týsdagur 7. oktober 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
4
Sosialurin
Ert tú tilkomin kvinna í Suðuroynni
ella Sandoynni uttan nakra formliga
útbúgving ella læru, so er munandi
meir sannlíkt, at tú ert arbeiðsleys,
enn um tú vart ein ungur maður við
útbúgving í miðstaðarøkinum.
Tøl frá arbeiðsloysisskipanini
vísa, at meir enn helmingurin av
teimum arbeiðsleysu ikki hava aðra
formliga útbúgving enn í mesta lagi
miðnámsskúla.
Tað eru kvinnur, sum eru harðast
raktar av arbeiðsloysi, men eisini
landfrøðiliga er stórur munur.
Kvinnur við skerdan lut
Hóast líkaløn var innførd í 1981 í
Føroyum, og at arbeiðsmarknaðurin
sum meginregla ikki skal gera
mun á kvinnum og monnum, so er
kortini stórur munur á kynunum.
Kvinnur forvinna minni – eisini
um tær starvast innan sama øki
sum menn. Kvinnur arbeiða oftari
niðursetta tíð – viðhvørt er hetta
sjálvvalt, men hjá teimum sum velja,
er tað eisini ofta, tí umstøðurnar
ikki loyva at arbeitt verður meir.
Tað eru ótrúliga nógvir føroyskir
menn, sum arbeiða uttanlands, og
hevur hetta stóra ávirkan á, hvussu
kvinnur kunnu vera á arbeiðs
marknaðinum, tá ið talan er um
barnafamiljur.
Ein spurnarkanning hjá Føroya
Arbeiðarafelag frá 2014 vísir, at 36%
av teimum, sum arbeiða niðursetta
tíð, kundu hugsa sær at arbeitt
meir.
– Millum okkara limir eru ótrú
liga nógv, sum ikki fáa fleiri tímar,
hóast tey kundu hugsa sær at
arbeitt meir. Talan er bæði um
kvinnur og menn, sum ófrívilliga
arbeiða niðursett í m.a. fiskivinnuni,
innan reingerð og í byggivinnuni,
sigur Georg F. Hansen, formaður í
Føroya Arbeiðarafelag.
Formaðurin í Føroya Arbeiðara
felag vísir á, at har í felagnum síggja
tey tað sera væl á inntøkunum.
Georg F. Hansen sigur, at innan t.d.
kvinnuyrkini, so eru nógv størv,
sum bara eru parttíð – hann nevnir
reingerð, sum dømi um hetta.
Á skúlum og stovnum runt um
í landinum eru nógvar kvinnur,
sum arbeiða millum tveir og fimm
tímar um dagin, hóast tey kundu
hugsa sær at arbeitt meir, so eru
ongin størv til teirra, sigur Georg F.
Hansen.
Formaðurin í Føroya Arbeiðara
felag, sum eisini er stýrislimur í Als,
vísir á, at um parttíðararbeiðsleys
vóru skrásett í Als, so var talan óivað
um uppaftur nógv fleiri ófaklærd
og serliga kvinnur, sum løgdust
afturat arbeiðsloysistølunum.
Øki hart rakt
Tað skerst ikki burtur, at ymiskt
er, hvussu í landinum arbeiðsloysi
rakar.
Suðurøki – t.v.s. Sandoyggin og
Suðuroyggin er munandi harðari
rakt av arbeiðsloysi enn onnur øki
í landinum.
Ymiskt er eisini, hvussu arbeiðs
loysi rakar aldursbólkarnar. Ert tú
millum 25 og 34 ár ella millum 55 og
66 ár, ert tú í munandi størri vanda
fyri at vera raktur av arbeiðsloysi
enn aðrir aldursbólkar.
Í kjalarvørinum av fíggjarkrepp
uni í 2008, gjørdust nógv lond hart
rakt av ungdómsarbeiðsloysi, hetta
hendi ikki í Føroyum í sama mun,
hóast vit síggja at arbeiðsloysi er
lutfalsliga stórt fyri aldursbólkar
nar 25 – 34 ár, so eru tey 16 – 25 ára
gomlu slett ikki rakt á sama hátt,
sum tey vóru aðrastaðni, sigur
Georg F. Hansen.
