Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 109 - 11. juni 2004 Nr. 109 - 11. juni 2004 5 Norðurlandaráðið hevur nú kunngjørt hvør fær stuðul til norðurlendskt samstarv í 2004 ígjøg- num Nordplus-Junior skipanina. 16 umsóknir komu úr Føroyum, men bert 6 føroyskir skúlar fingu játtan. Teir fáa til- samans 370.000 kr í flyt- førisstuðli. Eisini fekk ein verkætlan í Grøn- landi og 69 í Danmark játtanir. Tann grøn- lendska fær 104.000 og tær donsku fáa tilsamans 3,1 mió. Teir føroysku skúlarn- ir, sum hava fingið játtan eru: Skúlin við Ósánna Venjingarskúlin Eysturskúlin Føroya Studentaskúli og Hf skeið – 2 verkætl- anir Føroya Handilsskúli Til ber at søkja aftur nú. Umsóknarfreistin er 15. oktober 2004. Tiltøkini, sum stuðul verður søktur til, skulu ganga fyri seg í tíðarskeiðnum 1. januar - 31. juli 2005. eys 3. apríl 2004 varð stovn- að eitt føroyskt ættleið- ingarfelag. Ætlanin er, at fara undir ymiskt ítøkiligt ar- beiði, m.a. er eitt uppskot um at gera ein faldara um ættleiðing, sum hóskar til føroysk viðurskiftið og føroyskar familjur. Eisini er ætlanin at hava ymisk tiltøk runt um í landin- um. Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum hjá ættleiddum, familjum teirra og hjá teimum, ið ættleiða. Virksemið hjá Ættleiðingarfelagnum hevur støðið í tørvninum og rættindunum hjá barn- inum, sum ásett í barna- sáttmálanum hjá ST og Haag konventiónini við- víkjandi altjóða ættleið- ng. Í nevndini eru Anninka Marr Poulsen, formaður, Ann Lindberg, kassa- meistari, Marianna Heinesen, skrivari, Pól Skarðenni og Poul Geert Hansen. Eykalimir eru Leila á Loftið og Bent Albinus. Grannskoðarar eru Sonja Mørkøre og Mary Ann Hansen. Limagjaldið er 300 kr fyri familjur, 150 kr fyri einstaklingar og 100 kr fyri stuðulslimir. eys Leygardagin 12. juni skipar Suðuroyar Skeiðs- depil fyri evnisdegi á Hotell Øravík. Evnið verður Samferðslan og Suðuroy. M.a. verður viðgjørt, hvørt nýggi Smyril fer at kunna nøkta samferðrslutørvin hjá vinnuni og fólki í Suð- uroy, serliga hvat viðvík- ur flutningskostnað og títtleika av túrunum. Eis- ini verða tiknir upp spurningar sum broyting- ar í ferðaætlan og um- skipan av umsitingini av Suðuroyarleiðini. Tríggir fyrilestrar verða hildnir. »Mobilitet- ur og menning«, við Bjarna Mortensen av Granskingardeplinum fyri Økismenning, »Nýggi Smyril- Nýhugs- an á Suðuroyarleiðini«, Jacob Vestergaard, frá Samferðslubólkinum í Suðuroy og »Framtíðar- ætlanir hjá SSL, við ser- ligum atliti til suðuroyar- leiðina, Kristian David- sen, Stjóra á Strandfara- skipum Landsins. Skráin verður hendan: Kl 14.00 Bjóðað verður vælkomin Kl 14.10 Mobilitetur og menning Kl 14.45 Nýggi Smyril Kl 15.15 Kjak Kl 15.45 Steðgur Kl 16.00 Framtíðarætlanir hjá SSL, við serligur atliti til suðuroyarleiðina Kl 16.20 kjak Kl 17.00 evnisdagurin endar Evnisdagurin er almenn- ur og luttøkan er ókeypis. eys Samferðslan og Suðuroy Føroyskt ættleiðingar- felag stovnað Føroyingar fingið stuðul til 6 verkætlanir Bergur Rasmussen ummælir Situr tú aftan á nátturðan og veit tær einki at