fríggjadagur 11. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 109 - 11. juni 2004
Nr. 109 - 11. juni 2004
9
sita saman, eins Kristiligu
flokkarnir sita saman o.s.fr.
Politisku bólkarnar eru,
umframt leysgangarar, sjey
í tali. Mett verður, at einir
100 flokkar úr øllum Evr-
opa eru umboðaðir í teim-
um ymisku bólkunum í
Evropa Parlamentinum.
Keldur: www. information.dk, www.
tv2.dk og www.eu.com
Evropa Parlamentið
fær størri og størri
heimildir, men kort-
ini økist líkasælan og
mistrúgvin á Evropa
Samveldið. Um viku-
skiftið er val til parla-
mentið, og eftir øllum
at døma fer bert
helmingurin av
evropearum á val
ES-VAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Um vikuskiftið stendur val-
ið til Evropa Parlamentið
fyri durum. Um 350 mió.
evropearar hava møguleik-
an at fara á val at velja tey í
alt 732 umboðini í Evropa
Parlamentinum. Borgarar í
ES-limalondunum
hava
síðan 1979 verið á vali til
Evropa Parlamentið.
Nógv vatn er runnið í
ánni síðan 1979, og Evropa
Samveldið hevur staðið fyri
eini
rívandi
menning
gjøgnum áttati- og nítiárini.
Við Maastricht-sáttmálan-
um frá 1992 og Amster-
dam- sáttmálanum frá 1997
avráddu ES-limalondini at
lata týðandi partar av
nationala sjálvræðinum til
Evropa Samveldið.
Økta samstarvið millum
limalondini í ES seinastu
20 árini hevur eisini økt
munandi um ávirkanin hjá
Evropa Parlamentinum. Í
dag verður mett, at Evropa
Parlamentið hevur ein týð-
andi leiklut á einum 40 økj-
um, og verður ES-grund-
lógin samtykt, fær Parla-
mentið enn størri heimildir.
Hóast ávirkanin hjá Evropa
Parlamentinum er økt al-
samt, tykist áhugin fyri
parlamentsvalinum at dala.
Henda andsøgn hevur hig-
artil verið eitt av høvuðs-
málunum í valdystinum til
Evropa Parlamentið um
vikuskiftið. Líkasælan og
mistrúgv á ES eyðkennir
veljaraskaran.
Big Brother betri
umtøkt
Millum økini, sum Evropa
Parlamentið hevur stóra
ávirkan á, eru umhvørvið,
ferðsla og heilsa. Verður
ES-grundlógin samtykt, fer
Parlamentið eisini at fáa
stóra ávirkan á fiskivinnu-
og landbúnaðarpolitikkin
hjá limalondunum í ES.
Evropa Parlamentið var
fyrr í størri mun ein ráð-
gevandi felagsskapur, með-
an flestu lóggevandi heim-
ildirnar í ES hava ligið í
ES-ráðharraráðnum. Men
gongdin er nú, at Parla-
mentið fær størri og størri
lóggevandi heimildir.
Á fleiri økjum vísir tað
seg, at Evropa Parlamentið
hevur størri vald enn ein-
støku ráðharrarnir í stjórn-
artingunum í ES-limalond-
unum. Ein kanning vísir, at
farna tingskeið vóru 400
mál, har Parlamentið hevði
størri ávirkan á málsvið-
gerðina enn ráðharrin.
Hóast rákið er, at Evropa
Parlamentið fær størri og
størri vald, økist líkasælan
hjá veljaranum. Á seinasta
parlamentsvalið í 1999
komu onglendingar í ta
margháttligu støðu, at væl
umtókta reality-sendingin
Big Brother var betri um-
tøkt í Onglandi enn parla-
mentsvalið. Við øðrum orð-
um valdu fleiri onglending-
ar at atkvøða í enska útgáv-
uni av Big Brother enn at
fara á val til Evropa Parla-
mentið. Nógvir serfrøð-
ingar standa spyrjandi um
hesa líkasælu, tí økið sum
umhvørvið,
ferðsla
og
heilsa rakar allar borgarar,
og tí átti áhugin fyri valin-
um at verið størri.
Bæði í Danmark og fleiri
av hinum ES-limalondun-
um vænta serfrøðingar ikki,
at vallluttøkan verður hægri
enn 50%. Hjá teimum 10
nýggju
limalondunum
verður talan um fyrsta valið
í ES-høpi, men kortini ræð-
ur sama líkasæla í hesum
londunum eystanfyri.
Fleiri orsøkir
Fleiri orsøkir eru til øktu
líkasæluna og mistrúnna til
Evropa
Samveldið
og
Evropa
Parlamentið.
Evropearar fýlast á, at
Evropa Samveldið er ein ov
torskildur felagsskapur, og
teir hava ilt við at fata,
hvørji økið Parlamentið
ítøkiliga kann ávirka. Eisini
verður funnist at, at tað er
ov torført at skilja, hvussu
tær ymisku avgerðirnar
verða tiknar í ES.
Valserfrøðingar vilja eis-
ini vera við, at valevnini hjá
teimum ymisku flokkunum
eru ikki nóg áhugaverd.
