týsdagur 7. oktober 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
Sosialurin
1. Arbeiðsfólk, sum arbeiða á privatum
arbeiðsplássum (t.d. fiskavirkjum og
byggifyritøkum):
1 a - Tá arbeiðsgevarin sigur fólki úr starvi
– Uppsøgnin skal vera skrivlig
– Uppsagnarfreistirnar eru:
Minni enn 6 mánaðar starvstíð: 5 arbeiðsdagar.
Meira enn 6 mánaðar starvstíð: 7 arbeiðsdagar.
Meira enn 1 ára starvstíð: 10 arbeiðsdagar.
Meira enn 2 ára starvstíð: 15 arbeiðsdagar.
Meira enn 3 ára starvstíð: 20 arbeiðsdagar.
Meira enn 5 ára starvstíð: 25 arbeiðsdagar.
Um arbeiðsfólk koma undir starvsmannalógina
(t.d. formann og fólk, sum fyri meginpartin
avgreiða kundar), so er uppsagnarfreistin úr 1
mánaða upp til 6 mánaðar, alt eftir starvsaldri)
– Arbeiðsfólk, sum hava arbeitt í minst 9 mánaðir
hjá arbeiðsgevaranum kunnu krevja skrivliga
grundgeving fyri hví hann/hon er søgd úr starvi
1 b - Tá arbeiðsfólk sjálv siga seg úr starvi:
– Uppsøgnin vera skrivlig,
– Uppsagnarfreistirnar eru :
Meira enn 3 mánaðar starvstíð 5 arbeiðsdagar
Meira enn 6 mánaðar starvstíð 7 arbeiðsdagar
Tá arbeiðsfólk og fiskimenn
verða søgd úr starvi, ella
sjálvi siga seg úr starvi
Her ber til at lesa um, hvørji rættindi og skyldur eru tengdar at, um tú
verður sagdur úr starvi ella sjálvur sigur teg úr starvi.
3. Manningin á fiskiskipum:
3.a Reiðari/skipari sigur manning úr starvi
– Uppsøgnin skal vera skrivlig
– Hevur maður verið við skipi, og eru ikki onnur boð
send honum innan 3 samdøgur aftaná, at túrur er
av, kann hann rokna seg sum bidnan við aftur, um
farið verður nýggjan túr hjá sama reiðarí.
Halda partarnir ikki skyldu sína smb. hesi
grein til at geva avboð rættstundis, so skal
reiðari, sum er ov seinur at geva avboð,
rinda kokkinum mánaðargjald svarandi
til kr. 46.876,00 í 1 mánaða og restina av
dekkarunum mánaðargjald svarandi kr.
31.248,00 í 1 mánaða. Tað verður ikki roknað
frítíðarløn av upphæddunum.
– Uppsagnarfreistirnar eru:
1 mánaða uppsagnarfreist, tá viðkomandi hevur
verið mynstraður samanhangandi í sama reiðarí í
eitt ár.
2 mánaða uppsagnarfreist, tá ið viðkomandi hevur
verið mynstraður samanhangandi í sama reiðarí í
tvey ár.
– Við samanhangandi skilst, at maður eftir ásetta
frítíð/frítúr/-túrar er tøkur at fara við aftur.
– Liggur skipið, fiskimaður vanliga ger tænastu á, og
hann fer við skipi hjá øðrum reiðarí ímeðan, telur
hetta tíðarskeiðið ikki við í uppsagnarfreistini.
Fiskimaður skal tó vera tøkur, tá skipið fer aftur til
fiskiskap.
3.b Fiskimaður sigur seg úr starvi
– Hevur maður lovað seg við skipi, og vil hann geva
avboð, so skal hetta gerast í seinasta lagi 3 dagar
áðrenn farið verður .
– Maður, sum gevur avboð ov seint, skal rinda
reiðaranum í samsýning upphædd, ið er hálvt so
stór sum tað, reiðarin skal rinda (tvs kokkur kr.
23.438 og dekkari kr. 15.624)
2. Arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá landi
ella kommunum (eisini hjá IRF og
SEV), (t.d. kommunumenn m/k,
dagrøktarar og reingerðarfólk):
– Arbeiðsfólkið skal hava hoyringsskriv áðrenn
uppsøgnin verður framd (í hoyringsskrivinum skal
m.a. upplýsast hvør grundgevingin er fyri ætlaðu
uppsøgnini)
– Arbeiðsfólkið skal hava møguleika fyri at koma
við sínum viðmerkingum áðrenn uppsøgnin verður
framd,
– Við uppsøgnini skal fylgja saklig grundgeving,
– Arbeiðsfólkið hevur rætt til skjalainnlit, (tvs kann
krevja at síggja skjølini í uppsagnarmálinum)
– Uppsagnarfreistirnar eru um ikki annað er avtalað
sum undir 1 a og 1 b.
– Uppsøgnin skal vera skrivlig ,
– Uppsagnarfreistirnar eru:
Minni enn 6 mánaðar starvstíð: 5 arbeiðsdagar.
Meira enn 6 mánaðar starvstíð: 7 arbeiðsdagar.
Meira enn 1 ára starvstíð: 10 arbeiðsdagar.
Meira enn 2 ára starvstíð: 15 arbeiðsdagar.
Meira enn 3 ára starvstíð: 20 arbeiðsdagar.
Meira enn 5 ára starvstíð: 25 arbeiðsdagar.
Um arbeiðsfólk koma undir starvsmannalógina
(t.d. formann og fólk, sum fyri meginpartin
avgreiða kundar), so er uppsagnarfreistin úr 1
mánaða upp til 6 mánaðar, alt eftir starvsaldri)
1 b - Tá arbeiðsfólk sjálv siga seg úr starvi:
– Uppsøgnin vera skrivlig,
– Uppsagnarfreistirnar eru :
Meira enn 3 mánaðar starvstíð 5 arbeiðsdagar
Meira enn 6 mánaðar starvstíð 7 arbeiðsdagar