hósdagur 9. oktober 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
yrkingar, og at hann er nærlagdur og hevur holl
fólk at spyrja til ráðs, so eg stúri ikki fyri, at tað eru
skerdar ella beinleiðis skammfarnar yrkingar, sum
koma út aftur í hinum endanum.
Hvørjar tankar gert tú tær, nú tínar yrkingar
gjøgnum týðingar fáa møguleika at røkka longri út í
heimin?
– Tú byrjar ikki at skriva yrkingar fyri at vera
týddur. Tú skrivar, tí tú hevur okkurt upp á hjarta,
og eru tað málsliga kønir føroyingar ella útlendingar,
sum halda, at eins avrik eru týdningarmikil og verd at
umseta, so er tað gott.
Tað besta er, tá tað, sum mann skrivar, verður
væl móttikið, soleiðis at skilja at lesarin verður
hugtikin av stílleguni og fær eitt størri innlit t.d. í eitt
tíðarskeið og mann klárar at greina sundur fløktar og
svárar kenslur. Tað í sjálvum sær er gleðiligt.
At verða týddur merkir eisini, at mann hevur
møguleika at tjena pengar fyri sítt arbeiði. Higartil
havi eg tíverri ikki tjent nakað, sum er vert at rópa
eitt trífalt hurrá fyri. Tankin hjá summum útgevarum
tykist vera tann, at høvundurin skal taka til takkar
við, at bókin yvirhøvur verður útgivin. Kanska havi
eg eydnuna við mær, tá Brahmadellarnir koma út
á týskum. Skuldi tað ótrúliga hent, at bókin kastar
eina klekkiliga upphædd av sær, hevði tað verið ein
nokkso serstøk kensla at kunnað betalt skatt fyri
bókainntøku forvunnin í útlondum og sostatt kunnað
dokumenterað, at tað reint fíggjarliga loysti seg hjá
nevndini í Mentanargrunni Løgtingsins at seta góða
hálva millión krónur í talentmassan Jóanes Nielsen.
Um ikki annað, so kundi eg notið ta óndskapsfullu
kensluna at smílst til onkran av teimum, sum hongdu
meg út sum kulturnassara.
Idealistar týða
Matthew Landrum hevur í øllum førum hildið tínar
yrkingar vera týdningarmiklar og verdar at umseta,
og hóast tað kanska ikki er heilt óvanligt, so má tað
sigast at vera serstakt, at ein amerikanari kemur á
triðja sinni til Føroya at læra seg føroyskt og at týða
føroyskar bókmentir til enskt. Eru fólk, sum gera slíkt
arbeiði, gjørd úr serligum tilfari?
– Tað vísir seg at vera soleiðis, at týðingar
úr føroyskum fyrst og fremst verða gjørdar av
idealistum; forvitnum fólki við góðum bókmentaligum
radarum. Ein av uppgávunum hjá eini modernaðari
tjóð er tó at hava stovnar, sum samskifta við
útheimin og gjøgnum tær kanalirnar kunngera,
hvat gongur fyri seg m.a. á tí bókmentaliga økinum.
Hvønn týdning hevur tað ikki havt fyri danir at
eiga eitt nú H. C. Andersen og Karen Blixen, ella fyri
sviar at hava Strindberg, Ekelöf og P. O. Enquist?
Slíkir høvundar varpa tign og vælvild á eina tjóð.
Ella William Heinesen. Takkað veri Heinesen eru vit
í fremmandamannaeygum annað og meiri enn ein
teggja av politiskum bumsum, sum fjálga um nakrar
kvotabarónar.
Vei teirri tíð!
Brecht sigur onkustaðni, og eg endurgevi eftir
minninum: vei teirri tíð ella tí samfelag, ið hevur
brúk fyri martyrum. Mann kann umskriva hasi
orðini eitt sindur: vei teirri tíð, ið hevur brúk fyri
bókmentaligum idealistum. Idealistarnir taka upp
á seg uppgávur, sum hoyra undir virksemið hjá
vælriknum mentanarstovnum. Tað nyttar ikki, at
mann dúvar upp á vælvild frá fólki. Tað ber kanska
til eina tíð, men so er markið fyri vælvildini rokkið.
Ein mentanarstovnur krevur at hava tryggar karmar.
Annars ber ikki til. Tak handa gjarvaksna Tjóðpall
Føroya, ið so dánt flýtur í vatnskorpuni. Á pappírinum
sær alt tilforlátiligt út. Vit hava eina umsiting, nakrar
leikarar, ljós- og ljóðteknikarar, meðan pengar so
dánt eru til tvær árligar uppsetingar. Fleiri av okkara
frægastu leikarum hava longu stungið í sekkin.
Starvast annaðhvørt uttanlands ella hava stovnað
egnar bólkar fyri at kunna breyðføða seg. Onki nýtt
blóð verður skotið inn í æðrarnar, og sendir tú inn
eitt nýskrivað handrit, so evnar leiðslan ikki at svara
tær aftur. Tjóðpallurin er ímyndin av, hvat hendir, tá
mann pínir ein stovn inn á bein.
Samanber teg við
tey frægastu
– Tað er ymiskt, sum týðir uppá, at okkara
bókmentaligi talentmassi er ov avmarkaður til at
skapa skaldsøguhøvundar, yrkjarar ella dramatikarar,
sum hoyra heima í heimselituni. Sum rithøvundur
skal mann kortini ikki aftra seg við at samanbera
seg við teir frægastu. Tað er lítil dugur í at gera tað
øvugta ella at samanbera seg við ein norðurlendskan
tvørskurð. Spurningurin, sum eg seti mær, er, um ein
mentanarstovnur klárar at gera sítt til, at listafólk
kunnu arbeiða meiri miðvíst og ambitiøst. Eg haldi, at
svarið er játtandi. Fyri mítt viðkomandi vil eg siga, at
uttan Mentanargrunnin høvdu Brahmadellarnir valla
verið til og fyri so vítt heldur ikki sjónleikurin Aftan á
undrið. Tey bæði verkini skrivaði eg, tá eg í 2008 fekk
3 ára stipendiatið.
Samlaðar yrkingar
Í heyst kemur savnið út við yrkingunum, sum Jóanes
Nielsen hevur givið út ígjøgnum 36 ár, og í einum
skemtiligum tóna verður hann spurdur, um hann
tekur hetta sum eina ábending um, at nú er tíð at
gevast. Og hóast hann eisini skemtar við hesum,
svarar hann kortini:
– Nei, tað geri eg ikki. Eg haldi ikki, at mann
kann siga annað, enn at ein ávísur áhugi hevur elt
mínar yrkingar hesi 36 árini, eg havi givið út. Tað
fyrsta savnið seldi út móti 2000 eintøk, tað næsta
eini trettan-, fjúrtanhundrað. Móttøkan av Naglar
í jarðarinnar hús og Tjøraðu plankarnir stevna inn
í dreymin var meiri sinnilig. Trý tey eftirfylgjandi
søvnini eru útseld, men hvussu nógv eintøk vórðu
prentað, veit eg ikki. Tvey tey seinastu søvnini hava
kortini ikki funnið nakra størri lesarafjøld. Viðhvørt
hugsar mann, at fólk hava kanska fingið nóg mikið av
Jóanesi Nielsen. Ella hava beinleiðis fingið vaml fyri
mínum úttrykki. Hinvegin eru tað ikki sølutølini, sum
eru tann ultimativi góðskudómarin.
Í savninum, sum nú er sent til rættingar, havi eg
skift út eitt orð og sett okkurt annað ístaðin, men
onki stórvegis. Fer mann ov langt inn í eina gamla
yrking, so endar tað við, at mann knappliga situr við
eini nýggjari, og tá er tann autentiska kenslan horvin.
At lesa tær samlaðu yrkingarnar skuldi kunnað givið
eina mynd av míni menning, og eg eri spentur at taka
ímóti savninum.
Rifbjerg tók til um yrkingarnar hjá Poul Borum, at
tær vóru so óbetýðiligar, at um mann fekk tær allar í
høvdið í einum blokki, hevði mann so dánt merkt tað.
Mínar fylla 412 síður, men hvør skaðaeffektin verður,
ella um nøkur verður, veit eg ikki.
Myndir: Álvur Haraldsen