fríggjadagur 11. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 109 - 11. juni 2004
Nr. 109 - 11. juni 2004
7
Við fólkalívsmyndun-
um førdi Norðoya
Fornminnafelag fólk
umleið 100 ár aftur í
tíðina. Framsýningin
var á fótbóltsvøllin-
um beint undan fót-
bóltsdystinum norð-
oyastevnudag, og
nógvir áskoðarar
vóru tilstaðar
FÓLKALÍVSMYNDIR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Við gamla bátinum hjá
Norðoya Fornminnafelag
róðu átta mans frá Blikk-
smiðjuni og yvir til dráttin
uttan fyri kappróðrarneyst-
ið. Har varð báturin drigin
upp á land og fingin á ein
vogn. Helst tað einasta tek-
inið um, at hetta ikki gekk
fyri seg fyri 100 árum
síðani.
Síðani gingu tey yvir í
móti rundkoyringini á post-
húshorninum, har tey bíð-
aðu eftir skrúðgonguni.
Tá
hornorkestrið
var
farið framvið, fóru fólka-
lívsmyndirnar við í skrúð-
gonguna, meðan skótar,
ítróttarfólk og fólk á hest-
baki gingu aftaná niðan í
Vágstún.
Tá fólkafundurin var av,
gingu tey úr Vágstúni yvir á
fótbóltsvøllin, har framsýn-
ingin fór fram.
Veðrið var so toluligt
hesa løtuna, og tað var sera
áhugavert at síggja hesi
fólkini.
Bátsmanning, dragarar,
stásfólk,
grindamenn,
neytakonur,
sløttumenn,
hoykonur, torvfólk, velting-
arfólk, fleygamenn og línu-
berarar, fjallmenn og smá-
børn. Øll í klødd sum fyrr í
tíðini. Bátsmanningin sat í
bátinum, meðan dragarar-
nir drógu hann aftaná.
Jógvan Ravnsfjall greiddi
frá, meðan fólkini vístu,
hvussu arbeitt varð fyri
umleið 100 árum síðani í
Føroyum. Øll vóru íklødd
sum fyri 100 árum síðani –
bæði børn og vaksin. Og
tað sást eisini, at fleiri av
teimum eru von við at vera
við til hesa framsýningina.
Onkur teirra hevði enntá
verið við hvørja ferð, síðani
fólkalívsmyndirnar vórðu
sýndar fram av fyrstan tíð.
Upprunin til forn-
minnafelag
Fólkalívsmyndirnar
eru
upprunin til Norðoya Forn-
minnafelag, og vóru tær
fyrstu ferð at síggja í 1960.
Tá var tað Robert Joensen,
sum stóð fyri. Sami Robert
tók árið eftir saman við
Margit Joensen og Nikláa
Poulsen, stig til at stovna
eitt felag, sum kundi varð-
veita øll hesi klæðini og
amboðini. Og tað var Norð-
oya Fornminnafelag.
Fólkalívsmyndirnar hava
síðani verið javnan at sæð á
norðoyastevnu.
Seinast
undan hesuferðini í 1995.
Jógvan Ravnsfjall sigur,
at flestu av fólkunum eru
tey somu.
– Fleiri eru jú eld nógv,
men eg haldi ikki, at tað var
nakar stórur trupulleiki at
finna fólk til framsýning-
ina, sigur hann.
Hann veit ikki at siga,
nær fólkalívsmyndir aftur
verða á skránni, tí tað er
ikki nakað ávíst mynstur.
– Tað er sera tilvildarligt,
nær tær eru. Í ár eru tað
níggju ár síðani seinast,
sigur Jógvan Ravnsfjall.
100 ár aftur í tíðina
pFólkalívsmyndir vóru fyrstu
ferð á skránni í 1960, og
hava tær javnan verið síðani
tað
Mynd: Jan Müller
Fólkalívsmyndirnar komu við í skrúðgonguna úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún
norðoyastevnudag
Mynd: Jan Müller
Fjallmenn og enntá seyða-
hundar luttóku á fram-
sýningini
Mynd: Jan Müller
Hugtakandi var tað at síggja hesi framsýningina, og frágreiðingin hjá Jógvani Ravnsfjall var
eisini sera áhugaverd
Mynd: Jan Müller
Í Fuglafirði eru tey
ikki bangin fyri at
flyta seg út um ment-
anarlig mørk og bróta
upp úr nýggjum. Í
løtuni leggja tey sein-
astu hond á fyrireik-
ingarnar til stóra
norðurlendska sam-
takið "Menniskja í
søgn og søgu", sum fer
av bakkastokki á
Varmakeldu fríggja-
dagin 2. juli, tá bygdin
samstundis hátíðar-
heldur 35 ára dagin
hjá Varmakeldufram-
sýningini og Fugla-
fjarðar hornorkestri
MENNISKJA Í SØGN
OG SØGU
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Tá vit fyrstu ferð hoyrdu
hugskotið fyri tveimum
árum síðani, var tað neyvan
nakar av okkum, sum rætti-
liga trúði uppá, at hetta fór
at bera til, viðgongur Øssur
Mohr, listamaður og ein av
fyrireikarnum
til
stóra
mentanarsamtakið "Menn-
iskja í søgn og søgu" á
Varmakeldu.
