Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Atli Gregersen, Pól Jóhannus Justinussen og Jóan Símun Edmundsson verða helst nýggir í uppstillingini í mun til dystin móti Finnlandi. Eisini verða onkrir spælarar fluttir runt Liðið so gott upptakt fótbóltur Tróndur Arge – Belfast Tær báðar fyrstu venjingar­ nar hava givið greiðar ábend­ ingar um, at tað verður so­ leiðis at føroyska liðið stillar upp leygarkvøldið. Jóannes Jakobsen, hjálpar­venjari á landsliðnum, sigur at venjaratoymið í minni mun hugsar um mót­ støðu­liðið, men at tað í hes­ um føri verður tikið atlit til krops­ligu styrkina hjá Norður­írlandi. Bæði Pól Jóhannus Justinussen og Atli Gregersen eru somuleiðis krops­sterkir og trívast við nógv­um tvídystum. Málverji Gunnar Nielsen situr fram­ vegis á bonkinum hjá skotska Premier League felag­num, Motherwell, men er klárt fyrsta val á lands­ lið­num. Lars Olsen hevur sagt, at støðan hjá Gunnari ikki er optimal, en at hann fram­vegis er fyrsta val. Gunnar sjálvur er klárur yvir støðuna. – Eg fari ikki í panikk í løtuni, men tað er ongin ivi um, at eg vil spæla. Broytist tað ikki, so má eg umhugsa støðuna á nýggjum, sigur Gunnar Nielsen um støðuna í felagunum hjá sær. Verjan Odmar Færø er skaddur og tí skal nýggjur maður í mið­verjuna. Eftir øllum at døma, so verður tað Atli Gregersen, ið skal avloysa mið­verjan hjá B36. Bæði til venj­ing mikudagin og í gjár var Atli Gregersen á liðnum við teim­um grønu vestunum, ið líkist nógv tí liðnum, sum Lars Olsen kann finna upp á at senda á vøllin. Hinir tríggir í verjuni, Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen, tykjast halda fast um plássið frá seinasta dysti. Miðvøllurin Róladur Jakobsen hevur giv­ið avboð og er ikki við. Tí skal nýggur maður á miðj­una. Sølvi Vatnhamar og Hans Jørgen Djurhuus eru nýggir í hópinum, men er líkt til, at Lars Olsen til hendan dystin heldur velur at um­skipa liðið, so Hallur Hansson dettur aftur á sen­ trala miðvøllin saman við Fróða Benjaminsen, meðan Christian L. Holst verður flutt­ur frá vonginum inn á fram­rættaða miðvøllin. Hendan samansetingin er sæð fyrr, men hevur nakrar spurningar við sær. Fróði og Hallur eru líkir, tá tað kemur til instinkt. Teimum dámar ikki at halda plássið og elska at renna framvið. Tað kann ein verjukendur miðvallari á landsliðnum ikki. Tí er spurn­ingurin hvussu upp­ gáv­ur­nar verða deildar millum teirra. Somuleiðis hava trupul­ leikar verið av verjukenda spæl­inum hjá Christiani L. Holst, sum avgjørt hev­ur sínar styrkir í álops­spæl­ inum. Rógvi Baldvinsson kom inn fyri Róald móti Finn­ landi, men tykist ikki verða loysnin Lars Olsen leitar eftir. Brandur H. Olsen er fram­tíðar loysnin á mið­ vøll­inum, men enn er hann ungur og skal læra. Sølvi Vatn­hamar er ein møguleiki við sínum harða arbeiði, og Hans Jørgen Djurhuus við sínum royndum sum verju­ kendur miðvallari. Álopið og vengur Gilli Sørensen skuldi ongan­ tíð havt byrjað inni móti Finn­landi. Hann hevði illa nokk spælt nakrar minuttir við eyka­liðnum hjá AaB, eftir drúgvan skaða. Tað ásannaði Lars Olsen eisini til eitt vist til tíðindafundin seinast. Á vinstru verður tað helst Pól Jóhannus Justinussen, ið kemur inn. Hann bjóðar uppá styrki og massar av »fight«. Hann hevur røkt hatta plássið fyrr við góðum úrs­litum. Verri er, tá hann verður parkeraður á vinstra bakk. Á høgra vongum tykist Lars Olsen ætla at brúka Jóan Sìmun Edmundsson. Hann hevur annars fyri tað mesta verið fremsti maður, og til tíðir á framrættaða mið­vøll­inum. Hetta er ein spenn­andi roynd, tí tofta­ maðurin er framúr til at halda upp á bóltin. Hevur hann ein góðan dag, so kunnu hann og Christian L. Holst lætta um trýstið á verj­uni við sínum góða bólt­ før­leika. Vandin er, at Jóan Símun ikki arbeiðir sum ein klass­iskur vongspælari í verju­støðu. So fær Jónas Tór Næs úr at gera á høgra bakki. Tað hendi seinast, tá vit taptu 4-0 á Windsor Park. Í álopinum verður tað Páll Klettskarð, sum skal ganga á odda. Bleiv spældi ikki væl móti Finnlandi, men tykist hava eginleikarnar, ið Lars Olsen ynskir av ein­um áleypara á føroyska lands­ lið­num. Tá Jóan Símun hesa ferð byrjar inni, so er líkt til, at Arnbjørn Hansen helst fær eina løtu í seinna hálv­ leiki. trondur@sosialurin.fo Leygardagin 11. oktober, kl. 19.45 Undankappingardystur - Windsor Park, Belfast N.írland vs føroyar Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF Soleiðis byrjar føroyska liðið leygarkvøldið: Christian L. Holst Fróði Benjaminsen Atli Gregersen Jónas Tór Næs Viljormur Davidsen Gunnar Nielsen Jóan Símun Edmundsson Páll A. Klettskarð Hallur Hansson Pól Jóhannus Justinussen Sonni Ragnar Nattestad