Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Siðsøga við Óla Jacobsen Kundi gjaldast við følskum pengum men ikki við íslendskum Kristian man hava verið ein tann fyrsti sýslumaður, sum fekk nakað av politiútbúgving í Danmark. Her kom hann í samband við Eigil Thune Jacobsen, sum seinni kom at spæla ein óhepnan leiklut í donsku søguni K ongsvitjanin var av í øllum góð­um í 1921. Eg fekk sum frá leið tað hug­skot at fara nið­ur til Dan­mark­ar á eitt politi­ skeið. Eg nevndi hetta fyri fút­an, Delbanco, og hann helt, at hetta ljóð­ aði skilagott. Hann skuldi kanna møgu­leik­ an fyri at hetta kundi lata seg gera kom­andi summar. Hetta endaði eisini við, at eg skuldi fara á eitt tríggjar mánaðar politiskeið í Keyp­ manna­havn. Margretha skuldi koma við, og dreing­irnir skuldu vera eftir hjá okkara for­ eldr­um í Havn og Heiðunum. Vit fingu eitt kam­ar í Keyp­mannahavn, sum beiggi mín Martin hevði havt, meðan hann arbeiddi á ein­um post­húsi niðri. Hann gjørdist seinni post­meist­ari í Føroyum. Spurningurin var so, hvør ið skuldi verða sett­ur sýslu­mað­ur, með­an eg var burtur. Tal­an var um at seta systk­ina­barn mítt, Christi­an Lar­sen. Men amt­mað­ur­in helt hann vera ov ung­an. Hann var ein­ans 22 ára gam­al og ov ung­ur til at skapa sær ta re­spekt, sum tørv­ur var á ein­um slík­ um starvi. Hetta kundi oyði­leggja hans­ara møgu­leik­ar fyri seinni at fáa starv sum sýslu­mað­ur. Eg mælti so til, at tað gjørdist Niels Pauli Morten­sen, sum var fulltrúi á skrivstovuni hjá mær. Eg fór so til Havnar eftir Margrethu og at siga foreldrunum farvæl. Vit skuldu fara við Tjaldur, sum var eitt ferðamannaskip, sum DFDS hevði bygt í 1904 til Føroya rut­ una. Hetta var áðrenn, vit fingu okkara egna Tjald­ur. Tað var 700 tons til støddar og kundi á tveim­um klass­um hava 70 ferða­ fólk. Skip­ari var Frand­sen, sum eg kendi, tá ið hann sigldi við Vesta, sum undir fyrra heims­bar­daga varð torpederað sunnan fyri Suð­ur­oynna. Vit løgdu at á Tvøroyri, og morgunin eft­ir skuldi haldast áfram til Leith og Keyp­ manna­havnar. Eg fekk so høvi til at rudda borð­ið á skrivstovuni, so einki skuldi liggja eft­ir til mín av­loys­ara. Vit ferðaðust á 1. klassa, og tað vóru nógv ferða­fólk. Veðr­ið var av tí besta, og tað lá væl fyri at hugna sær. Hetta var fyrstu ferð eg var uttanlands, og vit tóku hesa ferðina sum eina seinkaða brúð­ar­reisu. Ein ferðamaður var verkfrøðingurin Villa­france, sum stóð fyri havna­út­bygg­ ing­un­um í Havn og á Tvøroyri. Villafrance var sera blíð­ur, og tað var altíð hann sum bjóðaði, tá ið høvi beyðst. Villafrance var sera dugnaligur. Hann hevði ikki út­búgv­in sum verk­frøð­ing­ur, men hann hevði lært seg sjálv­an hetta kynst­ur. Tað var ofta, at hann við sínum hegni kundi loysa trup­ul­leik­ar, sum teir lærdu verkfrøðingarnir ikki kundi klára. Tók falskar pengar men ikki íslendskar Tá í tíðini varð vanliga lagt at í Leith á ferð­ ini millum Føroyar og Danmark. Tá ið vit komu hagar var møguleiki at fara í land, tá ið tollararnir høvdu verið umborð. Saman við tollaranum kom ein handilsmaður, og hann royndi at