hósdagur 9. oktober 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Týskvøldið klokkan 19 var móttøka í
Skopun, tá Ítrivslonin, sum húsast í
kjallarahæddini á Tunguvegi 51, læt
upp alment.
Ítrivslonin er ætlað øllum kvinn
um - ungum, tilkomnum og eldri - í
allari Sandoynni.
Stívliga 30 kvinnur kring um úr
oynni vóru til móttøkuna og vístu
sín áhuga fyri tí ítrivsvirksemi
og samverumøguleika, sum nú er
skaptur í hugnaligu hølunum.
Borðreitt varð við góðum kaffi, te
og leskiligum køkum, og rættiligur
hugni var yvir hesi løtu.
Orð á vegnum
Tað var Katrin Petersen, sum vegna
stigtakararnar beyð vælkomin. Hon
segði, at hugskotið eiga Bjørk Hentze
og Heiðrún Hansen, sum báðar hava
gingið til veving í Havn.
– Tað er ikki eg, sum eigi hetta
hugskot, legði hon dent á.
Borgarstjórin í Skopunar komm
unu, Gerhard Lognberg, segði eisini
nøkur orð og fegnaðist um frálíka
tiltakið, ið honum og bygdarráðnum
líka óføra væl.
Hann legði eisini dent á, at
Ítrivslonin er fyri allar kvinnur úr
allari Sandoynni.
– Tað er ógvuliga gott at koma
saman - og ikki minst at kunna gera
handaligt arbeiði samstundis.
Gerhard Lognberg segði, at tá
Heiðrún Hansen og Bjørk Hentze
høvdu vent sær til hansara um
møguleikan at útvega hølir til
handa-ligt arbeiði, bar Skopunar
kommuna skjótt at.
– Jú, kommunan var ógvuliga
positiv beinanvegin. Vit hava áður
leigað hesi hølir gjøgnum nógv
ár til onnur endamál, eitt nú til
spælistovu, og nú hølini stóðu tóm,
var hetta eitt frálíkt høvi at fáa
hølini til brúks aftur.
Trolvirki í Skopun
Borgarstjórin nevndi, at tá hann
var óviti, var eitt trolvirki í Skopun,
og her arbeiddu bæði menn og
kvinnur.
– Eg havi seinni lagt til merkis,
at bygdin hevur fostrað rættiliga
nógvar og dugnaligar trolmenn.
Lítið man vera at ivast í, at trol-
arbeiði, sum var í bygdini í sínari
tíð, hevur havt sína ávirkan.
Gerhard Lognberg helt, at Ítrivs
lonin er eitt spennandi tiltak, og
hann segði seg vera fullvísan í, at
okkurt gott fer at spyrjast burtur
úr.
– Tað er eisini serliga stuttligt, at
hetta er eitt tiltak, sum øll oyggin
er við í.
Skemtiliga helt hann fyri, at um
uppmøtingin fer at vera líka góð
sum nú við móttøkuna, segði hann
seg rokna við, at neyðugt verður
skjótt at byggja hølini út.
Hann helt eisini fyri, at nú kunnu
kvinnurnar í Ítrivslonini kappast
við menninar í Undirhúsinum.
– Munurin millum Ítrivslonina
og Undirhúsið er, at kvinnurnar
fara at gera okkurt til nyttu, meðan
menninir bara sita og práta og for
telja søgur.
Gerhard Lognberg luftaði eisini
møguleikan um samstarv millum
Undirhúsið og Ítrivslonina, men
helt skemtiliga fyri, at hetta neyvan
kann gerast til meira enn ein felags
jólafrokostur.
Borgarstjórin nýtti eisini høvi at
ynskja stigtakarum og teimum, sum
fara at brúka hølini á Tunguvegi 51,
bestu eydnu.
Fleksibul konustova
Poulina Jóanesardóttir, sum hevur
fingist við og hevur undirvíst í
veving í fleiri enn tríati ár, segði
eisini nøkur orð við móttøkuna
og vísti á, at áhugin fyri veving er
stórur.
Hon fegnaðist um góðu og
snotuligu hølini, men helt fyri, at
ein vevstova er eitt arbeiðspláss -
og ikki ein skrivstova - og tí nýtist
ein vevstova ikki endiliga at vera á
bonaðum gólvum.
– Tað er umráðandi, at kvinn
urnar, sum fara at brúka hesi høli,
finna væl út av tí saman, soleiðis at
Ítrivslonin verður brúkt sum mest -
og av so mongum sum gjørligt. Tað
er umráðandi, at eingin sleppur at
bestemma bara fyri at bestemma,
men at fólk eru fleksibul og finna
út av tingunum saman.
Poulina Jóanesardóttir segði
seg vóna, at Ítrivslonin fer at verða
brúkt hvønn dag í árinum - ja, helst
í 365 dagar um árið.
Kvinnur í Sandoy
hava sína egnu
Ítrivslon í Skopun
Umframt at høvi verður hjá kvinnum í øllum aldri at vera saman
um handaligt ítrivsvirksemi, samveru og hugna, er tankin við
Ítrivslonini eisini at samansjóða kvinnur í allari Sandoynni
Á myndini eru
stigtakarar,
nevnd, umboð fyri
vakstrarætlanina
og umboð fyri
Skopunar
bygdarráð
Stívliga 30 kvinnur vóru til móttøkuna í Skop
tíðindi