hósdagur 9. oktober 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Hetta er vindmylla nummar 14, segði Eike
Gentsch speiskliga. Fyrrapartin hósdagin handaði
sølustjórin hjá Enercon formliga Hákuni Djurhuus
og Jákup Suna Lauritsen, ávíkavist stjóra og
nevndarformanni í SEV, tær 13 vindmyllurnar, sum
nú framleiða streym út á føroyska elnetið
Vindmyllulund
hoyrdist so eisini ljóð úr
Húsahaganum
gjøgnum
hátalararnar í veitsluhøllini.
Vindurin spældi undir, með
an tekniski stjórin í SEV
greiddi frá, hvussu fyrsti
streymurin kom úr nýggju
vindmyllulundini.
– So lætt er tað at tendra
eina vindmyllulund, segði
Finn Jacobsen, eftir at hava
vegleitt løgmann gjøgnum
telduskipanina,
ið
stýrir
teimum 13 vindmyllunum í
Húsahaganum.
jonbrian@sos.fo
Sambært
SEV
kostar
samlaða
verkætlanini
í
Húsahaganum umleið 180
milliónir krónur. SEV vann
kappingina við Vindrøkt,
tí felagsskapurin sigur seg
kunna framleiða streym
fyri umleið 31 oyru fyri
hvørt kilowattið.
– Við vindmyllulundini
kunnu vit í dag framleiða
streym fyri ein triðing av
tí, sum tað í dag kostar at
framleiða streymin inni á
Sundi, sigur Hákun Djur
huus.
Áður hevur SEV ført
fram, at vindmyllurnar í
Húsahaganum við verandi
oljuprísum barbera okkurt
um 36 milliónir krónur av
árligu oljurokningini hjá
orkufelagsskapinum.
Sambært Hákuni Djur
huus fara spardu pengar
nir til at framtíðartryggja
felagsskapin.
– Hetta lættir um rakst
urin hjá SEV. Vit fáa eina
bíliga streymframleiðslu, ið
ikki ávirkast av oljuprísu
num, og harvið standa vit
sterkari um oljan dýrkar,
sigur Hákun Djurhuus.
Yvirskipaða málið hjá
SEV er, at øll elnýtslan á
landi skal koma frá grøn
um orkukeldum. Tað veri
seg vatnorku, vindorku og
í framtíðini eisini sjóvar
falsorku.
– Í hesum máli liggja
nógvir
fyrimunir,
sigur
Hákun Djurhuus, sum tó
ikki vil lova lægri streym
prísir.
Hinvegin vendir SEV-
stjórin
spurninginum
á
høvdið.
– Vit vita í hvussu er,
at oljuprísurin í longdini
bara gongur ein veg, og
tað er uppeftir. Við grønu
orkuni fáa vit ein mun
andi
meira
støðugan
framleiðslukostnað.
Og
tað merkir so aftur, at vit
sleppa at hækka elprísin,
tá oljan dýrkar, sigur Hák
un Djurhuus.
jonbrian@sos.fo
Grøna orkan
verður ikki
bíligari
Hóast vindmyllulundin sambært
SEV framleiðir streym fyri
triðingsprís, so verður elrokningin
ikki bíligari fyri brúkaran
Jákup
Suni
Lauritsen
er sera væl nøgdur, nú
SEV tekur í nýtslu tær 13
vindmyllurnar í Húsa
haganum. Íløgan á 180
milliónir krónur gevur
sambært SEV streym til
okkurt um 9000 húsar
hald, ið annars skuldu
fingið sín streym frá olju
rikna verkinum á Sundi.
Vindmyllurnar
kunnu
framleiða 41 GWt um árið,
og við verandi orkunýtslu
koma nú 60 prosent av
framleiðsluni frá vatni og
vindi.
– Vit hava í dag tikið
eitt risafet á grønu kósini,
sum vit øll eiga at fegnast
um. SEV er fólksins ogn,
og góða gongdin innan
varandi
orkukeldurnar
gagnar okkum øllum, sig
ur Jákup Suni Lauritsen.
Hóast kósin sambært
nevndarformanninum
er grøn, so noyðist SEV
næstu árini at gera risa
íløgur í eitt nýtt Sunds
verk. Tilsamans er talan
um eina íløgu á 600-700
milliónir krónur í eitt nýtt
oljurikið orkuverk.
– Okkara samfelag má
ikki koma í ta støðu, at vit
summarmánaðirnar hava
ov lítla orku at dúva upp
á. Tí noyðast vit at gera
íløgur í eitt nýtt Sunds
verk, sigur Jákup Suni
Lauritsen um stóru íløgu
na, ið stendur beint fyri
framman.
Í framtíðini verður tað
tó sjóvarfalsorkan, ið skal
taka síðsta partin av olju
ni burtur úr rakstrinum
hjá SEV.
– Tað liggur í kortinum,
at sjóvarfalsorkan skal
koma.
Orkuloysnin
er
ikki liðugt ment enn,
men vit vóna og vænta
at síggja stór framstig
næstu árini. Vit hava
longu gjørt avtalu við
eina týska fyritøku, sum
kemur at gera royndir
við sjóvarfalsorku longu
næsta ár. Og tað síggja við
fram til, sigur Jákup Suni
Lauritsen.
Yvirskipaða málið hjá
SEV er, at í 2030 skal øll
elframleiðslan koma frá
varandi orkukeldum. Tað
veri seg vatni, vindi og
sjóvarfalli.
jonbrian@sos.fo
Risafet á grønu kósini
– Næsta stóra stigið er
sjóvarfalsorkan, sigur
nevndarformaðurin í SEV, nú
vindmyllulundin í Húsahaganum
verður tikin í nýtslu