gera? Dagur og vika appelerar líkasum ikki beinleiðis til innara svínhundin fyri tíð- ina? Eg meini so við: Thail- endaramálið er loyst; ítrótt- arfólkini eru her enn; skattalættin fer allarhelst í ommu sína aftur og álvara snakk, hvat ger tað, um vit ikki verða spurd eftir í hernaðarmálum, ella um onkur búskaparfrøðingur hevur verið niðri og tosað um tað, hann hevur skil fyri, nevnliga búskap? Og hvør leggur egentliga í, um breiða semja veruliga bert er samd um ikki at sýna sína ósemju alment? Hevur tú tað nøkulunda so, at tú kanst taka undir við onkrum av tí, ið oman- fyri stendur skrivað, so átti tú at reist teg upp úr sofuni longu nú í kvøld. Síðan burdi tú farið eitt legg oman á títt fyritrekta út- skeinkingarstað fyri líka- sum at komið í stemning – tað er ikki forboðið at vera í lag saman við góðum vin- fólki, ella kanska makanum – og so tá ið einir tveir genstandar eru komnir nið- urum, og lagið er vorðið so passaligt, reis teg so aftur, tí fátt er jú meiri tølandi enn at standa fram á ein barr- disk. Far so út í slavtokuna, ið liggur sum eitt eykent summartekin niður yvir Havnina í hesum døgum, og gakk tær oman á Gamla Meiaríið. – Har bjóðar Gríma nemliga vælkomin á NOT Kabarett, og tú fært eina deiliga sofu at sita í, og júst tí at sessurin er bæði bleytur og góður, er ikki ráðiligt at gera ov nógv av í upphitingini! – At sovna burtur í berari mageligheit er jú bæði býtt og tápuligt, tá ið øll rundan um teg eru um at kódna í látri… Tí stuttlig er hon – NOT Kabarettin – og tað kennist sárt at skula avdúka plott og poeng fyri tær, ið enn ikki hevur sæð sýningina, serliga um tað ikki verður gjørt spisfindigt nokk, so tað als ikki tykist stuttligt á prenti, tí so spolerar man tað jú bara fyri lesaran, ikki sannheit? Og bara at staðfesta, sum mín kæri kollega gjørdi herfyri, at »kabarettin er stuttlig, ordiliga stuttlig« tykir mær at vera heldur fátæksligt gjørt yvir fyri tær, tí ummælir eiga at vera eins álítandi og frásøgnin, barnið kemur við, ið var fyrst at stinga bibburnar niður í hylin. – Lesarin eig- ur at fáa svar uppá sjálv- sagda spurningin: Fái eg eitt gott upplivilsi? Jú, tað fært tú! Serliga viss tú ert til her- ligar typulýsingar líka frá teimum framafturgrivnu neytakonunum, ið málbera seg á slíkan hátt, at sjálvt Viderø ikki hevði klovið í tvey; umvegis teir uppi- løgstu garparnar, sum sita dagin langan í neysta- grundum kring landið alt og reypa um farnar dygdir og spýta langt, um ikki ein ordiliga stórur lítil kann stytta teimum stundir; til tjekkaða sjeikin, ið gongur the catwalk í frískasta før- oyska designinum, meðan »Voulez vous cuche avec moi ... ce sois« úr Moulin Rouge fær bjøllurnar at ringja, sum danin vildi sagt. Men typulýsingarnar steðga ikki her, nei her verður ii’að og åå’að á teimum røttu støðunum, hóast tað ósagda uttan iva sigur meir, enn tað burdi. Og tey, sum ganga og billa sær inn, at rættvísastu og fittastu menniskjuni á klótuni per automatikk búgva áraka órakað á 62°N og 7°V, fáa aðra reyv at túta í, tí hvassasti broddurin, Gríma