Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Trýst lagt á at fáa nýtt havrannsóknarskip Soleiðis hevur gingið við nýggja hav­rannsóknar­ skipinum: Kravið um at fáa nýtt havrannsóknarskip í staðin fyri Magnus Heinason økist – bæði andstøðu- og samgongupolitikarar vilja hava ferð á málið. Og tað vil Reiðarafelagið eisini Hóast Løgtingið longu í 2006 ásannaði, at føroyska hav­ rann­sóknarskipið Magnus Heinason var so niður­slitið, at tað illa longur kundi brúk­ ast, so finst enn ongin loysn uppá spurningin, nú tingið viðger fíggjarlógar­upp­skotið fyri 2015. Manglandi avsetingar av pengum til keyp ella leigu av nýggjum hav­rann­sóknar­ skipið fekk tingfólk úr fleiri flokkum til at taka harðliga til orðanna um, at onki hendir. – Tað er heilt avgerandi, at vit sum fiskivinnutjóð hava eitt skip, sum kann gera tær neyðugu kanningarnar. Hav­ rannsóknir eru neyðugar, tí tá ið vit samráðast við onn­ ur lond um rættindini, so er avgerandi, at vit hava neyðug og eftirfarandi data. Hetta segði Rodmund Nielsen, Fólkaflokkurin, tá ið hann aftur tók fatur á mál­ inum um tøgnina um málið um nýtt rannsóknarskip. Andstøðan Fleiri andstøðulimir høvdu frammanundan funnist at, at fíggjarlógaruppskotið onki nevnir um nýtt havrann­ sóknar­skip. Poul Michelsen, Fram­ sókn, var tann fyrsti: – Eg eri harmur um, at Lands­bankin var niður­lagd­ ur, men eg eri meira harmur um, at vit onki hava gjørt fyri at fáa nýtt hav­rann­ sóknar­skip. Tað málið liggur í ein­um tóm­rúmi, hóast vit øll vita, at vit mugu hava eitt nýtt skip. Eisini fleiri í samgonguni sóknaðust eftir pengum til eitt nýtt havrannsóknarskip. Teirra millum Eivin Jacobsen, Sambandsflokkurin, sum fleiri ferðir áður hevur víst á, hvussu neyðugt tað er, at vit fáa bygt eitt nýtt skip, sum er tíðarhóskandi. – Eg skal standa undir liðini á Rodmundi Nielsen í stríð­num at fáa bygt eitt nýtt skip. Sjálvur havi eg fleiri ferðir víst á møgu­leikan at kombinera hav­rann­sóknar­ skipið við eitt vaktar- og bjargingar­skip. Tað haldi eg hevði borið væl til, sigur Eivin Jacobsen. Hann vísir eisini á, at nú er tíðin komin til at tað skal bera til at seta gongd á málið. – Nógvar aðrar loysnir verða funnar, so vit kunnu eisini finna eina loysn, so vit fáa eitt tíðarhóskandi skip, sigur hann. Eisini formaður í ting­ bólk­inum hjá Fólka­flokk­ inum vil hava nýtt skip nú. – Eg vil bert siga tað heilt stutt: eg taki fult undir við tí, sum Rodmund Nielsen segði, sigur Jákup Mikkelsen. Privat loysn Sum víst verður til aðra­ staðni á síðuni, so hevur málið um nýtt hav­rann­ sóknar­skip havt eina langa ferð í um­sitingini og í Løg­ ting­inum. Seinasta uppskotið var fyri í fjør, tá ið lands­stýris­ maðurin við fiski­vinnu­ málum legði eitt upp­skot fram, sum gav lands­stýris­ mann­inum heimild til at lang­tíðar­leiga skip frá privatum eigarum í 20 ár. Uppskotið var um at koma ígjøgnum, men tá ið tað kom til 3. viðgerð var skot­ið upp av Kristinu Háfoss, Tjóð­veldi, at beina málið aftur í nevnd. Tað var sam­tykt. Málið kom ongan­ tíð aftur í tingið í tingsetuni og fall sostatt burtur. – Eg ivist eisini í um hatta yvirhøvur ber til, segði Rodmund Nielsen í Løg­ tinginum. Hann segði seg ivast í, hvussu tað praktiskt kann lata seg gera hjá einum privat­um at leiga skipið til hav­rann­sóknir í 10-11 mánaðir og at tað so skal bera til at leiga tað út til annað virk­semi ella sjálvur brúka tað í ein-tveir mánaðir. – So eg veit ikki um eg yvir­høvur trúgvi uppá hasa loysnina segði Rodmund Nielsen, Fólkaflokkurin. Alneyðugt Tað er ikki bert Hav­rann­ sóknar­stovan sjálv sum ger vart við, at tíðin er farin frá Magnus Heinasyni og at nýtt skip skal til. Reiðarafelagið, sum er farið at virka aftur, sær eisini ein stóran vanda í, at vit ikki hava neyðugu amboðini til at gera havrannsóknir. – Nummar eitt fyri okk­ um er, at vit fáa eitt skip at av­loysa Magnus Heinason. Um tað er alment ella privat hevur nógv minni týdn­ing fyri okkum, sigur Annfinn Olsen, formaður í Reiðara­ felagnum. Hann vísir á, at skulu vit sum fiskivinnutjóð fram­ hald­andi kunna vísa styrki við samráðingarborðið um rætt­indi, so er alneyðugt, at okkara samráðignarfólk hava tey neyðugu og álítandi data, sum onnur lond eisini viður­kenna. – Fimm treytir skulu uppfyllast í fiski­vinnu­sam­ ráð­ingum og ein av teimum er, at tú hevur neyðug og álít­andi data at leggja fram. Tí mugu vit beinanvegin tryggja okkum, at vit fáa eitt nýtt skip, sum lýkur ný­ mótans, altjóða krøv, sigur Annfinn Olsen, formaður í Reiðara­felagnum. Magnus Heinason er 35 ára gamal og óegnaður til nýmótans kanningar Uppskot er gjørt til nýtt skip, men ongir pengar eru settir av Mai 2006 Kostnaðarmeting av framtíðar viðlíkahaldskostnaði av Magnus Heinason Des. 2007 Arbeiðsbólkur á Havstovuni settur at gera kravspesifikasjón til nýtt havrannsóknarskip Mai 2008 Peningur játtaður til prosjektering av nýggjum havrannsóknarskipi Juni 2008 Prosjekteringsarbeiðið fer í alment útboð Juli 2008 5 boð komu inn at gera prosjekteringsarbeiðið Juli 2008 Tórshavnar Skipasmiðja fær arbeiðið at prosjektera nýtt havrannsóknarskip Aug. 2008 Prosjekteringsarbeiðið farið í gongd Des. 2009 Prosjektið avleverað 2010 Eingin játtan – minimalur aktivitetur Des. 2010 Játtan á 25 mió. kr. sett á fíggjarlógina fyri 2011. Restupphæddin á 175 mió. kr. sett á til 2012 – 2014 Mai 2011 Løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknaskipi samtykt Juni 2011 Fyrireiking av endaligum prosjekteringsarbeiði Des. 2011 Eingin játtan sett av í 2012. Restupphæddin á 175 mió. kr. skotin út til 2013-2014 Mars 2012 Útbjóðingartilfar liðugt, og klárt er at bjóða út Des. 2012 Íløgan skotin út. Restupphæddin á 175 mió. kr. sett á langtíðaríløguætlanina 2017-18 Jan. 2013 20 mió. kr. av støðlaðum peningi fluttar aftur í landskassan