Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føðingar 28.september fingu Sanna Andrassardóttir Dahl og William Souvy Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3980 gr. 24. september fingu Súsanna Hovgaard Clementsen & Tórður Bærentsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 5220 gr. Tungt er at skula seta saman nøkur minningarorð um ein av sínum bestu vinmonnum, Svein Erik Kristensen, og ikki verður tað lættari av, at hann fór alt ov tíðliga, bara 44 ára gamal. Heldur hevði eg viljað, at tað kundi tað verið ein kvøða á einum rundum degi ella ein heilsan í sambandi við okkurt av hansara mongu avrikum, tí tey vóru ikki so fá, hóast honum untist eitt so stutt lív. Sjálvur kom eg at kenna Svein í 2004, tá eg kom í starv hjá NCC í sambandi við Norðoyatunnilin, og tað var skjótt, at vit báðir funnu útav, at vit samstarvaðu væl og trivust væl saman. Kemiin okkara millum var góð, og tá hann síðani fór til Noregs at gera aðrar tunlar, vildi hann hava meg at koma við sær. Eg so gjørdi, og tí hava vit arbeitt saman so at siga øll hesi 11 árini, vit hava kenst, burtusæð frá onkrum einstøkum steðgi. Umframt alt tað, ið hevði við arbeiði at gera, høvdu vit eisini nógv saman sum vinmenn. Og Svein var ein framúr góður vinur at hava, tí hann var altíð til reiðar at hjálpa, um tað so var í sambandi við arbeiði ella bara sum vin­ menn. Altíð átti hann eina hjálpandi hond, sum hann var til reiðar at rætta øðrum. Ikki er ov nógv sagt, at Svein var ein sannur undan­ gongumaður, tá tað snúði seg um tunnilsarbeiði og aðrar stórar verkætlanir. Hann var við til at gera bæði Vágatunnilin og Norð­oya- tunnilin, umframt at hann hevur gjørt fleiri tunlar í Noregi, har boð eisini vóru eftir honum, tá onnur stór tøk skuldu takast, tí hann var so framúr dugnaligur til alt tað, hann fór í holt við. Her havi eg eisini hug til at nevna, at Svein setti stór­ an prís upp á føroyingar og føroyska arbeiðsmegi, og hann gekk eisini undan, tá tað ráddi um at útvega før­ oyingum arbeiði í Noregi, og tað hava fleiri enn eg sannað og fingið stóra gleði av. Eg var so hepping arbeiða saman við honum, og har ráddi bara um at taka til sín og takka fyri ta nógvu og stóru vitan, hann gleðiliga lat okkum onnur fáa part av. Svein doyði tann 3. sep­ tember, og tað kom sera dátt við. Ikki vardi tað meg, at dagurin fyri skuldi vera tann seinasti, vit høvdu saman, og at samtalan okkara millum í telefonini tað kvøldið skuldi verða tann seinasta. Vit høvdu eisini so nógvar og ofta drúgvar samtalur, so tann parturin av gerandisdegnum er burtur nú og kemur ong­ an­tíð aftur. Føroyar áttu eitt stórt pláss í hjartanum á Svein, og hann valdi at búseta seg í Kvívík, har hann og Jona Jacoben bygdu sær heim við børnunum, Janu og Her­dis, umframt at hann framm­ anundan átti Eirik, Caroline og Fredrik. Familjan vara hansara eitt og alt, og hjá teimum er saknurin eisini stórur, nú teirra kæri maður og pápi er farin. Góði Svein, tað er eitt stórt tómrúm, ið stendur eftir, nú tú so brádliga varð tikin burtur. Saknurin eftir teg er stórur hvønn einasta dag, men vit mugu bara royna at ugga okkum við tí, sum onkur annar hevur sagt, at Várharra eisini hevur brúk fyri góðum fólki og at tí vóru boð eftir tær nú. Tú setti sanniliga spor eftir teg í tínum alt ov stutta lívi, og tey mongu og góðu minnini eiga vit eftir. Hvíl í friði, mín góði vinur, Svein Erik Kristiansen! Kári Johansen Til minnis um Svein Erik Kristiansen 90 ára føðingardagur Leygardagin 25. oktober fyll­ ir Begga Eiriksfoss, ætt­að av Sandi, búsit­andi í Havn 90 ár. Føðingardagurin verðu hildin tann 25. oktober frá kl. 16:00 í Sjóndeplinum, Ís­landsvegur 10 A. Øll eru vælkomin. 80 ára føðingardagur 10. oktober verður Ole Jacob Jacobsen 80 ár. Dagurin verður hildin á Kráar­vegi 11, Kambsdali frá kl. 17.00. Øll eru vælkomin. 70 ára føðingardagur 23. oktober fyllir Lena Jacob­ sen, Selatrað, 70 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 25. oktober hjá dóttrini, Mýri­vegur 14, í Norðskála, frá kl. 18. 50 ára føðingardagur Leygardagin 25. oktobur fyllir Álvur Thomsen í Sandvík 50 ár. Dagurin verður hildin í Høllini í Trongisvági kl. 19. Tey (14 ár og eldri),ið ynskja at halda dagin saman við mær, eru vælkomin at siga frá innan 10. oktobur á tlf 375296 / 265794, ella á teldu­ posti: btj@olivant.fo 80 ára føðingardagur Leygardagin 11. oktober fyllir Elin Ejdesgaard, Eiði, 80 ár. Dag­urin verður hildin Mið­høllini í Eiðis skúla frá kl 12. Øll eru hjartaliga væl­ komin. 85 ára føðingardagur Fríggjadagin 31. oktober verð­ur Sigrid Ziskason, Hoy­vík 85 ár. Dagurin verð­ ur hildin heima hjá dóttrini á Djúpa­gilsvegi 34, 188 Hoy­ vík frá kl. 16.30 – har øll, ið vilja heilsa uppá, eru hjarta­ liga væl­komin. 65 ára føðingardagur Leygardagin 11. oktober fyll­ ir John Myllhamar, Sanda­ vági, 65 ár. Dagurin verður hildin heima á Giljatrøðni 9, frá kl. 12. Øll eru hjartaliga vælkomin. 50 ára føðingardagur Onsdagin 22. okt. fyll­ir Jákup Berg 50 ár. Dag­urin verður hildin í Bygdar-hús- inum í Lopra 18. okt. frá 14- 19. Tey ið ynskja at halda dagin saman við mær eru vælkomin at siga frá innan 4 okt. á tlf 374074. 4. oktober fingu Ásla Leila Johansen, Miðvágur og Kenneth Joensen, Tórshavn, ein son. Hann vigaði 4390 gr og var 56 cm langur. 10. august fingu Beinta Johnsdóttir Danielsen og Janus á Ryggi, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4740 gr. Á myndini: stóribeiggin Bogi og diddan. 24. august fekk Andrew ein lítlabeiggja, sum eitur Benjamin. Hann vigaði 4040 gr og var 58 cm langur. Foreldrini eru Jóhanna Maria og Arnhold Olsen, Tórshavn.