undirfeløgunum í
Reiðarafelagnum.
– Farið verður snøgt sagt gjøg
num allan tekstin, har hvørt
komma og hvørt orð, skal vendast.
Tá arbeiðið er liðugt, skulu vit helst
hava ein heilt nýggjan sáttmála,
ið er í samsvari við nútiðina, men
sum eisini hevur ein rygg, ið kann
halda í nógv ár frameftir, sigur Jan
Højgaard.
Sáttmálin millum manningar
feløgini og Reiðarafelagið er býttur
í tveir høvuðspartar – fyrsti partur,
sum er felagsreglur, galdandi fyri
allar skipabólkarnar, og annar
partur, sum umfatar serreglur fyri
hvønn skipabólk sær. Men umframt
hetta høvuðsuppbýti, sum tað er
góður logikkur í, so eru eisini við
tíðini gjørdir fleiri sersáttmálar fyri
einstøk skip.
– Eg vænti, at vit eisini eftir
dagføringina fara at hava eitt upp
býti í felagsreglur og serreglur, men
eitt av málunum hjá Fiskimanna
felagnum er, at tað skulu vera nógv
færri sersáttmálar enn í dag, og
tað eigur eisini at bera til at leggja
onkrar bólkar saman, til dømis
ídnaðarskip og nótaskip, sigur Jan
Højgaard.
Ein uppsjóvarbólk
Ongin grundleggjandi tekniskur
munur er á skipunum í hesum báð
um bólkunum, og tey fiska somu
fiskasløg við sama reiðskapi. Skiln
aðurin millum ídnaðarbólkin og
nótabólkin er bara grundaður á ein
mun á, hvønn søguligan uppruna
fiskirættindini hjá skipunum hava.
Men býtisprosentið fyri ídnaðar
skip er 27 og fyri nótaskip 17,5. Og
skipini og teirra rættindi eru eisini
so ymisk innanfyri hvønn bólk sær,
at neyðugt hevur verið at gjørt ser
sáttmálar.
– Stendur tað til mín, verða ídn
aðarskipini og nótaskipini løgd
saman í ein felags bólk fyri upp
sjóvarskip, har býtisprosent og
eykapartar eru teir somu. Í dag
er tað ókeypis fyri yvirmenninar,
um sersáttmáli verður gjørdur,
so eitt ídnaðarskip sleppur at av
rokna eftir nótasáttmálanum, tí
eykapartarnir eru so nógv hægri
umborð á nótaskipunum enn á
ídnaðarskipunum, at teir uppviga
fallið í býtisprosenti frá 27 til 17,5.
Men dekkararnir betala gildið, tí
teir missa øll hasi prosentini uttan
at fáa nakað sum helst afturfyri,
sigur Jan Højgaard.
Út við rakstri
Ovarlaga
á
ynskilistanum
hjá
Fiskimannafelagnum til ein dag
førdan sáttmála er eisini, at allar
rakstrarútreiðslurnar,
sum
við
tíðini hava sníkt seg inn í sáttmálan,
verða lúkaðar úr aftur.
– Tað snýr seg um til dømis
oljuútreiðslur, útreiðslur til reið
skap og tilfeingisgjald. Hesar út
reiðslurnar skulu burtur úr av
rokningunum. Eg veit væl, at vit
neyvan sleppa av við allar rakst
rarútreiðslurnar uttan at skula
geva okkurt afturfyri, men tær
hoyra ikki heima á avrokningini.
Vit hava eisini alla somlu tíðina
orku- og pengakrevjandi stríðsmál,
annaðhvørt í Gerðarrættinum ella í
Føroya Rætti, um manningin eigur
at taka lut í hesum ella hasum
rakstrarútreiðslunum, og tað er
ikki haldbart, sigur formaðurin í
Fiskimannafelagnum.
Fasta løn
Av øðrum grundleggjandi broyt
ingum, sum tosað verður um í
sambandi við dagføringina av
sáttmálanum, kann nevnast fast
lønarsáttmáli.
– Tað er ikki útilokað, at mann
ingarnar í onkrum bólkum, til dømis
umborð á botnfiskatrolarunum
í heimasjógvi og umborð á línu
skipunum, høvdu verið best tjent
ar við fastlønarskipanum, har
menninir eru tryggjaðir eina góða,
fasta mánaðarløn við einari væl
skipaðari frítíð og afturat høvdu
eina bonusskipan, so teir eisini
tjena meira, tá fiskiskapurin er góð
ur, sigur Jan Højgaard.
– Men hetta er yvirhøvur ikki
liðugt gjøgnumhugsað enn, og eg
veit heldur ikki, um og hvussu tað
kann gerast, tí fyri aðrar bólkar, eitt
nú uppsjóvarflotan, loysir tað seg í
løtuni nógv betri fyri manning
ina, at teir verða løntir við einum
býtisprosenti sum nú. Men tað
kann knappliga broytast, so tað
verður øvugt. Tí kann tað skjótt
verða sum at skjóta seg sjálvan í
fótin, um vit læsa okkum fastar
til eina ávísa skipan, men tað ber
kanska til at finna fram til onkra
fleksibla loysn, sigur Jan Højgaard.
Knøpp tíð
Hann leggur dent á, at alt enn stend
ur opið at kjakast um í sambandi
við sáttmáladagføringina, og hann
ivast eisini í, um arbeiðið kann
gerast liðugt longu til nýggjárs, tá
verandi sáttmáli fer úr gildi.
– Vit fara at leggja stóra orku í,
at gera hetta tiltrongda upprudd
ingararbeiði, men tað skal tó ikki
skundast so ógvusliga ígjøgnum, at
onki skil verður á. Tí kann tað verða
neyðugt at gera styttri sáttmálar
fyri fyrst við støði í verandi sátt
málastrukturi, til vit hava eina
dagføring, sum allir partar kunnu
liva við, og sum er haldbar, sigur
Jan Højgaard.
Samráðingar fyri framman
Sáttmálin millum tey trý manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag er sagdur upp at fara úr
gildi á nýggjárinum. Partarnir hava í eina tíð havt fundir um eina grundleggjandi dagføring
av øllum sáttmálanum. Málið hjá Føroya Fiskimannafelagi er, at sáttmálin verður greiðari,
einfaldari og ikki minst, at rakstrarútreiðslur verða lúkaðar burtur úr aftur, sigur Jan Højgaard,
formaður í Fiskimannafelagnum. Óvist er tó, um hetta arbeiðið verður liðugt til nýggjárs.
– Stendur tað til mín, verða ídnaðarskipini og nótaskipini løgd saman í ein felags bólk fyri uppsjóvarskip, har býtisprosent
og eykapartar eru teir somu, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, millum annað um ynskini í
sambandi við arbeiðið at dagføra allan sáttmálan millum tey trý manningarfeløgini og Reiðarafelagið