Antin eru valevnini pensi-
óneraðir politikkarar ella
politikkar við ongum sum
helst royndum. Í Danmark
eru fleiri dømið um valevni
til Evropa Parlamentið, ið
hava drúgvar royndir úr
Fólkatinginum.
Eftir Tamil-málið royndi
Poul Schluter seg í Evropa
Parlamentinum , og til valið
um vikuskiftið roynir ein
annar fyrrverandi forsætis-
ráðharri seg. Poul Nyrup
Rasmussen er millum val-
evnini hjá Danska Javnað-
arflokkinum til valið um
vikuskiftið.
Feskastu meiningarkann-
ingarnar siga, at í fleiri av
ES-londunum fara flokkar-
nir, ið finnast at ES, at fáa
stóra framgongd. Serfrøð-
ingar vænta, at serliga í
Kekkia, Onglandi og Pól-
landi fara hesir flokkar at
ganga nógv fram.
Í teimum størru ES-lond-
unum, Onglandi, Týsk-
landi, Fraklandi og Italia,
vænta serfrøðingar, at velj-
ararnir, ið fara á val, fara at
nýta Parlamentsvalið til at
vísa sína ónøgd við sitandi
stjórnir.
Býtið í
parlamentinum
Valið til Evropa Parlamen-
tið um vikuskiftið verður
hitt sætta í røðini síðani
1979. Á fimta hvørjum ári
hava ES-borgarar møgu-
leika at gera sína ávirkan
galdandi í ES-høpi. Tað er
rættiliga ymiskt, hvussu
nógv umboð hvørt ES-
limalandið velur. Danir
hava í mong ár valt 16 um-
boð, meðan teir hesa ferð
skulu velja 14. Størru lond-
ini í ES hava fleiri umboð.
Týskland hevur 99 umboð í
Evropa
Parlamentinum,
meðan Ongland og Italia
hava í fleiri ár hava havt
hvør síni 87.
Víðkanin við ES-londun-
um eystanfyri hevur við
sær, at býtið í Parlament-
inum verður øðrvísi, tí 10
nýggj limalond eisini skulu
hava umboð í Parlament-
inum. Samlaða talið í
Parlamentinum minkar úr
786 til 732 umboð.
Í bólkum
Eitt av aðalmálunum í ES
hevur altíð verið, at lima-
londini skulu leggja nógv
fyri at samstarva tvørtur
um landamørk. Hetta aðal-
mál sæst eisini aftur í
Evropa
Parlamentinum.
Tað er ikki so, at donsku
ella týsku umboðini sita
fyri seg, men heldur hin-
vegin, at umboðini sita í
politiskum bólkum, ið ikki
eru merktir av tjóðskapi.
Hetta merkir, at øll um-
boðini, sum eitt nú umboða
Javnaðarflokkar í Evropa,
Líkasælan eyðkennir ES-valið
Donsku umboðini 1999-2004
Jens Peter Bonde
Ole Krarup
Mogens Camre
Freddy Blak
Niels Busk
Ole Andreasen
Bent Hindrup Andersen
Lone Dybkjær
Pernille Frahm
Anne Elisabet Jensen
Torben Lund
Karin Riis Jørgensen
Christian Foldberg Rovsing
Ulla Margrethe Sandbæk
Ole B. Sørensen
Helle Thorning-Schmidt
FAKTA
Limir í Evropa
Parlamentinum:
Galdandi frá 1999-2004
Belgia
25
Kekkia
24
Danmark
16
Týskland
99
Estland
6
Grikkaland
25
Spania
64
Frakland
86
Írland
15
Italia
87
Kypern
6
Lettland
9
Litava
13
Luksemburg
6
Ungarn
24
Malta
4
Holland
31
Eysturríki
21
Pólland
54
Portugal
Slovenia
7
Slovakia
14
Finnland
16
Svøríki
22
Ongland
87
Í alt 786 umboð
FAKTA
Politisku bólkarnir í Evropa
Parlamentinum
PPE-DE
Bólkurin fyri Tann Evropeiska Fólkaflokkin og
Evropeisku Demokratarnar
PSE
Bólkurin hjá teimum Evropeisku Sosialistunum
ELDR
Bólkurin fyri teimum Liberalu í Evropa og
Demokratiska flokkinum
Verts/ALE
Bólkurin hjá Teimum Grønu/Fría samgongan í
Evropa
GUE/NGL
Tann Evropeiski Vinstravongurin og teimum
Venstregrønu í Norðanlondunum
UEN
Bólkurin fyri Tjóðarrinnar Evropa
EDD
Bólkurin fyri Demokratii og einum fjøltáttaðum
Evropa
NI
Leysagangarar
FAKTA
Inni í ES-parlamentsbygninginum
ES-parlamentsbygningurin í Brüssel
Í morgin verður fokus sett á komandi ES-grundlógina,
sum skal samtykkjast 17.-18. juni. Longu nú tykist ES-
grundlógin elva til grundleggjandi og framvegis
ósvaraðar spurningar fyri ríkisfelagsskapin og Føroyar,
og vit seta avleiðingarnar av eini komandi ES-grundlóg
undir sjóneyku í næstu útgávu
C
M
Y
K
9
8