hósdagur 9. oktober 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pete Bethune er ivaleysur
í síni søk. Grindadrápið í Før
oyum fer einans at steðga, tá
føroyingar sjálvir ynskja at
steðga tí.
– Hetta má vera ein av
gerð, sum føroyingar sjálvir
taka. Tað kann verða, at tað
krevur eina lógarbroyting
frá Løgtinginum, men hon
kemur ikki, fyrr enn ein
munagóður partur av føroy
ingum eru ímóti grindadráp
inum, sigur hann.
Granskingin
má mennast
Pete Bethune sigur, at tíðin
er komin at fáa nýggj hagtøl
á borðið, tí tey, sum føroy
ingar nýta, eru skjótt 30 ára
gomul.
– Tølini, tit nýta, eru frá
1980-unum og 1990-unum.
Vit vita sostatt ikki við vissu,
um tað í dag eru um 800.000
hvalir í Norðuratlantshavi.
Og um tað so eru 800.000
hvalir, so eru tað ikki allir
800.000, sum eru í før
oyskum øki. Okkum tørvar
betri hagtøl og betri vitan
um, hvussu hvalurin ferðast.
Pete Bethune minnir á, at
hann er ímóti grindadráp
inum, men at um føroyingar
veruliga ynskja eina burðar
dygga veiðu, so mugu røtt tøl
á borðið.
Pete Bethune dregur eina
samanbering við makrel
fiskiskapin.
– Tá útvegaðu føroyingar
sær væl grundaði tøl um
samlaðu nøgdina av makreli,
um hvussu nógvur makrelur
er í føroyskum øki og hvussu
leingi hann er í føroyskum
øki. Síðani ásettu tit tykkum
tað, sum tit hildu vera eina
rímiliga kvotu. Hetta er tó
ikki gjørt við grindahval
inum. Tit vita ikki hvussu
nógvir
teir
eru,
hvussu
nógvir eru í føroyskum
øki ella hvussu leingi teir
eru í føroyskum øki. Tí er
torført at tosa um nakra
burðardygga veiðu, sigur
Pete Bethune.
– Granskingin vísir, at
grindahvalurin
ferðast
ikki so víða. Tað letur til, at
ymiskir stovnar av grinda
hvali halda til á ymiskum
støðum. Tað er ein stovnur
við Grønland, ein annar við
Ný Fundland og ein triðji
her í Føroyum og so fram
vegis. Tað letur eisini til,
at tað er sera lítil ferðing
millum
stovnarnar.
Men
vit vita ikki, hvussu stórur
føroyski stovnurin er. Tit
drepa flestu hvalirnar, tit
síggja. Brádliga kunnu tit
koma í skaða fyri at drepa
seinasta grindahvalin í før
oyskum sjógvi, sigur Pete
Bethune og vísir á, at í økjum
í Stillahavinum er grinda
hvalurin longu útdeyður.
Hvalakjøt er
ikki mannaføði
Í 1986 setti altjóða hvala
veiðunevndin eitt forboð í
gildi móti vinnuligari hvala
veiðu. Pete Bethune sigur, at
hetta forboðið var við til at
broyta hugburðin hjá nógv
um mótvegis hvalakjøti sum
mannaføði.
– Meðan fólk fyrr hugs
aðu at hvalakjøt var eins og
oksakjøt ella svínakjøt, so
fekk hvalurin nú sama støði
sum hundurin og kettan.
Meðan fólk í ávísum partum
av heiminum enn eta kettu,
so er tað óhugsandi um
okkara leiðir. Nógvastaðni
hevur hvalurin skift bólk,
so at tað ikki longur verður
roknað bara sum føðsludjór.
Hendan broytingin er ikki
farin framm í Føroyum, tí
tit veiða enn hval, men eg
vænti hon kemur, sigur Pete
Bethune.
Pete Bethune, væntar, at
tað vera kvinnurnar, sum
fara at steðga grindadráp
inum í Føroyum.
– Tit kenna væl til heilsu
frøðiligu vandarnar við at
eta hvalakjøt. Kvinnurnar
hava tikið hesi heilsufrøði
ligu ráðini til sín og eru í
stóran mun givnar at eta
grind. Teir geva heldur ikki
børnunum hjá sær grind at
eta. Í nógvum føroyskum
heimum standa tær eisini
fyri matgerðini, og borðreiða
har als ikki við grind.
Soleiðis fær grindin ein
alsamt minni leik
lut
í
føroyska
kostinum.
grindadráp
Kjakið millum Sea Shepherd
stuðlar og føroyingar er vorðið
so klovið. Antin ert tú fyri ella
ert tú ímóti. Antin ert tú føroyingur
ella ert tú Sea Shepherd
– Tað, sum Sea Shepherd gjørdu í ár, er júst tað, vit ætlaðu
at gera tá. Men tá eg hevði verið her, skilti eg, at eitt tílíkt
átak fór ikki at tæna okkara endamáli, sigur Pete Bethune
Mynd: Álvur Haraldsen