selja allar møguligar vørur til ferða­fólk­ini. Hann var kallaður Moses, tí hann sá út til at vera jødi. Væl var hann skor­in fyri tungu­band­ið, og hann tyktist at duga øll møgu­lig mál. Hesi blandaði hann sam­an, so ferða­fólk­ini skuldu so dánt kunna skilja hann. Hann segði seg kunna taka móti øll­um pen­ingi. Eisini følskum, men kort­ini ikki ís­lendsk­um! Hetta var stutt eft­ir, at Ís­land hevði fing­ið full­veldi, so álit­ið á ís­lendsku krón­uni hevur longu tá ver­ið vána­ligt. Ferðin frá Leith til Keyp­manna­havn­ar var eins stutt­lig og huga­lig, sum tann til Leith. Vit sóu Kronborg triðja dagin, tá ið vit nærk­að­ust Keyp­manna­havn. Tað var hug­ tak­andi at síggja hesa kendu borgina. Vit komu í øllum góðum til Keyp­manna­ havn­ar, har vit funnu fram til, hvar vit skuldu búgva. Um kvøldið vóru vit til eina stórsligna veitslu, har Villafrance aftur var vertur, og her var einki spart. Hann var ein ordiligur verð­insmaður. Fólkini, vit búðu hjá, vóru sera vinarlig og fyrikomandi. Vit máttu ansa eftir peng­ un­um, tí vit fingu ongan sum helst stuðul til hetta skeiðið. Politiskúlin Leiðarin á politiskúlanum var Eigil Thune Jac­ob­sen, sum eg eisini kom at hitta seinni. Hann gjørdist seinni ein sera umstríddur per­són­ur vegna sín leiklut undir týsku her­ set­ing­ini 1940-1945. Hann gjørdist fyrst politiovasti og síðan løg­mála­ráð­harri í 1941. Í veruleikanum vóru tað týsk­ar­ar, sum ráddu fyri borgum og kundi trýsta donsku politikararnar at fylgja sín­um krøv­um. Eftir at Týskland leyp á Sov­jet­sam­veld­ið í 1941 kravdu týskarar eina upp­gerð við donsku kommunistarnar. Teir vóru jagstr­að­ir av danska politinum og sett­ ir í eina legu, kallað Horserød lejren. Her er nú eitt fanga­hús, sum ikki minst gjørdist kent, tá ið Mogens Glistrup sat har. Tískil varð Thune Jacobsen trýstur til at leggja fram í fólka­tinginum uppskot um at for­bjóða komm­unist­iskum virksemi. Fólk kundu enn­tá tak­ast, um tað varð mett, at tey fóru at ger­ast virknir komm­un­istar! Hetta var greitt í stríð við grundlógina men var kort­ini einmælt samtykt í fólka­ ting­in­um. Teir valdu kommunistarnir, ein teirra var tann kendi Aksel Larsen, kundu ikki at­kvøða, tí teir vóru eisini í varðhaldi. Hetta var eisini greitt grundlógarbrot, sum sjálvt forsetin í Hægstarætti, Troels Jørg­en­ sen, vardi alment. Kommunistarnir vórðu longu tiknir, tá ið Thune Jacobsen tók við. Men hann varð eisini ákærdur fyri at svíkja hesar fang­ar við ikki at syrgja fyri, at teir kundu sleppa til rýmingar, tá ið týskarar í 1943 settu donsku stjórnina frá. Tað eydnaðist nøkr­ um at rýma, meðan aðrir vórðu sendir til fanga­leg­ur í Týsklandi, har viðferðin ikki var við mýk­ind­um. Carl Madsen og Hans Kirk hava skrivað nógv um hes­ar hendingar, har teir fara illa við Thune Jacob­sen, men óheftir søgumenn siga, at Thune Jacobsen vist ikki hevði kunn­að gjørt øðrvísi enn hann gjørdi. Men eg hevði alt gott at bera honum sum lærari. Eigil Thune Jacobsen var stjóri á politiskúlanum. Undir krígnum fekk hann ein uriaspost. Hann doyði longu í 1949. Kristian Djurhuus 29. partur