fríggjadagur 11. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 109 - 11. juni 2004
Nr. 109 - 11. juni 2004
3
At taka grind upp
Nógvir mans á hvørj-
um hvali. Onkun-
staðni er ein kvinna at
síggja eisini. Summir
við endanum hægst.
Annar við eini spik-
fjós í hondini og ein
triði, sum ikki sleppur
framat at skera, stend-
ur og fylgir við og
gevur góð ráð til tann,
sum knívinum heldur
GRIND
Edvard Joensen
Mannamúgvan veksur al-
samt
á
havnarlagnum.
Klokkan er júst farin av
sjey, og Útvarpið hevur sagt
frá, at nú fara seðlarnir at
koma út hvørja løtu. Eingin
vil liggja eftir, tí tann, sum
ikki møtir, kann rokna við,
at hansara partur bara verð-
ur býttur upp í hjá hinum,
og so er hesin fongurin
fokin.
Her hittist fólk úr ymsum
heraðshornum. Menn sum
kennast væl eru í fylgi, aðr-
ir, sum ikki hava hitst í ára-
vís, heilsast og tosa um
hetta og hitt.
Menn
eru
spentir.
Hvussu man fara at hilnast?
Frætt er, at fongurin er
rímiliga stórur, og eitt skinn
man fara at vera í dráps-
part. Men verða heimapatar
eisini býttir? Og hvussu
stórir verða teir?
Løgið, sum hetta at vilja
fáa, og helst fáa nógv,
knappliga sprettur upp í
fólki. Og er nakað, sum
kann fáa havisjúku fram í
føroyinginum, so er tað
hetta at fáa grind.
So er hann har. Sýslu-
maðurin. Kemur saman við
einum timum, fýra polit-
istum í politibilinum. Teir
hava sitið alla nátt og ar-
beitt við at fáa hetta rokni-
stykkið at ganga upp.
Nógvar partar skal hetta í.
Bara drápspartarnir liggja
um teir 1.300. So koma
allir hinir. Finningarbátur,
vakt, upptøka merking,
grindaformenn, almennir
stovnar og hvat nú kann
vera, sum fær part.
Vit hava á veg út higar í
morgun longu møtt fyrstu
lastbilunum
við
grind.
Hesir, sum hava fingið part,
áðrenn seðlarnir eru komn-
ir út, eru bilar frá ymsu
kommununum, sum hava
fingið fráboðan um heima-
partar. Og skilabest hevur
sýslumaðurin so hildið
verið at fáa hetta av vegn-
um, meðan nátt enn var, og
feðslan ikki var rættiliga
byrjað.
Tí hann veit sum er, at tá
tað fer at nærkast tíðini,
seðlarnir væntast at koma
út, verður eit kaos av eini
aðrari verð á smølu komm-
unuvegunum. Her tykist
ikki nokk við eini motor-
súkklupatrulju at halda skil
á. Men lukka í teir báðar,
sum her eru, so knáir teir
eru kortini. Og fólk er í
góðum lag, hóast tey halda
seg hava ringa tíð, so lurtað
verður eftir teimum og
gjørt, sum teir siga.
So kemur sýslumaðurin
út av havnarskirvstovuni
við seðlunum í hondini. Ein
hjálpamaður við einum
rópara eru í høllinum, og
menn byrja at troðka seg
nærri trappuni fyri at vera
sum næst, tá lisið nú verður
upp.
Hann byrjar við at siga
frá søguni hjá grindini, eftir
at hon varð funnin., hvussu
rikið varð, hvussu drápið
gekk. Og at enda, hvussu
býtt er. Fólk bíða tolin eftir
tí, øll vilja vita. Hvør verð-
ur mín partur?
Jú, finningarbáturin er
fyrstur. Hann fær ein seðil
fyri seg, við nummari á
hvalinum. So koma grinda-
formenninir. Ein fyri og
annar eftir. Teir, sum hava
tikið upp á bryggjuna og
lagt út til merking, fáa sínar
seðlar. Merkjarar fáa sítt.
Ellisheimið eigur eisini
part, áðrenn farið veður til
drápspartarnar.