borðreiður við á NOT Kabarettini, er ætlað- ur teimum, ið við vertsliga nazi-insmineraðum strekk- marsji DEFINERA TAÐ, SUM ER NORMALT, meðan tey við góðu bók hangandi leysari frá kokuni brenna ævigt galdandi dogma eftir hampafólki, ið bert ætla sær at seta leik og list upp. Eitt sindur apropos sting- ur Tjóðpallur Føroya her trýnið fram fyri fyrstu ferð alment við einum stuttum upplýsandi fyrilestri um, hvussu skemt verður defin- erað. Og tær tríggjar diva’irnar sleppa fram í spottið við hvør sínum slagara, og tá er tað upp til tínar egnu innaru demonir, hvussu tú taklar vælvaksin sprund við skeggvaksnum vangum sum við trutt- munni syngja »I wanna make love to you!« – Men nú tað er vorðið so opilýst í okkara fitta, lítla landi, at preferansurnar kunnu vera ymiskar, so munnu flest øll taka tað við einum smíli, tað verið seg stívt ella óhemmað og breitt… Sum ein Gríma segði, tá ið eg fekk orð á hana: »Eingin skal føla seg beinleiðis forfylgdan, men øll mugu gjarna føla seg rakt!« NOT Kabarettin er nevn- liga ikki ein Ólavsøkukab- arett, ið tekur støði í tápu- ligheitum, navngivnir per- sónar (helst politikkarar) hava gjørt síðan seinast, ei heldur er hon at samanlíkna við eitt Norðoyastevnuteiti, ið ger tað sama við norð- ingar. NOT Kabarettin rakar breiðari, er meiri almenn enn so, og fevnir víðari, tí hóast eg anbefalaði einar tveir dropar undan sýning og fegin ráði fólki at fara víðari at skemta sær, tá ið tjaldið fer aftur, so ber tað øllum til at koyra sær ein túr til Havnar (og/ella oman í býin), síggja framførsl- una, hugna sær og trilla heim aftur og vera ríkaður í sál og sinn. Man behøvist jú ikki at forfalla til ta ramu delikatessu, sum konan gjørdi, ið so ramliga tók til, at »man má insimilera hvønn annan til okkurt ann- að enn dagligu turbinuna«. NOT Kabarett er før- oyskt skemt, tá ið tað er all- arbest, og so er nokk sagt. Men hinvegin ert tú ikki eitt sindur til skemt, so ert tú neyvan heldur til at fáa upp úr sofuni og liggur allarhelst sum ein annar deyðssiglari bakk framm- anfyri kassanum kvøld eftir kvøld, meðan tú undrast á, hví tú ongantíð upplivir nakað stuttligt. NOT Kabarett Næraberg skal til Noregs - og Sundaberg flaggar út Næraberg skal til umvælingar í Noregi, og Sundaberg verður leigaður út til Týsklands. Av teimum 130 fólkunum, sum fyribils hava mist arbeiðið, eru ikki øll føroyingar. Umleið 80 føroyingar tilsamans sigla við hesum báðum bátunum. hkm Við nýggju heildar- ætlanini fyri miðbýin, sum Tórshavnar Býrað legði fram fyri fjølmiðlunum hós- dagin, verður vænt- andi meiri lív í hjart- anum av Havnini MIÐBÝUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í sambandi við at málið um Degnshús kom fram fyrr í ár, kom tað eisini fram, at Tórshavnar Býráð var farið undir at gera eina heildar- ætlan fyri allan miðbýin. Hendan ætlan er nú komin undir land, og eitt modell er gjørt av miðbýnum, soleið- is sum hann kemur at síggja út í framtíðini. Broyta byggisamtyktina Nýggja heildarætlanin førir við sær, at tað fer at bera til hjá fólki, sum eiga ogn í