hósdagur 9. oktober 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frits Johannesen
Leygardagurin 27. septembur
var ein sjáldsamur dagur. Tók
meg saman og fór út á Nes
til endakonsertina hjá Ólavi
Hátún. Ljósskiftið fjallanna
millum var sjáldsamt. Til tíð
ir døkt, dimt og øskulitt, men
so úr skýgloprum kom ein
riðil av stakljósi, sum eygað
sjáldan sær. Tað var ikki bert
ljósið, sum legði seg út yvir
líðir og bláar skorar. Nei, eitt
yndisligt ljóð, sum varð borið
uppi av títlingsljóði úr gjáum
og áum og smáfuglaveingja
sløgum frá farnum døgum
í ond, musiskum ljóði, har
hvør tóni, hvør tinna og hvør
glæma var við í hesari sam
anrenning- eitt ævinleikaboð
av magn og anda.
Norðuri í Líð í Fuglafirði,
við
Heimarugjógv,
eigur
nógvur mortítlingur. Her
hoyrir tú sang bæði summar
og vetur av hesum lítla, fitta
Guðs skapningi, ið fyllir títt
sinni av kenslubornum med
viti um dýrdarløtur frá farn
um døgum, har tónleikur og
sangur dansa sín ævinnar
dans við gudagivnum stevi
í tínum huga aftur í fimmti
árini.
Skálafjørðurin
Meðan koyrt verður út á
Skálafjørðin, koma mong
andlit fram fyri teg í fjalla
mjørkanum,
sum
prýddi
fjallarøðirnar líka úr Fugla
firði og út á Skálafjørðin. Har
var Herluf Berthelsen, Carl
Clausen, Hans J. Højgaard,
Willy Gohl, Tage Mortensen,
John Høybye og hundraðtals
sangarar – bæði børn og vaks
in. Ein mynd sveimaði oman
fyri henda hóp í einglalíki
eins og í málningum Marc
Chagals. Hetta var Ólavur
Hátún. Hann fleyg so stillan
um allan henda mannahóp,
sum sang so yndisliga. Ein
heiðurskonsert í leysum lofti
fyri maistro, Ólavi Hátún
hinum heilaga. Havi aldri
sæð slíka sjón. Ja, eg trúði, at
Marc Chagall var risin upp
frá deyðum. Grálittu skýggini
broyttu lit. Tey runnu í okk
urgult við támi um andlits
brøgd, klæði og hárstrýggj
ur. Umbroytingin var ikki at
enda komin, men okkurgula
rann í gult, reyðgult, blóð
reytt og djúpt grønt, meðan
tað gráa læt seg í hvítt. Hetta
vóru sveiggini hjá Ólavi, lit
irnir og penslastrokini hjá
Marc Chagall, sum fór upp í
eina ond og rond.
Ljósið
Tá ið komið var upp um
Syðrugøtueiðið, flyrraði hetta
fyri tær sum hoygarðsstrá.
Har lá Skálafjørðurin og
spældi sær í sunnanljósi, og
flytingin var ikki steðgað,
men legði seg um fjørulut og
fjallagreinar við báðar armar
við henda fagra fjørð. Rand
arhvítt var millum Saltnes og
Tangafjørð. Tað tunga ljósið,
sum var innast við, fekk ikki
hetta fagra, loftgivna kór
at tagna. Tað ljómaði betur
og betur, og Ólavur sveim
aði sum ein verndareingil
til báðar síður út eftir Skála
fjørðinum. Eg ætlaði at rópa
á hann: Hvat ætlar tú? Vildi
ikki gera hetta, tá ið hann var
í leysum lofti saman við vin
um sínum. So skal hann hava
frið.
Toftavatn
Hópurin spreiddi seg um
allan fjørðin. Fremstur var
Ólavur. Hann setti seg ov
ast uppi á boripallinum,
sum lá har eins og ein bul
mikil albatrossur og fór at
stjórna hesum hópi. Tey
skóru útúr at syngja: Die
Himmel erzählen die Ehre
Gottes av Heinric Schütz.
Mong vóru tey, ið fóru út í
tún á Skálafjørðinum fyri at
lurta, síggja og hoyra hetta
valakór syngja..... Tað, sum
eygað ikki hevur sæð, og
oyrað ikki hevur hoyrt, rørir
ikki hjartað. Summi smíltust
og tyktust at verða glað, og
onnur táraðu av gleði. Onkur
helt, at hetta var afturkoma
Jesusar, men fingu hetta ikki
at bera til, tí Jesus kundi ikki
líkjast Ólavi Hátún. Hesin
dýrdarsongur fleyg til lofts
og rungaði ímillum tindar
og fjøll. Ljómurin legði seg
yvir allan Skálafjørðin, yvir
Toftavatn í einum diminu
endo, sum hjánaði burtur á
hesum spegilsblanka vatni.
