Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var spennandi at koma á politiskúla. Poli­tist­ar kundu eisini spæla hund. Eitt puss kundi vera, at tá ið fólk fóru í eleva­tor­ in kundi bera til at forða honum at steðga við ásettu hædd­ina, um ein maður stóð ovast og ein ann­ar nið­ast og trýsti á eleva­ tor­knøttin. Tá kundi eleva­tor­ur­in koyra upp og nið­ur í tað óenda­liga. Men eina ferð gekk hetta heilt gal­ið. Tá var politistjórin Men­zon fang­að­ur í eleva­ tor­in­u­m og koyrdi upp og nið­ur eina góða løtu. Hann var spinnn­andi ør­ur og kravdi eina ­frágreiðing frá Thune Jac­ob­sen, sum rædd­ist Menzon eins nógv og øll onn­ur gjørdu. Roynt var at finna teir seku, men hetta eydn­aðist ikki. Á vitjan hjá Rytter Eg og Margreta hildu, at nú mátti fáast skil á okkara húsaviðurskiftum á Tvøroyri. Nú ætlaði eg at tosa við løgmálaráðharran Svenn­ing Rytter, sum eg kendi frá hansara tíð sum amtmaður í Føroyum. Tað eydnaðist mær at fáa avtalu við Rytt­er. Hann var sera vinarligur og spurdi eft­ir pápa mínum. Teir høvdu sitið í nevnd sam­an. Pápi hevði eisini verið við í politikki. Rytt­er var eisini áhugaður at frætta um við­ ur­skift­ini í Føroyum. Eg greiddi frá tí, sum eg visti, og greiddi so frá, hví eg var í Danmark. Rytter fortaldi, at hann visti væl, at eg hevði søkt um at koma á politiskúlan og helt, at hetta var eitt gott hugskot. Eg greiddi honum frá, hvat eg lærdi, og hann spurdi meg, um eg hevði orku at læra okk­urt afturat tí, sum longu var á skránni. Eg segði, at eg hevði hug til at læra nak­að um fingra­avtrykk, og eg hevði eisini hug til at royna politiarbeiði í verki á eini politi­ støð. Hetta skuldi hann greiða. Síðan greiddi eg frá okkara hopleysu bústaðarviðurskiftum. Her segði ráðharrin, at tað var politikkurin hjá teimum, at sýslumenninir sjálvir syrgdu fyri bústaði. Men tað kundi kanska hugsast, at latið varð mær eitt embætislán til at byggja eini hús. Hetta skuldi ministerrið veð­halda fyri. Hetta vóru góð tíðindi at kunna fortelja Mar­gretu. Nú ráddi bara um at fáa eina grund at byggja á. Útlit til at fáa hús Nakrar dagar seinni varð eg boðsendur at koma á kommunuhospitalið at vitja Gud­ mund Mortensen, son Niels Juel. Hann var inn­lagdur har at fáa skurðviðgerð fyri knæ­ ið. Tað hevði annars ljóðað, at hann var sera vána­ligur, vist av tuberklum, sum vóru í knæ­num. Tað vísti seg eisini, tá ið eg vitjaði hann, at hann var ikki væl fyri. Hann segði mær, at hann vildi selja mær eina grund, sum hann átti. Har hevði hann byrj­að at byggja eini hús. Grundin var 1200 m2, og hann vildi selja mær hana fyri kr. 9.000. Hetta helt eg vera ríkiligt, men mátti ásanna, at glapp hetta av hondum, kundi tað taka langa tíð at fáa egin hús. Tískil gjørdu vit á staðnum avtalu um, at eg keypti grundina. Margreta var, sum rímiligt er, eisini fegin um, at nú var útlit fyri, at vit komu at búgva sam­an aftur. Eg fekk so møguleika fyri at arbeiða á politi­støðini á Frederiksberg, har eg fekk roynt allar tær uppgávur henda støðin hevði, m.a. við finguravtrykki. So var at fara heim aftur við Tjaldrinum. Vit steðg­aðu aftur á í Leith, har Moses aftur var um­borð við sínum “gullurum”. Her kom hann í horna­tøkur við ein ferðandi, sum eis­ini sá út sum eina annar Moses. Hann royndi at avdúka hin Moses sum ein