Dr. Jacobsensgøtu at víðka um ogn sína. Størsti parturun av áðurnevndu gøtu hevur hoyrt undir tað, ið á fakmáli nevnist 2. grundumráði, men verður nú uppgraderað til 1. grundumráði, sum eitt nú gongugøtan hoyrir undir. Fyri tey, sum eiga ogn í Dr. Jacobsensgøtu, merkir hetta, at tey nú fáa loyvi til at byggja tríggjar hæddir í staðin fyri tvær. Eisini fer tað at verða loyvt at gagnnýta ein størri part av matrikulinum, enn tað higartil hevur borið til. Býráðið hevur við nýggju ætlanini eisini stungið út í kortið, at økið har Sverris- gøta byrjar við Tinghúsveg- in og út til endan á Dr. Jacobsensgøtu við Skála- búðina skal gerast hugalig- ari at ferðast í. Millum ann- að verður tað nú ein treyt, at tað skal verða antin handil ella matstova í veg- hædd, meðan tað ikki fer at bera til at hava skrivstovu beint út til vegin. Eisini skulu gongubreytirnar yvir- dekkast við eitt nú karnappum ella marskis- um. Áðrenn avgjørt var, at byggisamtyktin skuldi broytast, høvdu umboð fyri Tórshavnar Býráð ein fund við íbúgvarnar í Dr. Jacob- sensgøtu, og sambært borg- arstjóranum í Havn, Jan Christiansen, fegnaðust tey um, at ein ætlan nú var gjørd fyri øki. Tó søgdu íbúgvarnir, at tað var ein treyt, at skil fekst á parker- ingsviðurskiftini, tí tað mangan var ógjørligt at sleppa av við bilin hjá sær. Væl fleiri parkeringsbásar Tórshavnar Býráð arbeiðir í løtuni við at gera fleiri parkeringspláss í miðbýn- um. Millum annað verður arbeitt á einum øki í brekk- uni oman fyri gomlu Køku- búðina, og har verða nær- um 100 nýggj parkerings- pláss, tá ið arbeiðið verður liðugt, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanar- nevndini hjá Torshavnar Býráð, Heðin Mortensen, og leggur afturat, at frá nýggja parkeringsøkinum eru tað einans einir 100 metrar at ganga oman í Dr. Jacbosensgøtu. Eisini niðri á Skálatrøð eru fleiri parkeringsbásar á veg. Gomlu skúrarnir hjá arbeiðsmonnunum á Skála- trøð verða tiknir niður, og ístaðin verða fleiri parker- ingsbásar gjørdir. Heðin Mortensen sigur, at her verða einir 50-60 nýggir básar. Somuleiðis verður arbeitt við at gera parker- ingsplássið aftan fyri politi- støðina størri, og hetta skuldi givið rúm fyri gott og væl 20 bilum afturat. Fólk skulu eisini venjast við at ganga eitt sindur Tað ljóðar óivað av nógv- um, tá ið so nógvir nýggir parkeringsbásar eru ávegis, men vert er at hava í huga, at eitt nú hevur Tryggingar- felagið Føroyar flutt nógv starvsfólk oman í býin í sambandi við nýggju hølini hjá teimum á Kongabrúnni, og um tað verður meiri lív í miðbýnum, soleiðis sum býráðið ætlar, merkir hetta óivað eisini fleiri arbeiðs- pláss í hjartanum av Havn- ini. Til hetta sigur Jan Christiansen, borgarstjóri: – Tað er rætt, at tørvurin á parkeringsplássum í mið- býnum neyvan verður mett- aður, men vit noyðast eisini at læra okkum sjálvi at ganga eitt sindur. Til dømis ber tað væl til at parkera í Gundadali við fótbóltsvall- irnar og ganga oman í mið- býin, men hetta krevur eina hugburðsbroyting millum okkum føroyingar, heldur borgarstjórin í Havn. Tað er