hósdagur 9. oktober 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
upptakt fótbóltur
Tað sigur 28 ára gamli landsliðsframherjin, sum í
vikuni skifti frá EB/Streymi til HB. Arnbjørn hevur
bara umboðað sundalagsmenn í vaksnmannafótbólti
Eg má royna
Tróndur Arge – Belfast
Tað hevur staðið á í fleiri
ár. HB hevur dyrgt eftir
Arnbjørn Hansen, men fram
herjin hevur higartil verið
trúgvur móti EB/Streymi.
Nú hann er blivin 28 ára
gamal hevur hann tó tikið
eina avgerð um at royna
nýggjar leiðir.
HB vóru aftur í ár klárir
at fáa framherjin í sín lut.
Hesa ferð bar til. Fíggjarliga
støðan er ikki góð í EB/
Streymi og tað ítróttarliga
stendur ikki við. Í fjør fekk
felagið á fyrsta sinni
síðani
2006
einki
heiðursmerki. Tað er
aftur støðan í ár. Um
framt tað, so ljóðar at
felagsliðið ikki megnar
at kappast á fíggarliga
økinum og tí eru fleiri
spælarar á veg avstað.
Hóast
søgurnar
hava gingið leingi, so
er tað bara fyri kortum,
at Arnbjørn fram til, at
hann ynskir nýggjar
avbjóðingar.
– Fyri einum mán
aði síðani segði eg
við meg sjálvan, at eg
mátti
royna
okkurt
nýtt. Eg eri ikki heilt
ungur longur, og eg
helt at tíðin var komin
at royna okkurt ann
að.
Tað
skal
nokk
blíva spennandi, sigur
Arnbjørn Hansen um
skiftið til HB.
Siðani
hevur
samskiftið
verið
millum partarnar um at
fáa eina avtalu upp á pláss.
Fleiri feløg hava verið inni í
myndini, men sum skilst, so
var tíðliga greitt, at HB vóru
at vinna kappingina um
landsliðsframherjan.
– Tað hevur verið tosað
eitt sindur aftur og fram,
men tað hevur ikki staðið á í
so langa tíð. Eg hevði onkrar
aðrar møguleikar, men eg
havi spælt við HB fyrr. Tað
var nokk tað, sum gjørdi
munin, sigur Arnbjørn, ið
spældi við HB sum yngri.
Stendur í stað
Arnbjørn Hansen er óiva
ein av okkara evnaríkastu
fótbóltsspælarum,
men
hugurin at arbeiða hart og
liva yrkislívið sum fótbólts
spælari hevur ikki fylgt
við. Í toppform hevur hann
altjóða klassa og tað prógv
ar hann, tá hann spælir í
Evropa og tá hann spælir á
landsliðnum.
Hann hevur skotið trý
mál í 16 landsdystum, men av
teimum er hann innskiftur
tíggju ferðir, og útskiftur
fimm ferðir. Also hevur hann
bara spælt ein fullan lands
dyst.
– Eg kendi á mær, at eg
havi staðið í stað í eina tíð.
Eisini perónliga. So tað er
eisini ein orsøk til at royna
okkurt nýtt, sigur Arnbjørn
Hansen,
sum
skjeyt
129
mál í bestu deildini fyri EB/
Streym.
Seinnu
árini
hevur
Arnbjørn verið nógv skaddur.
Her hevur talan millum ann
að verið um fiburskaðar,
sum kunnu fyribyrgjast við
røttu viðgerð, rættari venjing
og tilpassaðari hvíld. Hetta
hevur
EB/Streymur
ikki
dugað nóg væl seinnu árini.
– Eg havi verið skaðafríur
í fleiri mánaðir nú. Tað er
longri enn hvat eg plagi, so
tað er positivt. Vit hava tosað
um tað í HB, so tað er nakað
eg rokni við at vit koma at
arbeiða miðvíst við, sigur
framherjin víðari.
Tað er trýst á at spæla við
HB, men Arnbjørn ætlar ikki
at tað skal merkja hugin at
spæla fótbólt.
– Eg ætli mær at vinna,
tað sum kann vinnast og
samstundis hava tað stutt
ligt, sigur Arnbjørn, ið eisini
hugsar um at koma í rætta
formin, so hann ikki skal sita
so nógv á bonkinum á lands
liðnum.
– Sjálvandi kundi
eg hugsa mær at spælt
fleiri landsdystir og
ikki sitið so nógv á
bonkinum, men tað er
nokk formurin, sum
ger
tað,
viðgongur
Arnbjørn Hansen, sum
enn hevur tveir dystir
eftir at spæla við EB/
streymi.
Hómar Kára
Reynheim
Ein av orsøkinum til
vantandi spælitíðina
á landsliðnum er um
framt formurin, eis
ini spælistílurin hjá
Arnbjørn. Hann er ikki
nakrar arbeiðishestur
og best dámar honum
bíða eftir rætta møgu
leikanum.
Hetta kann hann á
EB/Streyma liðnum og
á komandi HB liðnum.
Tíverri
gongur
tað
bara í løtum og í einstøkum
dystum á landsliðnum.
Arnbjørn var undir skúla
aldur, tá Kári Reynheim í
1991 skoraði føroyska málið
í
1-1
javnleikinum
móti
Norðurírlandi í fyrstu EM
undankappingini hjá okkum
nakrantíð.
– Eg hómi, tá Kári Reyn
heim skoraði móti Norður
írlandi. Nú vóni eg bara at
tað endurtekur seg. Tíðin er
komin til at vit fáa eitt gott
úrslit á útivølli, so eg vóni
at tað verður hesaferð, sigur
Arnbjørn Hansen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Eg kendi á
mær, at eg havi
staðið í stað í
eina tíð. Eisini
perónliga
Arnbjørn Hansen hevur skotið trý mál í 16 landsdystum
fyri føroyska A-landsliðið. Av teimum er hann
innskiftur tíggju ferðir, og útskiftur fimm ferðir.
Also hevur Arnbjørn bara spælt ein fullan landsdyst
Mynd: Álvur Haraldsen
Navn: Arnbjørn Theodor Hansen
Føddur: 27. feburar 1986
Aldur: 28
Pláss á vøllinum: Framherji
Yrkisleið:
Landsdystir: 16
Mál: 3
Minuttir 562
Innskiftur: 10 ferðir
Útskiftur: 5 ferðir
Dystir í bestu deildini: 208
2003-2014: EB/Streymur
Mál í bestu deildini: 129
Mál per dyst: 0,62
Dystir samanlagt: 261
Mál samanlagt: 160
Mál per dyst samanlagt: 0.61
Profilur: