Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 10. oktober 2014 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur upptakt okkurt nýtt Pætur Albinus Arnbjørn T. Hansen er ikki ókendur í HB, har hann áður hevur spælt í ung­ dóms­deildini í nøkur ár, og við stýrisvølin hjá HB stendur nú ein venjari, hann kennir sera væl. Heðin Askham hevur nevn­iliga verið venjari hjá Arnbirni í EB/Streymi í trý og eitt hálvt kappingarár, og hann veit, um nakar, hvørjar dygdir Arnbjørn hevur. – Arnbjørn er ein áleyp­ ari, sum lúrir og skjýtur upp á alt. Hann hevur instikt og er har, sum bólturin er. Ein gløggur áleypari, sum dugir væl at flyta seg í teimum blindu vinklunum hjá verju­spælarunum, sigur Heðin. Arnbjørn hevur í ár verið darvaður av skaða, og tað hevur ført við sær, at formurin eyðsæð ikki hevur verði hin besti. Men tað væntar HB-venjarin, at hann verður í nýggja felagi hansara. – Vit vænta, at vit klára at fáa hann í form til kom­ andi kapping. Tað krev­ur ein innstats frá hon­um, men vit hava eina vetrar­ skrá í HB, so vit eru vónrík, sigur Heðin. Passar væl inn Heðin Askham metir, at Arnbjørn ikki bara passar væl inn í spæliskipanina hjá HB, men øgiliga væl. – Hann passar øgiliga væl inn, tí sum vit hava sæð hjá okkum í ár, so blíva tað nógvar flytingar á vøllinum og tað hevur manglað ein at pota bóltarnar inn. Júst tær renningarnar hava mangl­að, sigur Heðin og vænt­ar, at Arnbjørn kann útinna hesar renningarnar. HB er væl mannað í álops­partinum framman­ undan við leikarum sum Jóan Símuni Edmundsson, Andrew av Fløtum og Poul Ingason, men tað er nógv, sum bendir á, at onkur teirra ikki verður við kom­andi kappingarár. Heðin váttar, at spælarar eru ávegis úr hópinum, og Sosialurin hevur áður borið tíðindini um, at Jóan Símun Edmundsson skal royndar­ venja við Hobro í Danmark eftir hetta kappingarárið. – Tað eru spælarar á veg út og einstakir á veg inn. Hópurin verður broyttur. Vit hava ein bólk at taka sær av hópinum og at fáa kabalina at ganga upp, men eg havi ikki ordiliga fingið hópin upp á pláss enn, staðfestir Heðin. Kann broytast Hóast HB í ár hevur hildið rættiliga fast í at spæla við einum manni fremst, so vísir Heðin ikki aftur, at teir nú fara at spæla við tveimum áleyparum. – Um fólkið er til tað, so kundi tað hugsast at spæla við tveimum áleyparum. Tað er tó tengt at hvørjar leikarar vit hava inni, sigur Heðin. HB hevur besta mál­ mun­in í Effodeildini og hevur saman við Víkingi skotið flest mál. Heðin vendir tí tó á høvdið og metir, at teir kundu havt enn betri málmun. – Tað eru farin fá mál inn í ár, og so hava vit eisini skorað rímiliga støðugt. Sum lið framleiða vit møgu­ leikar og kundu havt enn betri málmun, sigur Heðin Askham at enda. albinus@sosialurin.fo Hann passar øgiliga væl inn Heðin um Arnbjørn: – Arnbjørn er ein áleypari, sum lúrir og skjýtur upp á alt. Hann hevur instikt og er har, sum bólturin er, sigur HB-venjarin, Heðin Askham, um stórfingnu tilgongdina, Arnbjørn T. Hansen Arnbjørn Hansen í HB búnanum eftir at hann hevði skriva undir sáttmálan við høvuðsstaðarfelagið Mynd: www.hb.fo