hósdagur 9. oktober 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Herferðin hjá Sea Shepherd í summar hevur sett mótstøðurørsluna móti grindadrápi
í Føroyum fleiri ár aftur, sigur Pete Bethune, grindadrápsmótstøðumaður
grindadráp
Danjal av Rana
Pete Bethune er allarhelst
best kendur her um leiðir
sum
fyrrverandi
Sea
Shepherdumboðið,
sum
stoytti
saman
við
ein
japanskan
hvalaveiðubát,
men
seinni
vendi
Paul
Watson og Sea Shepherd
bakið. Í dag er hann leiðari
av sínum egna umhvørvis
verndarfelagskapi,
Earth
Race Conservation.
Pete Bethune er enn mót
støðumaður móti grinda
drápi. Hann vitjar í hesum
døgum í Føroyum og dylir
ikki fyri, hvat hann heldur
um
herferðina
hjá
Sea
Shepherd í Føroyum í ár.
– Grindstop 2014 hevur
sett okkum fleiri ár aftur.
Tað, sum er hent her í Føroy
um seinastu seks mánaðir
nar, hevur á ongan hátt tænt
okkara søk, at steðga grinda
drápinum.
– Kjakið er blivið so ljótt,
stundum er tað rein rasisma.
Grundgevingarnar hava mist
vit og skil. Sea Shepherd
tosa um grindadrápið sum
ein skiftissiður, tað hevur jú
einki við veruleikan at gera.
Hesi ósannindini eru við til at
økja um trupulleikan. 30 ára
gamlar myndir vera nýttar,
tey tosa um at smádreingir
taka lut í drápinum, nýta orð
sum blóðfest og Ferocious
Islands (villar oyggjar). Alt
hetta styggir tær hóvligu
røddirnar í kjakinum burtur,
og so er einki vunnið.
Pete Bethune var í Føroy
um í 2010, tá sum limur av
Sea Shepherd. Túrurin var
ein liður í fyrireikingunum
til átakið hjá Sea Shepherd
í Føroyum í 2011, sum tey
nevndu Ferocious Islands.
– Tað, sum Sea Shepherd
gjørdu í ár, er júst tað, vit
ætlaðu at gera tá. Men tá
eg hevði verið her, skilti eg,
at eitt tílíkt átak fór ikki
at tæna okkara endamáli.
Eg skilti, at føroyingar ikki
fóru at lata seg boyggja fyri
útlendskum trýsti, og at
eitt tílíkt átak einans fór at
samla tjóðina ímóti okkum,
eisini tey, sum vóru ímóti
grindadrápinum.
Hetta
sóu vit, tá stríð bleiv ES og
grannalondini um sildina og
makrelin, og nú vísir tað seg
aftur í verki, sigur hann.
Sambært Pete Bethune
vóru alsamt fleiri føroyingar
farnir at vísa sína mótstøðu
móti grindadrápinum, men
framferðin hjá Sea Shepherd
í summar hevur fingið teir at
trekkja seg aftur.
– Tey tora ikki longur
at standa fram alment og
kjakast um grindadrápið,
tí tey eru bangin fyri at
verða bólkaði saman við Sea
Shepherd. Kjakið millum
Sea Shepherd stuðlar og
føroyingar
er
vorðið
so
klovið. Antin ert tú fyri ella
ert tú ímóti. Antin ert tú
føroyingur ella ert tú Sea
Shepherd.
Pete Bethune heldur, at
Grindstop 2014 hevur framt
ómetaligan skaða á søkina,
at steðga grindadrápinum í
Føroyum.
– Tey, sum luttaka í kjak
inum nú, eru í stóran mun
tey mest víðgongdu á báðum
síðum. Hetta eru eisini tey,
sum ikki fara at broyta hug
burð, líka mikið hvat. Men
tey eru ein minniluti. Tey,
sum kunnu steðga grinda
drápinum í Føroyum, eru
tey í miðjuni. Men tey
hóvligu í miðjuni halda
seg burtur, nú kjakið er
so hart og ljótt, og teirra rødd
er tí tagnað.
– Tað eru fólk í Føroyum,
sum eru ímóti grindadrápi.
Tey tóku lut í kjakinum fyrr
í ár, men hava meiri ella
minni fullomiliga trekt
seg aftur nú. Tey luttaka
ikki longur alment í
kjakinum, men fleiri
teirra skriva bein
leiðis til mín og
stuðla okkara
arbeiði. Tað
eru tó hesi,
sum skulu
til, fyri
at broyta hugsanina hjá
vanliga
føroyinginum
og
politikkarunum.
tær hóvligu
røddirnar
Grindstop
hevur køvt