eisini ein ávís ætl- an við skipanini av parker- ingsviðurskiftunum í mið- býnum. Jan Christiansen vísir á, at í sjálvari gongu- gøtuni er parkering tíðarav- markað til 15 minuttir, men jú longur tú fert frá mið- býnum, jú løngri tíð er loyvt at parkera. Hetta er gjørt, so at fólk, ið bert skulu okkurt lítið ørindi í gongugøtuni, kunnu park- era har, meðan tey, ið ar- beiða í miðbýnum, noyðast eitt sindur longur burtur at parkera. Alt ov nógv óneyðug ferðsla í miðbýnum Sera nógv ferðsla er gjøgn- um miðbýin hvønn dag, og hetta setir sín dám á miðbý- arlívið í høvuðsstaðnum. Kanningar, sum Tórshavnar Býráð hevur latið gjørt, vísa, at okkurt um 90 pros- ent av teimum bilum, ið dagliga koyra gjøgnum miðbýin, hava eingi ørindi í býnum. Hetta eru fólk, sum velja at koyra gjøgnum býin úr eitt nú vesturbýnum niðan í Hoyvíkar, ístaðni fyri heldur at koyra eftir ringvegnum, greiðir Jan Christiansen frá. Í einari roynd at minka eitt sindur um hesa ferðslu, fer býráðið at kanna, hvørj- ar avleiðingar tað fer at hava, um tað til dømis verð- ur byrgt fyri, soleiðis at tað ikki fer at bera til at koyra av Tinghúsvegnum út í Bøkjarabrekku. Tunnil undir Steinatún Heðin Mortensen, formað- ur í byggi- og býarskipanar- nevndini, greiðir somuleið- is frá, at tað eisini hevur verið uppi og vent, um tað er eitt hugskot at fara undir at gera ein tunnil undir Steinatún. Dagliga er sera nógv ferðsla gjøgnum Steinatún, og Heðin Mortensen sigur, at fleiri ferðsluóhapp við yvir- koyrdum fólkum hava verið har, og tað hevði verið gott, um tað var tryggari hjá fót- gangarum at koma yvir um vegin. – Ferðslan gjøgnum Steinatún er mangan rættu- liga trek, men gjørdu vit ein tunnil undir vegnum, høvdu vit sloppið undan ferðsluljósum, og tað hevði óivað viðført eina meiri glíðandi ferðslu gjøgnum Steinatún, sigur Heðin Mortensen og leggur aftur- at, at tað mest umráðandi er, at fótgangarin hevur tað gott í miðbýnum. Modellmynd gjørd Í sambandi við nýggju heildarætlanina er, sum áðurnevnt ein modellmynd gjørd av økinum. Á modell- inum ber eisini til at síggja, hvussu nýggi skrivstovu- bygningurin á økinum, har húsini hjá Anton Degn standa í dag, fer at síggja út. Við at seta henda ætlaða bygning í modellmyndina, kann sigast, at Tórshavnar Býráð væntar, at nógv um- røddi bygningurin verður veruleiki. Eisini ber til at síggja, hvussu tað fer at síggja út fram við Tinghúsvegnum við ætlaða grøna økinum, sum vit eisini umrøddu her í blaðnum fyrr í ár. Millum annað er ætlanin, at klubba- garðurin skal burtur, og eitt torg koma ístaðin. Modellmyndin, sum Tórshavnar Býráð hevur gjørt, verður sett fram á Snarskivuni, so at ein og hvør borgari, ið hevur hug til at síggja ætlanina, fær møguleika til tað og eisini kann gera viðmerkingar til ætlanina hjá Tórshavnar Býráð. Meiri lív í miðbýin Teir báðir, Jan Christiansen borgarstjóri og Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð við modellmyndini yvir miðbýin í Havn, sum hann væntandi kemur at síggja út í framtíðini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4