Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Í bókini kann eg skriva, hvat fólk hugsa. Á filmi mást tú vísa tað, svarar Jógvan Isak­sen um avbjóðingina við at filmatisera eina krimi­ søgu. Krimigenran Bókin, At myrða við skrivara­ borðið, er sum nevnt ein bók um krimisøguna. Ein genra, sum framvegis er lutfalsliga fátækslig í Føroyum, stívliga fjórðingsøld eftir Blíð er summarnátt á Føroyalandi. Men glottar eru tó at hóma: – Tað koma væl saktans umleið 250 bøkur út í Før­ oy­um um árið. Í fjør komu fimm skaldsøgur út, harav fýra vóru krimisøgur. Tað er nú ikki so galið, sigur Jógvan Isak­sen. Durita Holm skrivaði Offur­morðið, Páll Nolsøe skrivaði Brot, Hanus Samró skrivaði Hans Jensen, og sjálv­ur skrivaði Jógvan Isaksen Prædikarin. – Tað undrar meg fram­ veg­is, hví eg nú fór at skriva krimi­søgur, og nú 14 bøkur seinni eri eg ikki broyttur nógv. Sum heild er ikki hent so grúviliga nógv við krimi sum genru í Føroyum. Men tað fer at koma. Sannføringin um tað, ið fer at koma, fær hann at taka fram Ísland sum dømi. – Tá Blíð er summarnátt á Føroyalandi varð týdd og givin út á íslendskum fyrst í nítiárunum, var stórtsæð eingin íslendsk krimisøga. Nú er smekkfult av teimum. Hóast tær fýra út­gávur­ nar í fjør draga rætta vegin, so letur myndin úr Íslandi fram­vegis bíða eftir sær her­ heima. – Tað hevur kanska nakað at gera við, at Føroyar eru ein lítil marknaður við 50.000 menniskjum. Men tað nýtist ikki at vera ein avmarking, sigur Jógvan Isaksen og tekur fram yndismyndina av Firenze, ið eisini er komin á prent í aktuellu bókini um krimisøgur. – Líta vit at Firenze í 1490’inum, undir rene­sans­ uni, og hvørjir menn hildu til har tá, so koma vit á nøvn sum Michelangelo, Botti­celli, Machiavelli, Fi­ ci­no, Pico della Mirandola, Loren­zo il Magnifico, Leonar­do da Vinci. Hetta eru millum fremstu málar­ar, myndahøggarar og filo­soff­ ar, sum nakrantíð hava livað á fold. Poengið er, at í Firenze búðu tá umleið 50.000 menni­skju. – Lat okkum tí brúka stødd­ina og tær nógvu gávur­nar, sum finnast í Før­ oy­um, og fara út í heim við teimum. Og um onkur spyr, hvussu nógv fólk býr í tín­ um landi, kunnu vit errin svara: Nakað tað sama sum í Firenze undir renesansuni. Í november skal Jógvan Isaksen bókstaviliga vera við til at flyta myndina tann veg­in: – Ja, eg eri biðin um at hal­da ein workshop í krimi- skriv­ing á bókadøgunum í novem­ber, sigur høvundin við eftirhondini eyðkendu entusias­muni í røddini. Bókadagar verða hildnir í Norður­landahúsinum í fýra dagar í november, frá 20. til 23. november. Workshop í krimi­skriving verður tó ikki ein­asti leiklutur hjá Jógvani Isak­sen hesar dagarnar. Hannis – Eg eri eitt sindur seinur á­veg, men ætlanin er at bók­ in skal koma út á bóka­døgu­ num, sigur Jógvan Isaksen sann­førdur. Nýggjasta krimibókin eit­ur Vølundarhús, og við henni kemur gamli høvuðs­ persónurin Hannis Martins­ son aftur í aftur. Blað­mað­ urin, ið føroyingar fyrstu ferð lærdu at kenna í Blíð er sum­mar­nátt á Føroyalandi. – Hannis er enn á Blað­ num. Hann er saman við Duritu, sum hann eigur tvey børn saman við. Men tey búg­va enn ikki saman, leggur Jógv­an Isaksen afturat. Søgan tekur støði í háhúsunum Undir Konga­ varða í Havn, har ymi­skt løgið fer fram. Høvuðs­per­són­ur­ in, ið eftirhondini er komin nakað upp í ár­ini, hevur framvegis sítt at dragast við. Svarið er eitt sindur kryptiskt, tá høv­und­in verður spurdur, hvørt Hann­is Martinsson nú tekur seg saman: – Hann vil gjarna, svarar Jógv­an Isaksen smílandi. Í dagsaktuellu bókini um krimisøgur viðurkennir høvund­in tó, at hann hevur altíð roynt at ansa eftir ikki at gerast politiskt korrektur. – Eg vil heldur hava ein per­són, sum er meira mennis­ kjansligur og tí eisini let­ur seg stýra av kenslum, sum kanska ikki altíð eru so pe­n­ar, skrivar Jógvan Isak­sen. Fimtanda krimibókin er áveg­is, men kortini er høv­ und­in ikki mettur. – Jú, tað er framvegis stutt­ligt at skriva, hóast man onkun­tíð bannar tað eitt vist stað, sigur Jógvan Isaksen við einum skálka­brosi. krimisøga Heðin Brú er av­ gjørt mín málsliga fyri­mynd. Eg lesi hann ofta, stjali við­hvørt heilar setningar frá hon­um