Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bárður S. Nielsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og Fíggjarnevndarformaður Høvuðsboðskapurin í fíggja­r­lógar­upp­ skotinum 2015 Góða gongdin hjá vinnuni sein­astu árini sæst nú aftur í al­mennu kassunum. Optimisman í sam­fe­lags­ bú­skap­inum merkist nú av álv­ara í tænastuvinnuni og trúgv­in uppá framtíðina ger, at fólk aftur eru farin at brúka pengar. Við fíggj­ar­lóg­ar­upp­skot­ in­um 2015 kunnu vit stað­ festa, at tað gongur væl í før­oyska bús­kap­in­um, og at vit nærk­ast mál­in­um um javn­vág hjá landskassanum í 2016. Hetta var eisini tað, ið sam­gong­an setti sær fyri, tá ið hon tók við fyri skjótt trim­um ár­um síð­ani. Fyri einum ári síðani, tá ið fíggjarlógin fyri 2014 varð løgd fyri Tingið, metti lands­stýrið, at tað fór at verða trup­ult at náa mál­in­ um um javn­vág í 2016. Hetta vís­ir okk­um, hvussu skjótt búskapurin í Føroyum kann venda – nakað av einum jo- jo-búskapi. Tí skulu vit verða varin og fram­hald­andi føra ein skila­ góð­an bú­skaparpolitikk, har leitt og stýrt verður politiskt við skili og fastari hond. Málið er, at vit aftur fáa av­lop á landsroknskapin og byrja at niðurgjalda skuld – tað skylda vit okkara eft­ir­ kom­ar­um. Vit kunnu siga, at tað at átaka sær størri skuld svarar til at pantseta okkara frælsi. Fortreytin fyri vælferðini er búskaparvøkstur. Og fyri at tryggja búskaparvøkstur verð­ur eisini neyðugt við fleiri bygnaðarbroytingum. Tað eru enn nøkur øki og við­ur­skifti, ið vit kunnu gera meira við. Tørvur á vinnuligum nýskipanum Fyri at tryggja bú­skap­ar­ vøkst­ur er neyðugt við meira trygg­um kørmum fyri okk­ ara høv­uðs­vinnu og vinn­ una ann­ars. Hetta eiga vit at taka í størsta álvara og loysa ong­an­tíð ov skjótt, tí for­ treytin fyri okkara væl­ferð er búskaparvøkstur og væl­ standur. Vit hava ikki ráð at bíða við ný­skip­an­um – tær skulu ger­ast beinanvegin. Fyri at tryggja nýskapan og menn­ing, eiga vit at gera skip­an­ir, ið eggja vinnuni og borg­ar­um annars at skapa og bróta upp úr nýggjum. Ein fyritreyt fyri hesum er at­gongd til okkara tilfeingið. Tað er ikki altíð tey, ið sita á til­feing­in­um, ið sita inni við bestu hugskotinum, og tí eiga onnur eisini at sleppa fram­at. Vit hava havt eina met­ stóra framgongd í vinn­uni seinnu ár­ini, við nýggj­um pel­ag­iskum til­feingi og eini ali­vinnu í heimsflokki. Tað eru framvegis ríkir møgu­ leik­ar at fáa enn størri virði og fleiri arbeiðspláss burt­ur­ úr, um rætt verður borið at. Uppraðfesting av týðandi økjum Góða gongdin í búskapinum hev­ur havt við sær, at tað aftur er pláss til upp­rað­ fest­ing­ar av týðandi økjum. Tað er bæði gott og neyðugt, at meira er sett av til fyri­ byrgj­andi sjúkuviðgerð og ser­stak­an heilivág, til stakar uppi­hald­ar­ar og útbúgving. Eis­ini verð­ur nú tryggja, at samferðslan millum oyggj­ ar­nar verður røkt hvønn dag í ár­inum. Fyri at tryggja ein eff­ekt­ iv­an rakstur hjá tí almenna, so­leið­is at vit fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu, er pen­ing­ur settur av til eina verk­ætlan at talgilda al­ menna geiran enn meira. Hetta eru skilagóðar pol­ it­isk­ar raðfesting í einari tíð, har