Tað sigur seg næstan
sjálvt, at tað var eldsálin úr
Fuglafirði, Frits Jóhanne-
sen, sum kom við hugskot-
inum. Og hjá Frits ber alt til
– eisini eitt tiltak sum hetta,
ið frá byrjan hevur sprongt
øll tíðar-, staðar- og listar-
lig mørk.
Men tað bar til. Og á ytra
armi í bátahylinum í Fugla-
firði standa longu nú nakrir
stabbar, sum tekin um, at
tiltakið er við at gerast
veruleiki.
Havið og ævintýrið
Um eina lítla viku byrja
fólk úr danska listabólkin-
um 7:9:13 at seta 5 stand-
myndir upp á stabbarnar.
Standmyndirnar
eru
úr
jarni, tann minsta verður 2
metur og tann hægsta 6
metur høg. Íblásturin er úr
listabókini hjá Williami
Heinesen,
Filsni
og
Hampafólk, og við havin-
um í baksýni verða myndir-
nar standandi sum ganda-
kendar áminningar um, at
heimurin ongantíð rættiliga
er, sum hann sær út til at
vera.
Havið og ævintýrið er
eisini karmur um hæddar-
punktið á tiltakinum 2. juli
kl. 19.00, tá fyrstu tónarnir
úr stóru ljóðmyndini "Hav-
ljóð" hoyrast úr einum 10.
mannafari,
sum
kemur
rógvandi inn eftir vágni.
Frammi í skutinum stendur
ein kópakona, og í landi
standa blásarar úr Fugla-
fjarðar hornorkestri ímill-
um trøll og hampafólk
(standmyndirnar) á landi og
lokka hana nærri við sínum
ljóðførum.
Songur til
Mentanarhúsið
Tá kópakonan stígur á land
á bátabrúnni, koma fleiri
dansarar upp í leikin, og
fara øll síðani dansandi
gjøgnum ein vatnmúr inn
eftir bátabrúnni. Til tónar-
nar úr ljóðmyndini dansa
tey inn í Mentanarhúsið,
har trý kór fara at syngja
kantanuna
"Songur
til
Mentanarhúsið", sum Alex-
andur Kristiansen, skald úr
Fuglafirði, hevur skrivað til
júst hetta høvið. Jazzbrøð-
urnir Michael, Nicolaj og
Emil Hess hava skrivað
tónleikin til kantantuna,
sum saman við kontrabass-
ini hjá Edvardi N. Debess,
hornorkestrinum og kórun-
um gera Menniskja í søgu
og søgn livandi í einum
brúsi av ljóði, sangi og tón-
leiki.
Nógvar fyrireikingar
Tað skulu nógvar fyrreik-
ingar til eitt so stórt tiltak,
og tað er rættiliga kostnað-
armikið. Ikki minst, tí ein
stórur partur av listafólk-
unum, tónleikarnum um-
framt
standmyndirnar
koma úr øðrum Norður-
londum.
– Við tað at hetta er eitt
norðurlendskt samtak, hev-
ur tað gingið væl at fáa
stuðul úr ymsum norður-
lendskum grunnum. Sum
er, kostar samlaða tiltakið á
leið 600.000 kr, men við
stuðli og nógvari vælvild
allastaðni frá sær tað í
løtuni út til, at tiltakið fer at
bera seg, sigur ein sera
spentur Øssur Mohr.
Á Varmakeldu
verða
sjálvsagt hópin av øðrum
tiltøkum á skránni. Hesi
frætta vit meir um seinni.
Fuglafjørður ímillum trøll og hampafólk
Løgtings- og fólka-
tingslimurin Lisbeth
L. Petersen heldur tað
vera órímiligt og
skeivt, at ein før-
oyskur fólkatings- og
løgtingslimur fær
tvær tinglønir, hóast
hann fer í farloyvi í
øðrum sessinum
FRÁVERA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
25. mai hugdi Sosialurin
nærri at fráveruni hjá ting-
monnum, síðani ABC-sam-
gongan tók við, og 8. juni
úttalaði løgtingsformaðurin
Edmund Joensen seg um
fráveruskipanina, sum hann
ikki helt vera nøktandi.
