hósdagur 9. oktober 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
sum sett
fótbóltur upptakt
Hópurin hjá Føroyum:
Málverjar:
Gunnar Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . Motherwell (SCO)
Teitur Matras Gestsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Tórður Thomsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Verja:
Jónas Tór Næs . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . EB/Streymur
Viljormur Davidsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Vejle (DEN)
Atli Gregersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Rógvi Baldvinsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ålgård (NOR)
Sonni Ragnar Nattestad . . . . . . . . . . . . . AC Horsens (DEN)
Alex Mellemgaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Bárður Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Miðvøllur:
Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Gilli Sørensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . AaB (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ
Levi Hanssen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Kaj Leo í Bartalstovu . . . . . . . . . . . . . . . . Levanger (NOR)
Christian Lamhauge Holst . . . . . . . . . . Fremad Amager (DEN)
Hallur Hansson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Brandur H. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . FCK (DEN)
Sølvi Vatnhamar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Hans Jørgen Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Framherji:
Jóan Símun Edmundsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Arnbjørn T. Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . EB/Streymur
Páll A. Klettskarð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ
Tróndur Arge – Belfast
Tað var ein biilsin Hans
Jørgen
Djurhuus,
sum
sunnukvøldið lá í sofuni
og fekk eina uppringing.
Aldrin fyrr hevur Hans
Jørgen
Djurhuus
verið
upp á tal til landsliðið, men
seinastu tvey árini hevur
hann vísti síni evnir sum
verjukendur miðvallari hjá
Víkingi, ið hevur spælt seg
víðari í Evropa tvær ferðir.
Eisini eru royndirnar
komnar Víkingi til góðar í
finalunum um Løgmans
steypið. eitt steyp, sum
Víkingur
hevur
vunnið
tríggjar ferðir upp í slag.
Til lukku!
Fyrsti maður at ringja var
tó ikki landsliðsvenjarin,
men landsliðsliðfelagin úr
Víkingi, Atli Gregersen.
Børnini eru farin í song
og Hans Jørgen liggur á
sofuni og hevur tendrað
sjónvarpið, tá Atli ringir og
sigur tillukku.
– Eg sigi so við hann, at
eg ikki fylli í dag. Atli sigur
so nei, men at eg eri úttikin
til landsliðið og at lands
liðsvenjarin ringir hvørja
løtu. Og tað gjørdi hann so,
greiðir Hans Jørgen fra.
Næsta uppgávan er so
at fortelja konuni, Hjørdis
Gregersen, at hann nú
skuldi til Norðurírlands við
landsliðnum.
– Eg fortaldi so konuni,
at eg fór til Norðurírlands
við landsliðnum, men at
tað var sum spælari og
ikki áskoðari, sigur Hans
Jørgen, sum eisini hevur
fingið nógvar afturmeld
ingar síðani tíðindini blivu
kunngjørd.
– Nógv hava ringt og
ynskt mær til lukku. Eg
havi bara fingið positivar
reaktiónir fyri uttan frá
onkrum ÍF áskoðara, men
tað væntaði eg sjálvandi,
sigur Hans Jørgen smíl
andi. Víkingur og ÍF eru
grannalið og sunnudagin
vann Víkingur heili 5-0 á ÍF.
Tað ber til
Úttøkan av Hans Jørgen
prógvar, at tað loysir seg
at stríðast sjálvt um evnini
ikki eru eyðsýnd.
– Tað vísur bara, at tað
ber til sjálvt um tú ikki
hevur heilt eyðsýnd fót
bóltsevnir, men arbeiður
hart hvønn dag og offrar
teg, sigur Hans Jørgen, sum
langt síðani hevði avskriv
að at koma á landsliðið í
síni yrkisleið.
– Eg havi ikki hugsa um
tað í fleiri harras ár, tí eg
eri bilivin so gamal. Nú fari
eg at venja so gott sum eg
kann, og so fáa vit at síggja
um eg fái nakrar minuttir,
sigur 35 ára gamli Hans
Jørgen
Djurhuus,
sum
longu hevur gjørt sáttmála
við Víking fyri komandi
kappingarár.
– Eg má bara taka eitt ár
á gangin, tí eg eri so gamal.
Lat meg siga tað soleiðis, at
um eg blívi føroyameistari
komandi ár, so kann eg
gevast, sigur Hans Jørgen
at enda.
Kemur
Hans
Jørgen
Djurhuus
á
vøllin
á
Windsor
Park
leygar
kvøldið, so verður hann
elsti debutanturin á før
oyska landsliðnum nakran
tíð.
trondur@sosialurin.fo
Til lukku? – Eg havi
ikki føðingardag
Skjótt 36 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus gjørdist bilsin,
tá hann fekk boðini um, at hann á fyrsta sinni er úttikin til
landsliðið. – Tað prógvar bara, at tað ber til um tú arbeiðir
hart, sigur stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá Víkingi
– Nú fari eg at venja so gott sum eg kann, og
so fáa vit at síggja um eg fái nakrar minuttir,
sigur 35 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
Gunnar Nielsen og
landsliðið undir
venjing í Belfast