týsdagur 7. oktober 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
6
Sosialurin
Tá ið tú fert í nýtt starv, sum varar meir
enn 1 mánaða, og sum í miðal er meir enn 8
tímar um vikuna, skalt tú minnast til at fáa
setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.
Setanarskrivið skal upplýsa:
•
Navn og bústað arbeiðsgevarans og
løntakarans
•
Nær starvssetanin byrjar og hvussu
leingi setanin varar, um hon ikki er
óavmarkað
•
Starvsstaðið
•
Arbeiðstíð
•
Starvsøki
•
Starvsaldur
•
Galdandi sáttmála
•
Hvørjum felag tú ert í
•
Løn, ískoyti herundir eisini eftirløn,
trygging o. líkn.
•
Nær løn verður útgoldin
•
Rætt løntakarans viðvíkjandi rindaðari
frítíð
•
Longd á uppsøgnarfreistum
•
Møguligar aðrar avtalur í sambandi við
starvssetanina
Arbeiðsgevarin hevur sambært lóg skyldu
at geva tær setanarskriv, sum inniheldur
omanfyrinevndu viðurskifti. Kortini eru
nógv, ið ikki fáa setanarskriv.
Hevur tú arbeitt, men uttan setanarskriv,
kanst tú biðja arbeiðsgevaran um setanarskriv.
Hetta eigur tú at gera óansæð, hvussu leingi
tú hevur verið hjá arbeiðsgevaranum.
Eru trupulleikar við at fáa setanarskriv,
so kanst tú venda tær til álitisfólki á
arbeiðsplássinum, sum kann taka málið upp
við leiðsluna. Til ber eisini altíð hjá tær at
venda tær til títt fakfelag.ww
Gerst tú sjúkur er gjørligt at fáa
dagpening úr sjúkradagpeninga
skipanini hjá Almannaverkinum.
Útgjaldið er 100% av tíni arbeiðs
inntøku, tó í mesta lagi ein upp
hædd sum svarar til 80% av eini
arbeiðaraløn.
Dagpeningurin verður vanliga
roknað út frá miðalinntøkuni tær
seinastu 5 vikurnar undan sjúkra
meldingini. Dagupphæddin er kr
754,18 + 12% í frítíðarískoyti
Er eitt arbeiðsfólk fyri eini
arbeiðsvanlukku og má sjúkra
meldast ber eisini til at fáa stuðul
frá
sjúkradagpeningaskipanini
og útgjaldið er tað sama sum tað
omanfyri nevnda.
Er talan um arbeiðið hjá arbeið
arafeløgunum, verður harumframt
10% rindað frá arbeiðarafelag tínum
og 10% av arbeiðsgevaranum upp í
10 dagar.
Er talan um vanlukku á sjónum
eru aðrar reglar galdandi.
Fái eg løn um eg
gerist sjúk/ur?
Fái eg løn
um børnini
gerast sjúk?
Nær havi eg rætt
til Setanarskriv?
Um barn títt er so óheppið at
gerast sjúkt, er gjørligt hjá tær,
um tú ert heima hjá barninum at
fáa dagpening fyri barnsins 1. og
2. sjúkradag, um barnið er undir
14 ár.
Til ber tilsamans at fáa fyri
10 sjúkradagar hjá barninum um
árið, um treytirnar annars eru
loknar.
Tú
nýtist
ikki
at
hava
læknaváttan, men eina váttan frá
arbeiðsgevara, sum váttar fráveru
og inntøkumiss.
Dagpeningurin er 100% av
lønini, tó í mesta lagi 80% av eini
arbeiðarainntøku. Dagupphæddin
er kr 754,18 + 12% í frítíðarískoyti