So er at lurta væl og vita,
hvørjum hvali tú ert á. Og
so hvørt, sum nøvnini
verða nevnd, kemur lív í
rúgvuna. Teir, sum til
hoyra, fara at leita eftir
hesum góða hvali fyri at
vera á staðnum, tá býtt
verður. Tann, sum næstur er
trappuni, fer upp eftir seðl-
inum, og sum ein annar
professionellur ferðaleiðari
fer hann við seðlinum á
lofti gjøgnum rúgvuna, og
teir, sum til hoyra, halda
spentir aftaná.
So verður leitað, til hval-
urin er funnin, og við tað
sama leggja teir bragdlig-
astu á at skera. Horn og
bøksl verða skorin av, og so
verður rist aftur eftir rygg-
inum og undir búkinum.
Ein fer at skera tvørturum.
Eitt sindur ósamdir eru teir
um, hvussu breitt hann skal
skera, men tað endar van-
liga við eini rímiliga breið-
ari ál, sum viðhvørt, um
hvalurin er stórur, er so
passaliga mannbar, tá skor-
ið er.
So verður tað lagt á
bryggjuna við hvøljuni
niður, og tvøstið, so hvørt
skorið er, lagt omaná.
Teir skera tvøstið ymiskt.
Onkur, sum royndur er,
hugsar um lykkjurnar. Sker
langar og trivaliga lutir.
Men aðrir, sum ikki hugsað
soleiðis, skera bara har, teir
sleppa framat. Úrslitið hjá
teimum verður heldur mis-
javnt, og hinir gomlu hava
hug at hava at og vísa
teimum, hvussu teir skulu
gera.
Jú, hann er skorin liðugur
øðrumegin, og so er at
venda. Men her er torngt,
so hann má flytast eitt sind-
ur fyrst, fyri at fáa lagt hann
aftur soleiðis, at menn fáa
staðið báðumegin og skor-
ið.
Tað gongur á sama hátt
sum í áðni.
So verður býtt. Spik-
stykkini verða flutt, og
tvørtið kastað omanyvir.
Summir meta og viga í
hondini, meðan aðrir ikki
eru so vandaligir. Hyggja at
tvøstlutunum og tveita so
yvir í rúgvuna. Tann, sum
ikki etur seg mettan, sleikir
seg heldur ikki mettan,
halda teir, og so er býtt.
Onkur heldur seg vera
óhepnan í teirri løtuni, hann
tekur upp. Men tað er skjótt
gloymt.
Stóra takið er so at sleppa
burtur við fonginum. Og
tað er ein søga fyri seg í
hesum meldrinum. Menn
ganga
við
trillubørum.
Summir berandi baljur ella
lakaíløt. Onkur við einum
viðfestivogni sleipandi. Og
so er onkur sannilia so opt-
imistiskur, at hann heldur,
at komandi er inn í rokan
við bili.
Og nú er tað rættiliga, at
løgreglumenninir
skulu
vísa, hvør dugur er í
teimum. Jú, tað gongur upp
á stás, hóast onkur heldur
teir hava í so góða tíð.
Helst man tað vera onkur,
sum ikki heldur, at tað er
vert at brúka meira tíð upp
á grind. Nú er at sleppa
aftur til arbeiðis. Tí hóast
tað smakkar væl og er for-
kunnugt hjá nógvum, má
sannast, at kilogprísurin er
rímiliga høgur, tá alt verður
tikið við.
Ferðslan gjøgnum
Vágatunnilin var
dupult so nógv í
samband við grind-
ina, ið doyði í Bø
týskvøldið, sum hon
var, tá mest varð
koyrt í fjør
FERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar:
Tað
koyrdu
reiðiliga
3.500
bilar
gjøgnum
Vágatunnilin teir báðar
dagarnar,
grindin
var
hildin til og tikin upp í
Vágum fyrr í vikuni.
Hetta er dupult so nógv,
sum tá ferðslan var mest í
fjør, siga tey á skrivstov-
uni hjá Vágatunlinum.