svindl­ ara. Hesum fingu ferðafólkini ein bíligan stutt­leika burturúr. Komin aftur til Havnar prátaði eg við pápa, sum var timb­ur­mað­ur, um bygg­ing­ ina av hús­un­um. Eis­ini boð­aði eg amt­mann­ in­um og fút­an­um frá, at eg var afturkomin. Her greiddi eg frá mínum byggiætlanum við veð­haldi frá ministeriinum. Tað kendist, sum at amtmaðurin ikki var so fegin um mína av­talu hesum viðvíkjandi. Men kanska var hetta tí, at eg hevði fingið hetta greitt uttan um hann. Eg mátti so fara suður aftur til Tvøroyrar, með­an Margreta var eftir í Havn. Men hetta var ikki longur so óhugaligt, nú líkindi vóru fyri, at vit fingu egin hús. Tá ið eg kom aftur á skrivstovuna var alt, sum tað skuldi vera. Tað hevði eisini verið rími­liga frið­ar­ligt, meðan eg hevði verið burt­ur. Eg takkaði Niels Paula Mortensen fyri tað beinasemi, hann hevði víst mær at hava ábyrgd­ina av skrivstovuni hesa tíðina. Eg spurdi hann, hvat hann skuldi hava aft­ur­ fyri. Hann svaraði, at um tað var embætið, sum skuldi rinda eina slíka samsýning, var tað í lagi. Men skuldi eg sjálvur gjalda tað, skuldi hann einki hava. Eg mátti sjálvur gjalda, men helt fast um, at eyka ábyrgdin hjá Niels Paula skuldi ikki ger­ast lønarleys. Men Niels Pauli helt uppá sítt, at hann einki vildi hava. Men seinni fekk eg tó lønað honum við at gera honum onkr­ar beinar. Jarðarskatturin var ikki innkravdur, men tað gjørdi eg nú eitt sindur seinkað. Eg merkti meira og meira, at fólk komu til mín við sínum trupulleikum, og soleiðis skuldi tað eisini vera. Tað er eisini mín fatan, at ein sýslumaður skal royna at beina fyri mis­ skilj­ing­um millum fólk í sýsluni, soleiðis at slík mál ikki endaðu í rættinum. Hetta kundi taka sína tíð, men tað eydnaðist ofta. Men ofta fóru fólk kortini í rættin við smá­málum. Tað vóru eisini tey, sum reyp­ aðu av, hvussu ofta tey høvdu møtt í rætt­ in­um. Tey hildu, at hetta gav teimum eina viss tign. Í sýsluni vóru eisini fólk, sum tóku uppá seg at føra sakir uttan at vera løg­frøð­ ing­ar, soleiðis sum tað longu er greitt frá. Nú, eg hevði fingið eitt grundstykki, føldi eg meg nærri knýttan at fólkinum á stað­num, sum eg var komin at dáma væl. Annars var grundstykkið, eg hevði keypt, ein hurlivasi. Her var nógv sprongt og grund­in var stoypt. Her var nógv órudd. So her var nógv at gera, áðrenn tað kundi far­ast í holt við nakra bygging. Men eg setti í meg, at her skuldi ruddast, so eg eisini kundi hava ein urtagarð. Tey vóru ikki nógv, sum tá høvdu urta­ garð, men eitt undantak var Josefina Mort­en­sen, mamma Gudmund. Hennara urta­garður mundi vera ein tann vakrasti í Før­oy­um. Kongur hevði eisini tikið til hann, tá ið hann var í Føroyum í 1921. Komandi partur: Í frásøgnini hjá Kristian Djurhuus um tvær vikur verður greitt frá orsøkina til, at Gudmund vildi sleppa av við sína grund. Komandi partur um eina viku verður ein fiskimannasøga Svenning Rytter var illa dámdur av sjálvstýrisfólki sum amtmaður í Føroyum. Seinni gjørdist hann løgmálaráðharri og hjálpti Kristian Djurhuus at fáa hús. Tjaldrið hjá DFDS, sum Kristian og Margretha fóru til Danmarkar við á teirra fyrstu uttanlandaferð. Nógvir føroyingar hava eins og Kristian verið hugtiknir av Kronborg, tá ið Keypmannahavn nærkaðist. Rutan millum Føroyar og Danmark var í mong ár umvegis Leith.