Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-07, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114 Sosialurin TAÐ ER OKKARA SKYLDA AT VERJA VUNNIN RÆTTINDI, OG AT BETRA UM KORINI HJÁ ARBEIÐSFÓLKI Hvørji rættindi havi eg í mun til frítíð og frítíðarløn? Sum løntakari hevur tú lógartryggjað krav upp á frítíðarløn av allari løn, sum tú fært. Frítíðarlønin er antin 12% omaná lønina, og so heldur tú frí uttan løn ella er tað eitt frítíðarískoyti á 1,5% omaná lønina, og so hevur tú rætt til frí við løn, men hetta seinna er bert galdandi fyri fastlønt. Øll hava rætt til fimm vikurs summarfrítíð, sum skal haldast í tíðarskeiðnum 1. mai – 1. oktober. Nær tú heldur frí verður ásett í samráð við arbeiðsgevaran. Tú hevur ikki krav uppá at halda frí eitt ávíst tíðar­skeið, men tú hevur rætt til fýra vikurs saman­ hangandi frítíð í tíðarskeiðnum mai-oktober. Arbeiðsgevarin ásetir nær frítíðin skal haldast og sambært lógini skal hetta gerast í samráð við løntakaran. Avger arbeiðsgevarin, at tú skalt halda frí eitt ávíst tíðarskeið, skalt tú hava hetta at vita í góðari tíð frammanundan, tvs. vanliga ikki seinni enn 2-3 mánaðar áðrenn tú skal í summarfrí.  Hóast tú hevur verið styttri enn 1 ár hjá einum arbeiðsgevara, hevur tú rætt til nevndu frítíð, men frítíðarlønin verður innvunnin fyri eitt ár í senn, tvs. um tú hevur arbeitt í t.d. ½ ár, so fær tú frítíðarløn, sum svarar til 12% av hesari løn. Innvinningarárið er vanliga frá 1. apríl - 31. mars, men tú kanst avtala við arbeiðsgevara tín, at innvinningarárið í staðin er álmunakkaárið. Gerst tú sjúkur beint áðrenn tú skalt í summarfrítíð, og ert sjúkur nakrar dagar inn í tína frítíð, so telja sjúkradagarnir ikki sum frídagar. So mást tú gera avtalu við arbeiðs­ gevaran nær tú heldur teir dagarnar. Vanligt er, at leggja teir afturat í endanum av tí framm­an­undan avtalaðu frídøgunum, so tú ert í frítíð, tað skeiðið, sum tit hava avtalað. Ert tú somikið óheppin at gerast sjúkur eftir at frítíð tín er byrjað, so hevur tú ikki rætt til at fáa eyka frídagar í tíðarskeiðnum tú ert sjúkur, uttan so at arbeiðsgevarin góðtekur at lata tær eyka frídagar fyri sjúkradafar tínar. Ein arbeiðsgevari kann ikki krevja, at tú kemur til arbeiðis í tíni frítíð. Um løntakarin verður sagdur úr starvi og uppsagnarfreistin ikki er úti 1. mai, so skulu 4 vikur leggjast aftur­at upp­sagnarfreistini, tí sambært lógini skal uppsagnarfreistin ikki styttast við at frítíðin (høvuðs­frítíðin, sum er 4 vikur) verður løgd í uppsagnarfreistin.