Tann dagin, grindin
varð
hildin
til,
fóru
knappliga 1.600 bilar
gjøgnum
tunnilin,
og
dagin eftir var talið nærri
2.000.
Hóast hetta sigur løg-
reglan í Vágum, at ferðsl-
an í oynni gekk av tí besta
hesar dagarnar, og einki
óhapp er fráboðað.
Tey fingu hjálp úr Havn
at halda skil á, verður sagt
av politistøðini í Miðvági.
Tá hildið varð til í Bø
týskvøldið, vórðu allir
bilarnir, sum har komu,
parkeraði í øðrum veg-
kantinum. Tað gjørdi, at
røðin var øgilig, og teir
seinastu grindamennirni,
sum møttu upp, sluppu at
ganga nakrar kilometrar,
sigur løgreglan.
Hetta er mesta tal av
fólki, sum verið hevur í
grind í Vágum nakrantíð,
og grundin er einføld.
Hetta var fyrsta grind,
sum hildin varð til í Vág-
um, síðan Vágatunnilin
lat upp.
Kortini siga tey á
politistøðini í Vágum, at
tey í grundini høvdu
væntað fleiri fólk hesar
dagarnar.
Øgilig ferðsla
í Vágum
Tá ár eru millum grindirnar, eru hesir bitarnir teir, mest
verður longst eftir
Mynd: Edvard Joensen
Bíðað hevur verið við longsli eftir hesi løtuni. Og hvør biti verður tikin upp
Mynd: Edvard Joensen
Flestu fyritøkur,
stovnar og virki hava
í dag eina heimasíðu,
har tú kanst finna
upplýsingar av yms-
um slagi. Klaksvíkar
kommuna hevur ikki
havt eina heimasíðu í
yvir tvey ár, men hon
verður klár, áðrenn
summarið er av, sigur
John Færø, býráðs-
skrivari
HEIMASÍÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Ein skuldi trúð, at nærum
allar fyritøkur, stovnar og
virki hava heimasíður. Ja,
enntá privatpersónar hava
eina. Men tá ein skrivar
www.klaksvik.fo
kemur
bara ein fyribils síða fram,
har tað stendur, at nýggj
heimasíða er í gerð.
Og soleiðis hevur tað sæð
út í meira enn tvey ár.
Kritikkurin millum fólk
hevur verið nógvur, og tey
eru mong, sum halda tað er
stór skomm, at næststørsta
kommunan í landinum ikki
hevur eina heimasíðu.
Hesum tekur John Færø,
býráðsskrivari undir við.
– Tað er ein grúulig
skomm, men nú verður ar-
beitt miðvíst við henni, og
vænta vit, at hon verður
klár í leypi av summarin-
um, sigur hann.
Raðfesting
John Færø sigur, at hann
dugir ikki at siga, hví tað
hevur drigið so langt út við
at fáa eina heimasíðu til
Klaksvíkar kommunu, men
hann viðgongur tó, at tað
kann vera ein spurningur
um raðfesting.
– Øll hava so nógv at
gera, og tískil hevur tað
gingið sera striltið við at
fáa hana upp á beinini, sig-
ur hann.
Seinastu tíðina hevur ein
bólkur tó arbeitt við heima-
síðuni og við at útvega
tilfar til hana. Tað er við at
koma undir land, og nú er
ein persónur settur at leggja
alt tilfarið inn á hana.
Forritið til síðuna er
keypt, og tilfarið er har, so
nú skuldi tað bert verið ein
spurningur um tíð, inntil
ein heimasíða verður tøk.
Boðskipan
Umframt upplýsingar um
allar stovnarnar og so
framvegis, er eisini ætlanin
hjá kommuni, at heimasíð-
an skal virka sum ein boð-
skipan. Til dømis nevnir
John, at býráðsskráin verð-
ur løgd út á hana, so at tað
verður lættari hjá teimum,
ið hava áhuga fyri henni, at
síggja hana.
Eisini verða onnur tíðindi
ella boð løgd út á heima-
síðuna.
Fyri nøkrum árum síðani
hevði Klaksvíkar kommuna
eina heimasíðu, men hon
var als ikki nøktandi, sam-
bært býráðsskrivaranum,
og tí varð hon tikin burtur
aftur.
