Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hann fór fyrstu ferð umborð á garna­skipið Ågot hin 11. juli í 1994 og hevur verið knýttur at skipinum í fleiri umførum og í fleiri ár til­ samans síðan tá. Hann var eisini við Ågot, tá skipið hin 25. februar í ár fekk stóran skaða við bryggju í Klaksvík, tá uppsjóvarskipið Slættaberg rendi kúlustevnið inn í stýriborðssíðu á garnaskipinum. Feigdartúrin – dagin fyri alla­ halgannadag í 1999 – tá skiparin, 35 ára gamli Pól Eyðfinn Poulsen, læt lív, var hann eisini ein av mann­ ingini. Maðurin, sum Samtak-blaðið hev­ur skift orð við, er Símun í Vátu­ toft, kokkur við Ågot. – Jú, eg var eisini við henda seinasta túrin, tá Slættaberg sigldi á Ågot, men eg var í landi, júst tá hend­ingin fór fram. Vit høvdu fingið nógvan fisk í endanum av túr­inum og høvdu ligið og fryst við bryggju. Tá eg sá skipið, sást nógvur hvítur roykur, og eg sá, at her var okkurt heilt galið. Hvíti roykurin boðaði ikki frá góðum. Tað vóru freon-rør, sum vóru brotin og vóru farin at leka, tá Slættaberg stoytti so ógvusliga inn í skipið. Símun í Vátutoft sigur, at hann skjótt gjørdist varugur við, at hetta var ein ógvusligur skaði, sum ikki bara fór at taka nakrar dagar at um­ væla. – Tað gongur nú á áttanda mán­ aði, síðan vit komu aftur av hesum seinasta túrinum, og nú skjótt verður klárt at loysa aftur, fari eg við aftur Ågot, sum eg í hesum um­ fari havi verið knýttur at í umeið hálvt annað ár. Í øðrum umførum havi eg verið við garnaskipinum í eini 4-5 ár út í eitt, eitt nú árini 2004-2009. Seinastu tíðina hevur Símun ar­ beitt nógv umborð á Ågot, nú skipið hevur ligið við skipasmiðjuna Mest í Havn. – Hjaltur, skipari, og pápi hans­ ara, Óli, hava verið í Havn at kalla hvønn dag í langar tíðir. Teir hava virkuliga hingið í og hava verið ótroyttiligir. Long bíðitíð Síðan í januar í fjør hevur Símun í Vátutoft siglt sum kokkur við Ågot. Annars hevur hann bæði siglt sum dekkari og í sínari tíð eisini við undantaksloyvi sum stýrimaður við sínum dugnaskapsprógvi og ym­isku skeiðunum, sum hann hevur. – Jú, tað verður deiligt at sleppa avstað aftur við Ågot. Hetta hevur verið ein long bíðitíð. Teir fyrstu tríggjar mánaðirnar eftir óhappið í Klaksvík vóru vit tryggjaðir við mynstuløn, sum er umleið 900 krón­ ur um dagin. Meðan eg havi bíðað eftir skipinum, havi eg eisini verið onkrar túrar við øðrum línuskipum, eitt nú við Núpi og Pison. Hann sigur, at manningartalið við Ågot liggur millum 8 og 9 mans. – Vit høvdu eina góða, raska og dugnaliga manning, har allir eru føroyingar, og eg vóni, at fleiri av teimum, sum vóru við, koma við aftur, tá loyst verður. Hvussu nógvir av gomlu manningini eru tøkir í dag, nú so long tíð er liðin, veit eg ikki, men eg havi skilt, at í øllum førum nakrir koma við aftur. Tað fegnist eg um. Hinvegin havi eg skilt, at tað eru menn, sum hava biðið um kjans við Ågot, nú tíðin nærkast, til loyst verður aftur. Símun í Vátutoft væntar, at Ågot kemur til Klaksvíkar hesa vikuna, og síðan fer tað helst at taka einar tríggjar ella fýra dagar at