fígging vantar nógva­ staðni. Góðar tíðir krevja góða politiska leiðslu og stýring Tað er ongin loyna, at tá ið tað gongur væl í sam­fe­lag­ num, verður trýstið á al­ mennu kassarnar størri og trupl­ari er hjá okkum polit­ ikk­ar­um, at standa ímóti og annars at gera neyðugar bygn­að­ar­broytingar. Tí áliggur tað okkum, sum sita við evstu pol­it­isku ábyrgd sum Løgting – og evstu politisku ábyrgd­ar­ar í okkara landi – at hyggja yv­ ir­skip­að at fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot­in­um og fíggj­ar­liga og búskaparliga veru­leik­an­um, vit liva í. Vit skulu aftur hava avlop og nið­urgjalda skuld fyri ikki at liva í skugganum hjá kredi­tor­unum. Tað er okkara skylda, at lata eitt væl rikið sam­fe­lag víðari til okkara eft­ir­kom­ ar­ar. Ávaringar um vantandi haldføri í búskapinum Hóast búskaparliga løtu­ mynd­in sær bjørt út, trýt­ur ikki við ávaringum ymsa­ staðni frá. Tað eru komnar fleiri frá­ greið­ing­ar seinastu dag­arn­ ar, Búskaparráðið, Natio­nal­ bank­in og Moody’s. Allar staðfesta, at tað gong­ur væl í føroyska bú­ skap­in­um júst nú, men at vit hava av­bjóð­ing­ar fyri framm­an og at bygn­að­ar­ broy­t­ing­ar eru neyð­ug­ar fyri at framtíðartryggja bú­ skap­in. Boðskapurin frá t.d. rat­ ing­stovninum Moody's er greið­ur: Røkka Føroyar ikki mál­in­um um javnvág í 2016, og vit byrjað at niðurgjalda skuld, so er hugsandi, at rat­ ing­in versnar og at rentan á lands­kassaskuldini hækkar. Eisini verður dentur lagd­ ur á, at tætta sambandið í Rík­is­fe­lags­skapinum er við til at tryggja høgu ratingina og har­við lága rentu. Høg skuld ávirkar vælferðina Bruttoskuldin er nú so mikið stór, at ein lægri rating - og har­av hægri renta - fer at kosta landskassanum 60 mió. kr. fyri hvørt %-stig, ið rent­an hækkar. Um vit siga, at rentan hækk­ar 2% – og tað er ikki óhugsandi, tí verandi rentu­ støð­ið er metlágt - ja, so økj- ast útreiðslurnar 120 mió. kr. í einum høggi. Tað svarar til kostnaðin av 200 røktarheimsplássum ella raksturin av Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahúsið til­sam­ans. Hetta eru upphæddirnar, vit tosa um. Pengarnir skulu brúkast til vælferð og ikki til at gjalda rentur. Í míni verð snýr tað seg um, hvussu vit røkka málinum um at fáa av­lop í rakstrinum og aftur nið­ur­gjalda skuld. Vit kunnu staðfesta, at vit eru á rættari leið. Metta úrslitið á fíggj­ar­lóg­ar-upp­ skot­in­um er 139,7 mió. í halli og er hetta 57 mió. betur enn játt­an­ar­karmarnir, ið vórðu sam­tyktir í vár. Samanborið við onn­ur lond er okkara bú­skap­ar væl fyri. Vit hava und­ir 1% av BTÚ í halli, arb­eiðsloysið niðanfyri 4%, lands­kassa­ skuld bara 40% av BTÚ. Hetta eru alt tøl í flestu lond­ ini rundanum okkum, bara droyma um innanfyri tey næstu árini. Útgangsstøðið tá í fíggj­ ar­kreppan herjaði var ein rættu­liga sterkur búskapur, og hóast stór hall seinastu árini, eru vit framvegis væl fyri, og hetta eiga vit at brúka til okkara fyrimunar. Tørvur á nýskipanum í samfelagnum Vit eru hvønn einasta dag í harðari kapping við okk­ ara grannalond um arb­eiðs­ megina, kapitalin, borgaran og vinnuna. Fyri at standa okk­um í hesi kappingini skulu vit verða kappingarfør á øll­um økjum, bæði