– Har var bert ein heilsa
frá borgarstjóranum og
onkrir upplýsingar, men
hon var ikki serliga vítt-
fevnandi, greiðir John frá.
Men so er spurningurin,
hvat er verri. At hava eina
heimasíðu, sum ikki er so
víttfevnandi ella slettis
onga.
– Eg kann bara siga, at
tað hevur gingið striltið,
men nú kemur hon skjótt.
Og tá skal hon eisini røkt-
ast, tí eitt er at tveita eina
heimasíðu út, og eitt annað
er at halda hana við líka,
sigur John Færø, býráðs-
skrivari
í
Klaksvíkar
kommunu.
Klaksvík fær heimasíðu í summar
Soleiðis hevur heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu sæð í meira enn tvey ár
Ársfrágreiðingin
hjá
løgtingsins umboðsmanni
er komin, og í henni ber
til at lesa um tey 13 mál-
ini, ið vórðu viðgjørd í
fjør. Millum tey viðgjørdu
málini eru eitt nú máls-
viðgerðin hjá Fiskimála-
ráðnum, noktan av navna-
uppkalling og ikki minst
setan av landfornfrøðingi.
Hetta seinast nevnda mál-
ið er uttan iva tað rúgvu-
miklasta, og nærum helm-
ingurin av teimum knapp-
liga 350 síðunum í árs-
frágreiðingini snúgva seg
um júst hetta mál.
Frágreiðingin hjá løg-
tingsins
umboðsmanni
verður latin løgtings-
monnum, landsstýrinum,
øðrum almennum mynd-
ugleikum og fjølmiðlum.
Ársfrágreiðingin, ið er
umleið 350 blaðsíður,
verður eisini at fáa til
keyps í bókabúðunum
kring landið og kostar 100
krónur. Eisini ber til at
lesa
frágreiðingina
á
heimasíðuni
hjá
løg-
tingsins
umboðsmanni
www.lum.fo
tn
Løgtingsins
umboðsmaður
viðgjørt 13 mál
C
M
Y
K
3
2
:
:
:
:
Starvið
Førleikakrøv
Vit bjóða
Umsóknir
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til høvuðsdeildina hjá Føroya Shell í
Tórshavn.
Tá verandi fíggjarleiðari eftir gott 17 ár í starvinum eftir egnum
ynski hevur valt at taka við øðrum uppgávum í fyritøkuni, hava vit brúk
fyri einum nýggjum leiðara til fíggjardeildina.
Talan er um eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv í einum spennandi
umhvørvi. Leiðarin hevur alla ábyrdina av fíggjardeildini herundir
· ger av ávegis- og ársroknskapi
· rapportering til útlendska móðurfelagið
· fíggjarætlanum o.t.
· dagligari leiðslu og skipan av deildini
· roknskaparlig umsiting og samskifti við avgreiðslurnar og egnar
støðir kring landið.
Leiðarin er partur av leiðslubólkinum við beinleiðis tilvísing til stjóran.
Til starvið krevst holl ástøðilig útbúgving ella onnur viðkomandi
útbúgving. Dentur verður lagdur á leiðaraevnir og royndir, umframt at
tú ert arbeiðssamur og dugir væl at samskifta. Góður kunnleiki í enskum
er neyðugur.
Eitt fjølbroytt, spennandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum
fyri persónligari menning, men samstundis eitt krevjandi starv. Vit hava
góðar arbeiðsumstøður og trygg starvsviðurskifti. Góð løn í samsvar við
útbúgving og royndir. Eftirlønarskipan er knýtt at starvinum.
krivligar umsóknir skulu verða innlatnar í seinasta lagi mánadagin 21.
juni og skulu sendast til P/F Rasmussen & Weihe, statsautoriserað
grannskoðarafelag, á Glaðsheyggi, FO-100 Tórshavn, telefon nr
351700, har nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jóannes
Olsen ella Klaus Rasmussen. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
S
Leiðari til fíggjardeildina
www.shell.fo