Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi – Eg haldi tað vera umráðandi at blása veruligt lív í slíkt virksemi, tí gongdin er, at tað handaliga er við at fara aftur við borðinum. Skapa samanhald Ætlanin við Ítrivslonini er, at kvinnur í Sandoynni skulu kunna koma saman júst, tá tað passar teimum - til at veva, binda, fáa sær ein kaffimunn ella bara at práta. Hugsandi er eisini, at kvinnur kunnu taka við sær seymimaskinu, og hvør veit um ikki bindimaskina eisini fer at passa inn í konseptið, sum tíðin gongur. Bjørk Hentze hevur áður sagt, at tankin við Ítrivslonini eisini er at skapa samanhald millum kvinnur í Sandoynni. Ein nevnd stýrir Ítrivslonini, og í henni sita í løtuni Bjørg Mohr, Marna Skylv Sørensen, Heiðrún Hansen og Bjørk Hentze. Ætlanin er ikki at hava fastar upplatingartíðir, men heldur at lata kvinnurnar brúka hølini, tá tær hava hug - antin tað er mongun, dagur ella kvøld. Fyrireikararnir hugsa eisini um at stovna ein facebook-bólk, har kvinnur kunnu samskifta og gera avtalur um, nær tær fara í Ítrivs- lonina á Tunguvegi 51 í Skopun. Einir sjey skaftavevar koma at standa í hølunum, og teir eru ætlaðir til allar kvinnur at brúka eftir tørvi. Aðrir vevar, sum ætlandi eisini skulu gerast partur av útbúnaðinum, eru rammu-og mynda­vevar. Eingi børn Við móttøkuna varð nevnt, at ein strong regla verður galdandi fyri Ítrivslonina, og hon er, at børn hava onga atgongd. Tær, sum eru í holt við ymiskt handaligt arbeiði, eitt nú veving av pløggum, skulu kunna vera vísar í, at tað, sum stendur í vevunum og annars liggur frammi, fær frið. Sum frálíður væntar nevndin at kunna bjóða lærarum at halda skeið, eins og Ítrivslonin altíð verður opin fyri góðum hugskotum frá brúkarunum. Anja Sandoy, sum er fremst á myndini, eigur og rekur Ellubitan á Sandi pun týskvøldið, tá Ítrivslonin alment læt upp Ungar og tilkomnar kvinnur síggja møguleikar við Ítrivslonini Poulina Jóanesardóttir, sum hevur fingist við veving í meira enn 30 ár, er fremst á myndini Súsan í Jákupsstovu, sum hevur fingist nógv við handaligt arbeiði, var eisini við