Arbeiðsskapandi tiltøk
Sum stýrislimur í Als fylgir hann
eisini gongdini neyvt, og vísir á, at
stórsta avbjóðingin, sum hann sær,
er at fáa tey tilkomnu, sum kortini
hava nøkur ár eftir til pensjónsaldur,
út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Vit hava nógv fólk í 40’unum,
50’unum og 60’unum, og serliga
kvinnur, sum vit sum samfelag
mugu fara at gera nøkur málrættaði
arbeiðsskapandi tiltøk fyri. Til ber
eisini at førleikamenna nøkur teirra
til arbeiðsmarknaðin, vísir Georg F.
Hansen á.
Formaðurin í Føroya Arbeiðara
felag leggur afturat, at um hugt
verður at, hvørji størv eru leys og
hvør tað er sum er arbeiðsleysur, so
er ikki samsvar ímillum hesi, og tað
hevur tað ikki verið leingi.
Vit hava nakrar arbeiðsmarknað
arligar avbjóðingar, sum vit mugu
taka í stórsta álvara. Tað er ikki gott
fyri fólk at vera arbeiðsleys, men
vit hava sum er onki at bjóða, og tað
sær heldur ikki út til, at fíggjarlógin
er nakar bati fyri arbeiðsleys. Tey
stóru
arbeiðsskapandi
tiltøkini
fara óivað at gera, at munandi meir
verður innflutt av arbeiðsmegi
samstundis, sum vit hava bólkar
runt um í landinum, sum vit onki
hava fyri. Hetta mugu vit gera okk
urt við, sigur Georg F. Hansen.
Hann vísir á, at tey arbeiðs
skapandi tiltøkini miða seg flest
øll eftir handverkarum. Hvar eru
arbeiðsskapandi tiltøkini fyri fólk
í Suðuroynni og Sandoynni? Hvar
eru arbeiðsskapandi tiltøkini fyri
kvinnur? Hvar eru arbeiðsskapandi
tiltøkini fyri fólk uttan formliga
útbúgving?
Svarið er greitt, sigur Georg F.
Hansen, í gleðini um, at tað gongur
betri í Føroyum, gloyma vit hesar
bólkar, men hetta eru menniskju,
sum hava nógv góð arbeiðsár eftir í
sær. Vit mugu ikki gloyma hesi fólk,
leggur hann dent á.
Arbeiðsloysi hjá
kvinnum órógvar
Hóast arbeiðsloysi er minkað, so er gongdin órógvandin fyri summi øki, samfelagsbólkar og kyn.
Kvinnur vísa seg ikki at fáa einst stóran lut í tí framgongd sum er í samfelagnum, sum mennirnir. Hetta
vísa eitt nú yvirlit yvir arbeiðsloysi og lønir. Nógvir av okkara limum kundu hugsað sær at arbeitt
meir, men fleiri tímar eru ikki til teirra, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Georg F. Hansen, formaður
í Føroya Arbeiðarafelag
Sum tað sæst á myndini,
so er í teimum flestu
støðum munandi fleiri
kvinnur enn menn
arbeiðsleys. Í økinum
har arbeiðsloysi er
stórt er kynsbýtið
munandi javnari
Kelda: Hagstova Føroya
Sum tað sæst á myndini,
so er Sandoyggin og
Suðuroyggin hart rakt
av arbeiðsloysi meðan
tað gongur serliga væl
við arbeiði í Eysturoynni
Kelda: Hagstova Føroya
Sum tað sæst á talvuni ,
so hevur arbeiðsloysi at
kalla altíð verið hægri fyri
kvinnur enn menn. Tað
sæst eisini týðuliga, at
tá ið niðurgongd vendist
til framgongd, so fáa
mennirnir skjótari lut í
framburðinum. Flest øll
arbeiðsskapandi tiltøk
hjá landi og kommunum
venda sær eisini ímóti
siðbundnum mannfólka
størvum – her er t.d. talan
um nýbyggingar, um- og
útbyggingar og tunnlar
Kelda: Hagstova Føroya