Somuleiðis helt fólkatings-
og løgtingslimurin Høgni
Hoydal, at onnur mánaðar-
lønin, hann og Lisbeth L.
Petersen fáa, skuldi verðið
tikin burtur, um fólkatings-
limirnir ikki megna at røkja
báðar sessir og tí velja at
fara í farloyvi.
Fær bert eina løn
Lisbeth L. Petersen er sam-
an við Høgna Hoydal før-
oyski
fólkatingslimurin,
sum eisini er í føroyska
løgtinginum, og hon heldur
somuleiðis, at tað er órími-
ligt, at ein fólkatingslimur
fær sína fólkatingsløn um-
framt løgtingslønina, hóast
hann fer í farloyvi í øðrum
tinginum. Í áðurnevndu
grein varð sagt, at ting-
menn fáa fulla mánaðarløn,
hóast teir fara í farloyvi,
men hetta er ikki heilt rætt
sambært Lisbeth. L. Peter-
sen.
– Ein tingmaður fær bert
í løn í farloyvi, um hann fer
í fólkatingsfarloyvi, og um
orsøkirnar eru aðrar, fær
hann ikki løn, sigur fyrrver-
andi formaður Sambands-
floksins. Sjálv hevur hon
sostatt møguleikan at fáa
tvær lønir, um hon fer í far-
loyvi vegna fólkatings-
ørindi, men hetta metir hon
verða órímiligt.
– Tí biði eg altíð um van-
ligt farloyvi uttan løn, tá eg
fari í farloyvi, og umframt
hesi motivini er tað alt ov
kostnaðarmikið fyri løg-
tingið, um bæði tingmaður
í farloyvi og eykamaður
skulu hava mánaðarløn,
sigur Lisbeth. L. Petersen.
Spurd, hví hon ikki hevur
latið eykamann koma inn,
tá hon sambært talvuni hev-
ur verið triðmest fráverandi
føroyski tinglimurin, sigur
hon, at tað higartil ikki hev-
ur verið neyðugt, og at tað
er gjørligt at røkja tveir
tingsessir, hóast ein so
onkuntíð forsømir.
– Eg havi higartil ikki
forsømt nakað samanhang-
andi tíðarskeið, men talan
hevur bert verið um ein-
stakar dagar her og har, og
tí hevur farloyvi ikki verið
neyðugt, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Óneyv skráseting
Viðvíkjandi uppmøtingar-
skrásetingini í tinginum
sigur Lisbeth, at hon als
ikki er eftirfarandi.
– Tað kemur meiri enn so
fyri, at tingmenn skráseta
seg við korti klokkan 10, og
so eru teir horvnir aftur
fimm minuttir seinni, með-
an aðrir sita ein heilan dag,
so skrásetingarskipanin er
ikki serliga eftirfarandi, tá
uppmøtingin í tinginum
skal kannast, sigur Lisbeth
L. Petersen.
Í løtuni skal farloyvi vera
minst 10 dagar, og meðan
løgtingsformaðurin
Ed-
mund Joensen heldur, at
hetta tíðarskeið skal minka,
so farloyvi oftari verður
tikið í nýtslu, er Lisbeth
ósamd.
– Minimum 10 daga far-
loyvi er hóskandi eftir mín-
um tykki. Í Grønlandi kann
ein tingmaður fara í far-
loyvi ein dag og lata eyka-
mann koma inn, og tá er
skjótt, at hetta verður mis-
brúkt, sigur løgtings- og
fólkatingslimurin.
Hon
sigur, at tá óbehagilig og
umstrídd mál eru á skránni,
renna fleiri tingmenn í
Grønlandi frá ábyrgdini og
lata eykamann koma inn, so
10 dagar er eftir hennara
tykki hóskandi.
Tvær tinglønir er órímiligt
Tríggir av fyrireikarnum til
stóra mentanarsamtakið
"Menniskja í søgn og søgu":
Suffía við Stein, Øssur Mohr
og Malan Kjærbo. Tað er
Suffía, sum hevur teknað
plakatina til samtakið.
- Tað er órímiligt at fáa tvær tinglønir, tá man er í farloyvi í
øðrum sessinum, og umframt hetta er tað alt ov kostnaðar-
mikið fyri løgtingið, um bæði tingmaður í farloyvi og
eykamaður skulu hava mánaðarløn á góðar 30.000 krónur,
sigur Lisbeth. L. Petersen
C
M
Y
K
7
6