Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagið var gott á løgmanni, tá hann fekk heiðurin at knýta vind­myllulundina í Húsa­ haga­num upp í elnetið hjá SEV. – Modvind er en god ting, når man skal den anden vej, sigur Kaj Leo Holm Johanne­ sen við tilsipan til danska skemtaran Storm P. Sambært løgmanni hev­ur grøna orkan eisini havt sín mótvind, men við vindmyllulundini í Húsahaganum er grøna orkan í føroyska sam­felag­ num komin í undanvind. – Við nýggju vind­myllu­ lund­ini hjá SEV eru vit kom­ in eitt stórt fet nærri einari grønari orkuskipan í Før­ oy­um, sigur Kaj Leo Holm Johanne­sen. Eftir ætlan skuldu teir um­leið 300 gestirnir hjá SEV á Hotel Føroyum síggja livandi myndir úr Húsahaga, sam­stundis sum løgmaður trýs­ti á knøttin. Mjørkin argaði tó tað stuntið. Stór­ skíggj­ar­nir vóru bara gráir. Men løtu seinni lætti mjørkin so frætt, at eina myllan hóm­ að­ist á gráu myndini. Nakrar minuttir seinni Grønt fram­brot fyri 180 mió Jón Brian Hvidtfeldt Tað var veitsludámur á Hotel Føroyum fyrrapartin hós­ dagin, tá SEV bjóðaði mót­ tøku í samband við at tær 13 vindmyllurnar í Húsa­ haganum fara at fram­leiða streym inn á elnetið hjá orku­felags­skapinum. Millum teir okkurt um 300 gestirnar vóru lands­ stýrismaðurin í vinnu- & orku­málum og løgmaður, sum fekk heiðurin at trýsta á telduknøttin, ið knýtti myllur­nar í netið. Um enn fysiskt burturstaddur, so hevði borgarstjórin í Havn eina videoheilsan á stór­ skígg­ja, umframt at gest­ir­ nir hoyrdu røður frá stjóra og nevndarformanni í SEV, umframt eina tekn­iska gjøgnum­gongd frá verk­ ætlan­ar­leiðara­num. Øll løt­ an varð dokumenterað av privatari fyritøku, ið varð keypt inn til endamálið, um­framt at almenningurin kun­di fylgja við í beinleiðis stroym­ing frá tiltakinum. Sjálvt fjaldi SEV ongantíð yvir, at talan er um eina stóra verk­ætlan við líka stórari prestigu. - Vit hava í dag tikið eitt risafet á grønu kósini, sum vit øll eiga at fegnast um. SEV er fólksins ogn, og góða gongdin innan var­andi orkukeldurnar gagn­ar okk­ um øllum, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevnd­ar­for­mað­u­r. – Okkara visjón er, at øll orkunýtslan á landi skal koma frá grønum orku­ keldum áðrenn 2030, sigur Hákun Djurhuus, stjóri. Við vindmyllulundini er SEV sambært sær sjálvum framm­an fyri málið, ið felags­ skapurin setti sær í 2006. Tá segði SEV, at í 2015 skuldu 55 prosent av fram­leiðsluni stava frá varandi ork­ ukeldum. Tær 13 vind­myllur­ nar, ið tilsamans kunnu framleiða 41 GWt um árið, elva til bjartskygni. Felags­ skap­urin roknar nú við, at vatn- og vindorkan næstu árini verður 60 prosent av saml­aðu elframleiðsluni. Sambært SEV kostar verk­ætlanin í Húsahaga um­leið 180 milliónir krónur. Hó­ast vindmyllulundin sam­ bært SEV framleiðir streym fyri triðingsprís, sam­mett við framleiðsluna á Sunds­ verkinum, so verður el­rokn­ ing­in ikki bíligari fyri brúk­ ar­an. Vindmyllulund Vindmyllulundin í Húsahaganum framleiðir streym til okkurt um 9000 húsarhald, sparir SEV 9000 tons av tungolju og flytir felagið stórt fet nærri grøna málinum. Men brúkarin skal ikki vænta sær bíligari streym Sum verkætlanarleiðari hev­ur Terji Nielsen staðið á odda fyri arbeiðnum við stóru vindmyllulundini í Hús­a­haga­num, sum nú verð­ur tikin í nýtslu. – Vindmyllurnar sjálvar eru meiri framkomnar, og tær kunnu tískil í størri mun enn áður laga framleiðsluna eftir tørvi­num. Elektriski út­ bún­að­urin í nýggju vind­ myllu­num hóskar eisini mun­andi betur til føroyska el­netið, sigur Terji Nielsen. Verkætlanarleiðarin vísir á, at vindurin í Húsa­ haga­num kann vera sera skift­andi, enntá skifta nógv eftir sera stuttari tíð. Fyri at undirbyggja upp­ á­haldi visir Terji Nielsen fram eina mynd við sera ójøvn­um grafi við stórum sveiggj­um. – Høvuðsendamálið við battarískipanini er at javna stóru sveiggini, sigur Terji Niel­sen. Battarískipanin, ið verð­ur serliga ment til vind­myllulundina í Húsa­ haga­num, tekur streymin frá myllunum á goymslu og letur hann út aftur á elkervið eftir tørvi inn­an fyri stutt tíðarbil á nøk­ ur sekund ella nakrar minuttir. Sambært Terja Niel­ sen eru nýskipanir og dagføringar bæði á olju­ riknu verkunum og vatn­ orku­verkunum miðvíst farn­ar fram, soleiðis at verk­ini lættari kunnu ar­ beiða saman við óstøðug­ um orkukeldum sum til døm­is vindi. jonbrian@sos.fo Nýggj tøkni ger tað møguligt Ein framkomin battarískipan, saman við nýggjari tøkni, ger verkætlanina í Húsahaga til veruleika, sigur Terji Nielsen, verkætlanarleiðari Løgmaður tendraði Húsahaga – Við nýggju vindmyllulundini hjá SEV eru vit komin eitt stórt fet nærri einari grønari orkuskipan í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen