Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 10. oktober 2014 6 mentanarsíðan Barna Beinta Johannessen Edward Fuglø hevur aftur givið eina barnabók út, sum fer fram á Mjólkarvegi. Áður hava vit heilsað upp á Apolloniu, Janus, Poetikus og Vampýrellu, sum øll búgva í umhvørvinum við Mjólkarvegin. Eins og í undanfarnu bókunum skrivar og teknar Edward alt sjálvur, og tað borgar fyri alskyns litum og smálutum, sum vit kunnu kava niður í. Spurdur um, hvaðan hann fær íblástur frá, sigur Edward: – Tá ið eg máli, koma myndirnar onkustaðni frá og steðga 10 sentimetrar oman fyri høvdinum á mær, og so skal eg bara mála tær. Soleiðis er eisini við søgunum. Søgurnar eru allar fiktión. Men tó er okkurt veruligt. Til dømis er Mjólkarvegur, har allir mínir søgufigurar búgva, ein blandingur av Grønlandsvegnum í Havn og økinum kring fótbóltsvøllin í Klaksvík. Kaspar keðir seg Nýggja bókin hjá Edwardi eitur SimmSalaBimm. Hetta er fimta bókin um lívið á Mjólkarvegi, og har hendir mangt og hvat. SimmSalaBimm er seg um drongin Kaspar, sum keðir seg so óalmindiliga illa, og tað er nakað, sum nógv børn kenna alt til. Kom og ganda! Tað er ein gráur heystardagur. Úti regnar, og Kaspar hevur onki at gera, sjálvt ikki sjónvarpi ella teldan freista. Men so fer Kaspar upp á ovasta loft, og har finnur hann eina eskju. Á eskjuni stendur: Simsalabimm – kom og ganda! Og tað er júst tað, Kaspar fer at gera. Ein hurlivasi Saman við gandastavinum Timmelimm gandar Kaspar, so at húsið at enda er fult av kaninum, hávum og ræðandi, óðum sjórænarum. Mamman heldur, hon er ein høna, mosturin, at hon er ein kúgv, og lítla Julia er horvin. Hvussu man tað fara at enda, nú Kaspar og gandastavurin púrasta hava tikið ræðið á einum annars keðiligum heystardegi? Fyrr í ár kom fyrsta bókin um Klemmi­ liga Klæmint út. Klæmint er ein lítil bjørn, sum vil klemmast. Men hvørja ferð hann heldur seg hava funnið tann besta at klemma, er tað kortini ikki so. Tann stóri steinurin er ov … uuff! TUNGUR. Tað stóra træið er … ussj! FULT AV FLÍSUM. Og tann bleyti runnurin, hann klemmar, titrar og skelvur og rennur síðan avstað! Men bara rólig, sjálvandi finnur Klæmint onkran at klemma, og aftast í bókini lærir hann teg at klemma eitt nú búkklemm, sjálvsklemm, smæðið klemm og bólkaklemm. 2 nýggjar ítrivsbøkur Og herfyri komu tvær ítrivsbøkur við Klæminti og vinum út. Í bókunum eru orðaspøl, minnisspøl og fleiri enn 100 klistrimerkir. Tú kanst eisini lita, leggja putlispæl, finna orð og mangt annað. Alt, sum hendir á Mjólkarvegi Kennir tú Klemmiliga Klæmint? Listamaðurin Edward Fuglø hevur ikki bara myndprýtt nógv­ar bøkur, hann hevur eisini myndprýtt eitt sjúkra­ hús og ein skúla. Men Edward dugir annað enn bara at tekna og mála, hann dugir eisini at skriva Hevur tú onkuntíð hug á einum grúiliga stórum klemmi? Klæmint hevur, og hann leitar eftir tí fullkomna bjarnarklemminum SimmSalaBimm er fimta barnabókin, Edward Fuglø hevur skrivað um lívið á Mjólkarvegi. Hinar eru Apolloni (2007), Janus er ein stjørna (2009), Vampýrella (2011) og Poetikus (2012). I S B N 978-99972-0-096-9 9 7 8 9 9 9 7 2 0 0 9 6 9 Ongin er at spæla við, og Kaspar keðir seg illa. ’Simmsalabimm – kom og ganda’ stendur á eini eskju, hann finnur á ovastalofti; Kaspar tekur lokið av og fer at kanna gandaeskjuna nærri. “Simmsalabimm og bimmilimm, her er harra Timmilimm!” Kaspar hvøkkur við. Tað er gandastavurin, ið hevur fingið andlit og tosar. “Kaspar mín, Timmilimm er tænari tín,” sigur gandastavurin blíðskortaður. Soleiðis byrjar søgan um Kaspar og gandastavin Timmilimm, sum púrasta tekur ræðið á einum annars keðiligum, regnvátum heystardegi. Hetta er fimtu ferð, vit vitja á Mjólkarvegi saman við listamanninum Edward Fuglø. www.bfl.fo Um eina góða viku kemur út ein bleyt og mjúk Klemmiligi Klæmint-hand- dukkubók EDWARD FUGLØ SIMMSALA EDWARD FUGLØ Edward Fuglø SimmSalaBimm 34 bls./innbundin David Melling Klemmiligi Klæmint Oddfríður M. Rasmussen týddi. 30 bls./innbundin David Melling Klemmiligi Klæmint og vinir ítrivsbók Oddfríður M. Rasmussen týddi. 30 bls./heft David Melling Mín fyrsta ítrivsbók um Klemmiliga Klæmint Oddfríður M. Rasmussen týddi. 30 bls./heft