Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt – Hetta er tað reina ’con amore’, bara til stuttleika. Jógvan Isaksen er glaður fyri krimi. Síðani hann var smá­drongur, hevur hann lis­ið alt, ið hann yvirhøvur kann koma framat av krimi­ søg­um. Síðstu 25 árini hevur hann skrivað 14 krimibøkur sjálv­ur. Nú letur hann úr hondum eina bók um krimisøguna. Bókin er ein roynd at siga søgu­na hjá altjóða krimi­ bók­ini, samstundis sum hon greið­ir frá íblástrinum til hvør­ja einstaka krimisøgu, sum høvundin sjálvur hevur lat­ið úr hondum seinastu fjórð­ings­øldina. Við bókini tekur Jógvan Isak­sen saman um eina genru, sum hann úr føroysk­ um perspektivi sjálvur hevur ver­ið ímyndin av. – Krimi hevur sum genra altíð fascinerað meg. Tað er tann góða søgan við loynd­ ar­málum og gátum, har tú eisini altíð fær eina loysn. Dráp, harðskapur ella annar ó­levnað­ur kann so krydda søgu­na, men blívur ongantíð ber­andi elementið, sigur Jógv­an Isaksen. Hann hevur bókstaviliga tikið til sín orðini hjá Ernest Hemmingway, tá spurdur um kynstrið at skriva, hevði hesi góðu ráð: Les, les og aftur les. – Mín avbjóðing hevur ver­ið at siga eina góða søgu á góðum, einfaldum før­ oyskum, sigur Jógvan Isak­ sen og vísir á týdningin av at hava eitt smidligt, liðiligt og lætt mál. – Stórsta rós, ið eg havi fingið fyri nakra av mín­ um krimisøgum, var tá ein kvinna eftir at hava lis­ið Blíð er summarnátt á Før­oya­ landi segði við meg, at hon ongan­tíð hugsaði um, at bók­ in var á føroyskum. Jógvan Isaksen vísir á, at føroyska málið ofta er tungt og óliðiligt. Helst tí at málið er lutfalsliga nýtt. Men undantøk eru sanni­liga at finna í føroyska littera­tur­ inum: – Heðin Brú er avgjørt mín málsliga fyrimynd. Eg lesi hann ofta, stjali við­hvørt heilar setningar frá hon­um, sigur Jógvan Isaksen flenn­ andi og nevnir dømi: – Skal eg til dømis lýsa eina kavaódn ella annað náttúru­fyribrygdi, so er ótrú­lig inspiratión at heinta í tekstunum hjá Heðini Brú. Stuttligt Í stívliga 30 ár hevur 64 ára gamli Jógvan Isaksen verið lektor við universitetið í Keyp­mannahavn. Bók­ment­ ir­nar fylla arbeiðsdagin, sam­ stundis sum passiónin fyri krimisøgum fer við sín­um stóra parti av frítíðini. Kær­ leikin til frítíðarítrivið lýsir av honum: – Never bore your reader, var eitt motto hjá bretska høvundinum Graham Greene. Eitt óluksáliga gott motto, ið eg havi tikið til mín, sigur Jógvan Isaksen og setir tjúkka striku undir týdn­ingin av at undirhalda. Undir undirhaldinum ligg­ur tó ein fjald dagsskrá. – Krimisøgan kann lýsa veru­leikarnar í okkara sam­ felag. Hon kann vera sam­ felag­s­kritisk, eitt nú við at lýsa munir millum mennisk­ ju, argumenterar Jógvan Isak­sen. Í krimisøgunum hevur høvun­din fríar teymar at fin­na uppá. Arbeiðshátturin kann tó vera rættuliga ymisk­ur, men fyri Jógvan Isak­sen er ferðin gjøgnum eina krimibók oftast ein ferð út í tað ókenda. – Tað riggar ikki við mær og synopsis. Hugskotini koma oftast, meðan eg skrivi, og so fari eg avstað, greiðir Jógv­an Isaksen frá og tekur aft­ur fram Hemmingway: – Hansara ráð vóru at byrja dagin við at lesa ígjøgn­ um, tað tú longu hevði skriv­ að, og enda dagin við at finna út­av, hvat tú skal skriva í morg­in. Jógvan Isaksen brúkar nógva tíð um at fáa søguna at sita. – Tað droyasta er at seta skjøtil á. Men tá plottið er har, so gongur skjótari, og tá er eisini stuttligari. Men eg skrivi nógv, og eg skrivi nógv um­aftur, leggur hann afturat og tekur aftur fram dømi: – Ein kvinna, sum upp­ runa­liga skuldi stinga av landi­num, kann í staðin vera funn­in dripin onkrastaðni. So má eg fløkja tað uppaftur. Eg kann skriva meg fastan á síðu 150, fyri síðani at noyð­ ast at rætta alt innaftur. Her flúgva nógvar søgur í luft­ini í senn, og tað kann ger­ast ein hundans fløkja. Av­bjóð­ing­in er at halda skil á hugskotunum, soleiðis at søg­an tá avtornar hongur sam­an. Hóast fløkjaslig og roka­ lig, so dámar Jógvani Isak­sen væl hesa prosessina. Gev­ur tó til kennar, at gongu­túr­ar­ nir við hundinum og túrarnir í tokinum aftur og fram til arbeiðis hjálpa væl til at greiða mongu fløkjurnar, ið standast burturúr. Filmurin Afturat alskinum til krimi­ søg­ur hevur Jógvan Isaksen eina serliga passión fyri fil­ mi. – Frá tí at eg var 12 ára gamal sá eg hvønn tann einasta film, ið varð sýnd­ur í Havnar Bio og Sjón­leikar­ húsi­num. Ofta einar seks til átta filmar um vikuna. Og nei, eg fekk ongantíð nokk, sigur Jógvan Isaksen flen­n­ andi. Tí kann hann vísa á óteljandi dømi um eina góða krimi, sum hann bæði hev­ur lisið og sæð á hvíta lørift­in­ um. – Tað hevði verið fantast­ iskt, ljóðar skjóta svarið til spurn­ing­in um ein føroysk krimi­søga nakrantíð vinnur veg­in fram til filmin. Sjálvur hevur hann í fleiri um­førum verið í samband við filmsfólk, sonevndir ”følar­ar” eru sendir avstað, men ongantíð er nakað ítøki­ ligt komið burturúr. Fasinatiónin fyri filmi hevur fylgt Jógvani Isaksen alt lívið, og 64 ára gamli høvund­in fylgir framvegis væl við: – Her eru fleiri spennandi, ung­ir spírar í Klippfisk-um­ hvørvi­num, sigur Jógvan Isak­sen og sendir eina av­ bjóðing til tey ungu, sum hava dirvi og hegni av bjóða filminum av. Tað er sjónligt, at honum dámar væl myndina av Hannis Martinsson á filmi. Fremsti, føroyski krimihøvundin er á gøtuni við bók um sína yndisgenru, samstundis sum Hannis Martinsson er á veg afturíaftur. – Eg havi einki yvirskipað mál, annað enn at undirhalda, sigur Jógvan Isaksen, sum tó nýtir sínar krimibøkur til at lýsa veruleikar í okkara samfelag krimisøga Tú mást ongantíð keða lesaran