hósdagur 9. oktober 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
teirri tíð, ið
hevur brúk fyri
bókmentaligum
idealistum
atthew møtti yrkingunum hjá
Jóanesi fyrstu ferð, tá hann umsetti
yrkingina “Mítt pass er andadrátturin”
í sambandi við ein fyrilestur hjá Tótu
Árnadóttur um modernaðar føroyskar
yrkingar á Føroyamálsdeildini í 2012.
Hann var bergtikin av yrkingini og
sendi hana til gitna bretska tíðarritið Modern Poetry
in Translation, sum prentaði hana og bað um at fáa
meira av hesum slagnum! Síðani tá hava týðingar
hjá Matthew av yrkingum hjá Jóanesi eisini verið
prentaðar í amerikonsku tíðarritunum RHINO og The
Adirondack Review.
Í løtuni arbeiðir Matthew við at leggja seinastu
hond á at týða savnið Brúgvar av svongum orðum
og fáa tað útgivið. Tóta Árnadóttir og undirritaða
hava samstarvað við hann í frítíðini við at týða
yrkingarnar í hesum savninum. Áður hevur Matthew
eisini samstarvað við Agnar Artúvertin í sambandi
við týðingarnar.
Nú Matthew Landrum er í Føroyum, kallar hann
til fundar um týðingarvirksemið, og Jóanes Nielsen,
Matthew Landrum, Kári Sverrisson og vit báðar Tóta
hittast í Kaffihúsinum. Vit skifta millum annað orð
um yrkingarnar hjá Jóanesi, sum at kalla liva sítt
egna lív og finna veg út í heimin. Matthew Landrum
arbeiðir við at týða tær til enskt, Kári Sverrisson
hevur smíðað løg til yrkingarnar og givið tær út á
fløgu, og í løtuni situr Eivind Weyhe og rættlesur
tær samlaðu yrkingarnar eftir Jóanes Nielsen, sum
Jógvan Isaksen hevur tikið stig til at prenta og geva
út í heyst.
Ein dráttur av pínu
Í sambandi við fundin nýtir Kári høvið at handa Jóanesi
lutin, sum symboliserar heiðurin fyri ársins sangtekst
til Faroese Music Awards 2014, sum hann tók ímóti fyri
Jóanes, tí hann var burturstaddur, tá virðislønirnar
vórðu handaðar. Teksturin er yrkingin “Lívið er júst
tað, sum tað er”, sum kom út á fløguni “Nøkur fá fet
aftrat” hjá Kára og Bendum Spónum í 2013, og tá eg
eftir fundin fái høvi at gera eina samrøðu við Jóanes
Nielsen, spyrji eg hann, hvussu hann hevur tað við, at
hansara yrkingar verða framførdar sum sangir.
– Tað hevur eydnast Kára at løtt yrkingarnar. Eg
var bangin fyri, at tað ikki fór at rigga; at tónleikurin
og hansara sermerkta rødd fóru at leggja seg sum
døgg oman á orðini. Men tvørturímóti hevur tað givið
yrkingunum nakað eyka. Hann hevur bókstaviliga
sett streym til tær tíggju yrkingarnar, og Bendar
Spónir spæla við einum sovorðnum neyvleika, at tað
veruliga pínir. Hugsi, at tað var Mikines, sum brúkti
tað kriteriið fyri góðsku, at í stórari list finst altíð ein
dráttur av pínu.
Tað eksistentiella
Henda yrkingin, “Lívið er júst tað, sum tað er”, sum
er kosin besti sangtekstur til FMA 2014, kemur inn á
tilveruspurningar, sum tykjast gerast meira sjónligir
í tínum tekstum, sum árini ganga. Hvørjar tankar gert
tú tær um hetta?
– Við savninum Kirkjurnar á havsins botni vágaði
eg mær at skriva hetta, sum onkur hevur kallað
tilveruyrkingar. Árini frammanundan lá eg meiri á
tí politiska bógnum. Ikki tí, eg hevði skrivað onkrar
kærleiksyrkingar og skapt poetiskar myndir, sum
boðaðu frá tí, sum skuldi koma við Kirkjunum á
havsins botni. Longu í tí fyrsta savninum Trettandi
mánaðin bar til at fáa eyga á hasi potentialini
t.d. í yrkingini "Til Jossa": Tað finnast skuggar ið
skammast/ yvir kjøt sítt/ andlit hvørs eygu/ eru
sjúkir fuglar./ Tað finnast ljós hvørs glóð/ aldrin hitar/
hendur ið leita á frostsettum hamrum.