við tæn­ ast­um til borgarar og vinn­ una, fyri sama gjald sum í okk­ara grannalondum. Ein náttúrlig loysn - og helst tann einasta loysnin - er at gera tað, sum vit lovaðu at gera, við byrjanina av val­ skeið­in­um. Samgongan setti sær m.a. fyri at fremja hópin av bygn­ að­ar­broytingum. K o m m u n u n ý s ki p a n , heilsu­ný­skipan, skúla­ný­ skip­an, pensjónsnýskipan, fiski­vinnan á sjógvi skuldi ný­skip­ast, og eisini skuldi ein skatta­nýskipan setast í verk. Vit mugu viðurkenna, at tað eru fleiri av hesum ný­ skip­an­um, ið ikki eru gjørdar. Tað er harmiligt, tí tað er við ný­skip­an­um, at vit veruliga flyta mørk og kunnu fáa fíggj­ar­lóg­ina til at hanga bet­ ur saman. Skjótt til løgtingsval Tað er nú eitt ár eftir av hes­ um valskeiðnum. Vanligt er at siga, at tess longri, man kemur út í val­ skeið­ið, tess verri er at fremja stór mál og ný­skip­an­ir. So her er eitt at gera og tað er at bróta upp um arm­ ar og fremja nakrar ný­skip­ an­ir sum skjótast. Lat okk­um taka uppgávuna og ábyrgd­ ina á okkum. Lat meg enda við enn eina ferð at vísa á týdningin av, at vit brúka góðu búskaparligu støð­una til at gera okkum til eitt innovativt, framkomið og kappingarført samfelag, har øll hava møguleikan at brúka síni evni til at skapa fram­burð. Við hesum tryggja vit ein støð­ug­an búskaparvøkstur og harvið høga vælferð. Røða hildin í Løgtinginum tann 7. okt. 2014 í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 er til Tingsins viðgerð: kjak Fíggjarlógaruppskotið 2015 – langtíðarjavnvág og vælferð tryggjast Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Tað er náttúrligt, at ein for­ sæt­is­ráðharri sigur sína hugs­a­n um yvirskipaðu støð­una í Føroyum og Grøn- ­landi. Landsstýriskvinna Fólka­ floks­ins, Annika Ol­sen, vil sleppa at rættleiða for­sæt­is­ ráð­harr­an, Helle Thor­ning- Schmidt. Hví? Jú, tí forsætisráðharrin í set­a­n­ar­røðu síni í Fólka­ting­ in­um hevur sagt tað, sum øll vita: "Føroyar og Grønland hava stór­ar bú­skap­ar­lig­ ar avbjóð­ing­ar. Fleiri eldri. Færri til at arb­eiða. Brúk er fyri nýggj­um inn­tøk­um. Og fyri ný­skip­an­um, ið kunnu tryggja hald­før­ið í bú­skap­ in­um". Hetta er fakta. Hetta er tað, sum t. d. Búskaparráðið hev­ur sagt aftur og aftur. Somu­leið­is Tjóð­banki okk­ ara í nýggj­astu frá­greið­ing sín­ari. Hetta er tað, sum er neyð­ugt. Og so er tað líka mik­ið, hvør ið sigur hesar sann­leik­ar. Tað er ikki mín upp­gáva at verja eina sosi­al­demo­krat­ iska stjórn. Tó vil eg til eina og hvørja tíð verja rætt­in hjá øll­um borg­ar­um – eis­ini pol­it­ik­ar­um – til at siga sína hugs­an. Tað er sjálv­ur krum­ tapp­ur­in í fólka­ræðinum. Hetta, at ein for­sæt­is­ ráð­harri sigur sína hugsan um yv­ir­skip­aðu støð­una í Før­oy­um og Grønlandi, er ikki ann­að enn náttúrligt. Ger ráð­harrin ikki tað, so for­søm­ur hann sína skyldu sum for­sæt­is­ráð­harri. Helst er tann ann­ars so skila­góða lands­stýr­is­kvinn­ an lop­in fram­av, tí ong­in má forða tí fría og opna orða­ skift­in­um, sum brúk er fyri – eis­ini í rík­is­fe­lags­skap­in­ um. Landsstýrisfólk eiga tvørt­ur­ímóti at berjast fyri talu­fræls­in­um hjá øllum. Lands­stýrisfólk mugu virða frítt og opið orðaskifti