gera skipið klárt til nýggjan túr. – Hetta skuldi verið góð fiskitíð. Frysti­orkan umborð er økt, og ar­ beiðsumstøðurnar eru betraðar, so tað verður spennandi at sleppa avstað aftur. Kokkur og dekkari Hann viðgongur, at tað er strævið at fiska við gørnum, og hóast hann er kokkur umborð, er hann fyri tað mesta á dekkinum. Uppgávan hjá honum á dekkinum er at syrgja fyri, at gørnini, sum verða drigið har frammi á skipssíðuni, koma aftur á hekkuna. – Eg geri døgurðan kláran, og tá tíðin nærkast, fái eg skiparan at tendra undir grýtunum ella ovn­ inum, um nógv er at gera á dekk­ inum, sigur Símun brosandi. Hann leggur aftrat, at er nógvur fiskur at taka úr gørnunum, rennur hann ofta millum hekkuna og garnarulluna og arbeiðir líka sum í báðum støðum. – Síðan eg fyrstu ferð fór umborð á Ågot fyri meira enn 20 árum síðan, havi eg eisini verið við øðrum skipum. Hjaltur og eg kennast væl, tá Hjaltur er giftur við systir míni, Mariu. Hinvegin hevur mær altíð dámt væl at siglt við Ågot, og hóast eg havi verið við øðrum skipum, eri eg altíð endaður umborð aftur á garnaskipinum. Hann sigur, at tá Ågot er á garna­ veiði, plaga teir at landa aðru hvørja viku, og tá koma teir vanliga inn hóskvøld ella fríggjamorgun og fara avstað aftur sunnukvøld. Lagnutúrurin Símun í Vátutoft var eisini við Ågot lagnutúrin á heysti í 1999, tá skiparin og beiggi Hjaltur og Eyð­ stein, 35 ára gamli, Pól Eyðfinn Poulsen, doyði umborð. Á leiðini sunnan fyri Føroya Banka fekk Ågot ein skaðasjógv. Sjógv­urin kom inn á stýriborð aftan­vert skipið, og hann var so mikið stórur, at hann trýstið hurð­ ina og durakarmin á brúnni inn í heilum líki. Hesa løtu vóru tveir mans staddir á brúnni, ein dekkari og so skiparin, sum sat í skiparastólinum. Brúgvin fyltist við sjógvi. Dekkarin leyp niður undir eftir hjálp, og tá hann kom uppaftur á brúnna, sá hann, at skiparin hevði fingið hurðina á seg og var dottin úr stólinum. Borið var skjótt at við at forða fyri, at meira sjógvur kom í skipið. Pól Eyðfinn varð fingin í koyggj­ una, har roynt var at fáa hann til lívs aftur. Men einki var at gera. Skiparin hevði fingið so ógvusligan skaða, at hann doyði. – Hetta var ein ræðulig hending. Nógv fólk var savnað á bryggjuni í Klaksvík sjálvan allahalganna morgun, tá Ågot stevndi inn um Pollin við merkinum í hálvari stong, sigur Símun í Vátutoft. Símun gleðir seg at sleppa avstað aftur – Jú, tað verður deiligt at sleppa avstað aftur. Hetta hevur verið ein long bíðitíð. Teir fyrstu tríggjar mánaðirnar eftir óhappið vóru vit tryggjaðir við mynstuløn. Meðan eg havi bíðað eftir skipinum, havi eg verið onkrar túrar við øðrum línuskipum, eitt nú við Núpi og Pison, sigur Símun í Vátutoft, ið siglur sum kokkur við Ågot Ågot kemur væntandi aftur til Klaksvíkar hesa vikuna, og síðan fer tað2 helst at taka einar tríggjar til fýra dagar at rigga skipað til nýggjan túr Símun í Vátutoft fór fyrstu ferð umborð á garnaskipið Ågot fyri meira enn 20 árum síðan, og hann hevur bæði upplivað at missa skiparan - og at skipið varð ásiglt við bryggju í Klaksvík