Men hví eg skuldi vera fyltur 40, áðrenn eg tók
stigið heilt út, tað dugi eg ikki at siga tær. Helst
eri eg ein av teimum, sum mennist seint. Ostran á
havsins botni brúkar nógv ár til at framleiða eina
perlu. Hinvegin var ikki talan um nakra avgerð, eg
tók. Tað kom bara so líðandi, og síðani hevur tað
eksistentiella verið ein væl integreraður partur av
mínum skaldskapi.
Universið er tómt
Í hesi somu yrking er ein regla, sum tosar um
“varhugan av onkrum, sum ikki rættiliga brúkar somu
stødd av orðum sum vit”. Í øðrum yrkingum sigur tú:
“Eg stavi orðið Gud/ merki onkur er við mín lið/ stavi
orðið ævinleiki/ og stórar rúmdir opnast”...
Sjálvandi liggur nakað at kristnum mystiskum
tankagóðsi í reglum sum "varhugin av onkrum, sum
ikki brúkar somu stødd av orðum sum vit", ella "Eg
stavi orðið Gud/ merki onkur er við mína lið". Tankin,
um at universið er tómt, er í veruleikanum ein
ræðandi tanki, men eg haldi, at tað er soleiðis! Hatta
eru okkara kor. Hinvegin ber til at siga, at tá vit evna
at hugsa tankan um ein Gud, so kundi tað indikerað
hjáveruna av onkrum, sum ikki brúkar okkara
orðastødd. Men tað kann eisini merkja knæfall fyri
einum ynskidreymi. Universið er eitt øgiliga kalt stað,
og tú stendur einsamallur á einum fúkandi meteori.
Skal eg skilja hetta sum, at varhugin og tað lítla
sindrið aftrat, sum tú kemur inná í orðingini: “Lívið er
júst tað, sum tað er/ og eitt lítið sindur aftrat”, er ein
ynskidreymur, um at universið ikki er tómt hóast alt?
– Ja, tað er handa vegin eg hugsi, men skal eg
draga eitt sindur samanum, so brýggi eg meg ikki um
hugtøk sum politiskan skaldskap, kristnan skaldskap,
tilveruyrkingar, erotiskar yrkingar o.s.fr. Hjá einum
bókmentafrøðingini kann tað vera hent at arbeiða
við slíkum hugtøkum, men hjá einum skaldi at
reindyrka tær sjangrurnar merkir, at man frívilliga
skerjir seg. Reinur kristin skaldskapur er rætt og slætt
vánaligur skaldskapur. Somuleiðis reinur erotiskur
skaldskapur. Tá er menniskjan reduserað til nervar,
spin og sveitta. Kynstrið hjá einum skaldi er at fáa alt
at hanga saman, tað politiska, mytiska, søguliga og
sexualitetin.
Týddur til enskt
Nú verða tínar yrkingar so týddar til enskt. Óttast tú
fyri, at tær í týðingini missa ov nógv av teirri merking,
sum tú hevur lagt í tær?
– Yrkingarnar, sum eg havi lisið tey seinastu 45
árini, havi eg tikið til mín á føroyskum ella á onkrum
skandinaviskum máli. Meginparturin av tí, sum
eg havi lisið, er týddir tekstir - Prædikarin í Gamla
Testamenti, Rumi, modernistarnir frá Baudelaire og
fram til okkara tíð og fyri so vítt eisini amerikanarar
sum Whitman og Ginsberg - meginpartin havi eg
lisið á donskum. Hvussu nógv er mist burtur á
týðingarleiðini frá upprunamálinum til eitt nú norskt
ella danskt mál, dugi eg ikki at siga. Men eg rokni
við, at tey, sum fara undir týðingarvirksemi, eru
kvalifiserað fólk. Tað taki eg í øllum førum sum givið.
Eg veit, at Matthew Landrum sjálvur skrivar
“Tann enskttalandi heimurin skal hava møguleika at lesa Jóanes”
Tað er amerikanarin, Matthew Landrum, sum eigur orðini.
Hann er í Føroyum fyri triðju ferð í sambandi við summarskeið í
føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya og er
farin undir at týða yrkingar hjá Jóanesi Nielsen til enskt.
Paula Gaard
Vei
M