Ólavur setti seg á ein av
hólmunum at rinda møðina.
Legði sínar tónlistaligu kór
veingir saman og fór at tutla
við lómin, sum har búleikaði.
Sangararnir settu seg kring
vatnið og sótu í kyrru og nutu
hesa sjáldsomu, dýrdargivnu
kvirru. Herluf Berthelsen,
Carl Clausen, Hans J. Høj
gaard, Willy Gohl, Tage Mor
tensen, og John Høybye
sótu á hólminum skamt ífrá
og pulkaðu sær eftir drúgva
flogið eftir hesum langa firði.
Allir brosaðu og hugdu yvir
á Ólav, har hann sat og kíndi
lóminum.
Skapanini av
Joseph Haydn
Ólavur reistist og segði: “ Nú
syngja vit brot úr Skapanini
av Joseph Haydn!” Øll reist
ust, men løgið var tað, ein
tyrla kom sveimandi yvir
vatnið og setti seg á ein av
hólmunum. Út úr hesum
flogkykti
kom
Jóhannes
Andreasen við flygli sínum
og tríggir solistar, Petur
Niclasen, tenorur, Joanna
Johansen, sopran, og Sámal
Matras Kristiansen, bassur.
Jóhannes fekk sett flygl
ið væl til rættis, so hann sá
maistro við sínum himm
alsku veingjum, sum fullu
inn í tað berjadrivna lendið
í døkkum, okkurgulum og
jarðgrønum heystarliti. Hetta
var sjón fyri eygað, sum seint
verður gloymd.
Endi
Kórið
reistist.........myndin
broyttist knappliga. Nú stóð
kórið frammi í kór í Fríðr
íkskirkjuni, og komið var til
seinasta partin av konsertini.
Kyrkjan fyltist við hesum
vakra og yndisliga kórljómi,
sum eg hoyrdi fyrstu ferð
1964 í kommunuskúlaavluni
í Havnini. Marjun Bæk, prest
ur, hevði í síni føgru talu hesa
løtu tikið samanum og sett
sín dám á vøkru, poetisku,
musisku
og
musikalsku
stundina. Solistarnir og kór
ið “tosaðu” væl saman, og
Jóhannes spældi sum ein
sannur pianistur... farvæl,
Ólavur! Farvæl! Jú, tann, sum
æru býður, er æru verdur, og
teimum, tú nýtur gott av,
skalt tú rósa!!!!!
Seinasta kórkonsertin
hjá Ólavi Hátún
Nicolina
Justinussen
Vit hoyra tíðindi, ill og
góð, í okkara fjølmiðlum,
og nú er komið nokkso
langt út aftur ein skelk
andi sending. Tað er nógv
gott her á landi, sum vit
kunnu gleðast um, men
so er eisini alt sagt.
Alt tað ringa, sum
er rundan um okkum,
smilttar her til okkara, og
sjálvandi taka nógv eftir
tí. Hví skulu vit vera verri
enn onnur? Væl er nógv
broytt í okkara tíð frá
fyrr, um eg so má siga.
Halgidagslógin kom
nú fyri, og tað var ikki
mjúkt at hoyra. Siglast
skuldi allar dagar, vit
skulu minnast til, at alt
er loyvt, men ikki alt er
gagnligt.
»Kom hviledagn ihu,
at du holder den hellig«
– nei man sær ikki so
nógvan heilgiskap í øllum
hesum. Lønirnar eru høg
ar og inntøkan, so fólkið
ferðast sum ongantíð, og
síðani bergholini er einki
óført, bert Suðuroyggin
er eitt sindur longri
avleið, og tí má man sigla
har, men tað veit eg nú
ikki, um ikki har kann
koma tunnil har Tað bleiv
sagt, tá hin kom her norð,
tað var bara dupult so
langt um Suðuroyarfjørð.
Føroya fólk hevur tað
gott aftur ímóti øllum
øðrum, bara vit duga at
síggja tað, men um tað
blívur nakað betri um
alla hesa sigling, rokni eg
nu ikki.
Nøgdsemi tað hoyrir
man ikki so nógv um í
dag. Úr orðtøkum Salo
mons fann eg hesi orð:
»Vendið við til leiðbein
ing mína, sí, tá lati eg
anda mín streyma yvir
tykkum, tá kunngeri eg
tykkum orð míni.«
»Men tann, ið lýðir
á meg, man búgva í
trygdum, man liva í friði
uttan at óttast fyri illum.«
Tær allar bestu
heilsanir sendi eg øllum.
Gud signi Føroya land.
kjak
Ein
heilsan
til
okkara
kristnu
menn