týsdagur 7. oktober 2014síða 40
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Jastrid Wolles Niclasen er for
kvinna
í
Klaksvíkar
Arbeiðs
kvinnufelag. Hon hevur verið í
nevnd felagsins í eini 10 ár, har
av eini fýra ár sum forkvinna.
Nevndarlimirnir eru fimm í tali,
og skrivari og næstforkvinna er
Hergerð Joensen, sum er gomul
í garði innan fakfelagsvirksemi.
Hergerð tekur sær eisini av dagliga
skrivstovuvirkseminum hjá felag
num.
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
leigar hølir í ovastu hæddini hjá
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Jastrid Wolles Niclasen sigur, at
limatalið hjá felagnum liggur um
200.
– Fara vit eini 20 ár aftur í tíðina,
var limatalið kanska tvífalt so stórt
ella størri. Tá var fiskaarbeiði at
kalla kring alt havnalagið í Klaksvík.
Soleiðis er ikki í dag. Og tó. Vit
hava nógvar limir á flakavirkinum
Kósini, og vit hava nógvar limir hjá
Kryvjing, sum Bakkafrost eigur og
rekur, sigur hon.
Nógvar í fiski
Jastrid leggur dent á, at tey fiska-og
laksavirki, sum framvegis í Klaks
vík, hava velduga stóran týdning
fyri økið og fyri limirnar hjá ar
beiðskvinnufelagnum.
– Jú, her eiga vit nógvar limir.
Hetta er í fyrsta lagi tilkomnar
kvinnur, men tað eru eisini yngri
kvinnur, sum bjóða seg fram og
taka nøkur ár á virkjunum, áðrenn
tær hugsandi fara at lesa.
Hon harmast um, at Bakkafrost,
sum tíðin gongur, hevur ætlanir um
at flyta virksemi úr Klaksvík, men
hon uggar seg við, at hetta ivaleyst
liggur nøkur ár frammi, og nógv
kann henda til ta tíð, sum hon tekur
til.
Nógvar vaskikonur
Jastrid Wolles Niclasen sigur, at
nógvir av limum felagsins arbeiða
sum vaskifólk, eitt nú í skúlum,
stovnum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi,
og eisini hevur felagið fleiri limir, ið
arbeiða sum gongsgentur.
– Eg havi sjálv arbeitt á fiskavirki
í nógv ár, og eg minnist hetta sum
eina góða tíð. Hevur tú góðar ar
beiðsformenn ella - kvinnur og góða
virkisleiðslu annars, trívast okkara
limir gjarna væl í hesum arbeiði.
Jú, eg haldi, at flestu, sum arbeiða
á virkjunum, trívast væl, og tað er
ivaleyst eisini søgan aftanfyri, at
nógvar kvinnur hava verið á hesum
virkjum í mong ár.
Forkvinnan sigur, at felagið
hevur eisini limir, sum arbeiða í
handilsvinnuni, og eitt nú er onkur
á Bakarínum hjá Jóruni.
Friður á økinum
– Eg haldi ikki, at vit hava nógvar
arbeiðsleysar limir. Tað er tíbetur
eisini langt ímillum, at vit hoyra
frá limum, sum halda, at tær eru
fyri órætti ella vanbýti.
Jastrid Wolles Niclasen sigur,
at tá trupulleikar eru, er ofta talan
um smærri virkir, sum ikki halda
sáttmálan til lítar.
– Talan kann vera um, at arbeiðs
gevarin ikki rindar øll tey gjøld,
sum honum ella henni er álagt.
Frætta vit um slíkt, taka vit málið
upp beinanvegin og royna at loysa
tað sum skjótast.
Hon vísir á, at tá felagið av og
á hoyrir frá arbeiðsleysum limum,
merkja tey, at hesar royna at finna
sær nýggj arbeiði sum skjótast, og
tíbetur eydnast tað sum oftast at
finna okkurt.
– Eg haldi ikki, at okkara limir
ganga leingi arbeiðsleysir, leggur
Jastrid Wolles Niclasen, forkvinna
í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,
aftrat.
Kvinnur trívast í fiski
– Okkara limir arbeiða serliga í fiski og sum vaskifólk á skúlum, stovnum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eg
haldi ikki, at okkara limir ganga leingi arbeiðsleysar, sigur forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Vilmund Jacobsen
Eingin sleppur at mynstra á skipi
uttan eina heilsuváttan, eisini
nevnd bláa bók. Bláa bók er ein
heilsuváttan til sjófólk og skal
skrivast av einum góðkendum
sjóvinnulækna.
Heilsuváttanin
krevur eina umfatandi kanning.
Sjóvinnulæknin kannar millum
annað sjónstyrkina, hoyrnina,
landið, nervalagið og blóðtrýstið.
Ein sjóvinnulækni er ein komm
unulækni, ið hevur tikið serlig
skeið við atliti at kanna sjómenn,
áðrenn teir mynstra.
– Sjómenn eru ofta burtur
í longri tíð uttan møguleika at
fáa læknahjálp. Tí er neyðugt at
tryggja sær, at sjómenninir, ið
mynstra við skipum, eru frískir,
áðrenn teir leggja frá landi.
Tað sigur Jenis av Rana, komm
unulækni.
– Blóðtrýst, hjarta og lungu
verða kannað eins og ryggur og
magi. Vektin verður eisini kann
að, og BMI-talið verður nýtt sum
grundarlag fyri at meta um,
hvørt tú ert førur fyri at arbeiða
á sjónum ella ikki. Er BMI-talið ov
høgt, fært tú ikki bláu bók, sigur
kommunulæknin.
Hann vísir á, at sukursjúka og
líkfall eru dømi um sjúkur, sum
serlig atlit verða tikin til.
– Vísir tað seg, at ein maður
hevur eina óstýrda sukursjúku
ella hevur reglulig líkfall, so fær
viðkomandi heldur ikki loyva at
mynstra.
Jenis av Rana vísir á, at sjón og
hoyrn verða kannaði gjølla.
– Um sjónini ella hoyrnini bilar,
so má hetta rættast við linsum ella
brillum og hoyritóli. Tú kanst jú
ímynda tær, hvussu leikur verður,
um maður á dekkinum ikki hoyrir
ávaringarróp frá øðrum – ella um
sjónini bilar okkurt, meðan hann
er kagmaður.
Kommunulæknin
sigur,
at
tað kemur ikki ofta fyri, at fólki
verður sýtt heilsuváttan.
– Um okkurt er, sum ger, at
viðkomandi ikki kann fáa heilsu
váttan, seta vit sjálvandi við
komandi í viðgerð fyri trupul
leikan, sigur Jenis av Rana.
Øll sjófólk skulu hava heilsuváttan
– Tað kemur ikki ofta fyri, at fólki verður sýtt heilsuváttan. Um okkurt er, sum ger, at viðkomandi ikki kann fáa
heilsuváttan, seta vit sjálvandi viðkomandi í viðgerð fyri trupulleikan, sigur Jenis av Rana, kommunulækni
Á myndini eru Hergerð Joensen, Jastrid Wolles Niclasen (í miðjuni) og
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
– Eg havi sjálv arbeitt á fiskavirki í nógv ár, og eg minnist
hetta sum eina góða tíð. Nógvar kvinnur hava arbeitt
í fiski í mong ár, sigur Jastrid Wolles Niclasen
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hevur nógvar
limir, ið arbeiða sum vaskifólk