fríggjadagur 11. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 109 - 11. juni 2004
Nr. 109 - 11. juni 2004
11
Hóast viðurskiftini á altjóða pallinum nú
leingi hava verið døpur við kríggi og ófriði
víða hvar, eru nakrir glottar at hóma. Í gjár
frættist, at kurdiska mannarættindastríðs-
kvinnan Laila Sama var sloppin úr fongsli.
Laila Sama, ið er rithøvundur, hevur sitið
føst í turkiskum fongsuli í tíggju ár.
Orsøkin er, at hon í orð og tal hevur stríðst
fyri mannarættindum hjá kurdisku tjóðini
innan turkisk landamørk. Laila Sama hevur
fingið fleiri altjóða virðislønir og hevur
verið innstillað til Nobelfriðarheiðursløn-
ina. Í mong ár hava Amnesty og ymsir fe-
lagsskapir eitt nú altjóða rithøvundafelagið
stríðst fyri, at Laila Sama skuldi sleppa úr
fongslinum. Nú er hetta eydnast, og øll
orsøk er til at fegnast. Kanska er hetta eitt
tekin um, at Turkaland hevur tikið enn eitt
stig mótvegis veruligum fólkaræði.
Ein annar glotti er tað, sum júst er hent í
trygdarráðnum í ST, har øll limalond lok-
sins kundu semjast um eina felags støðu til
Irak. Trygdarráðið hevur einmælt samtykt,
at politiska valdið í Irak aftur skal latast
irakska fólkinum. Hetta er ein sera týðandi
hending. Henda avgerð merkir, at altjóða
samfelagið nú hevur givið ST allar
heimildir í Irak. Tað er nú ST og ikki USA,
sum í hvussu so er á pappírinum hevur
avgerandi orðið at siga í Irak. So er sjálv-
sagt spurningurin, um USA fer at virða
hesa samtyktina hjá trygdarráðnum. Tað
eru allar orsøkir til at vænta, at hetta fer
USA atgera, tí landið eigur stóran part av
orðaljóðinum í samtyktini.
Fyri europæisku fólkaræðini hevur sam-
tyktin ómetaligan týdning við tað, at hon nú
so at siga legaliserar tað, sum hendir í Irak.
Nú er so eftir at tryggja, at kósin fram móti
einum fólkaræðiligum Irak kann setast og
haldast. Hetta verður alt annað enn lætt,
men tann breiða altjóða semjan skuldi verið
ein góð trygd fyri, at henda verkætlan kann
eydnast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Glottar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
til Sosialráðgevarafelag
Føroya og føroysku fjøl-
miðlarnar
Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum
Mánadagin 7. juni sendi
Sosialráðgevarafelag Før-
oya undirritaða eitt opið
bræv í sambandi við spar-
ingar á Almannastovuni.
Brævið
var
prentað
í
Dimmalætting og Sosial-
inum týsdagin 8. juni.
Í brævinum ger Sosial-
ráðgevarafelag Føroya vart
við, at Almannastovan tey
seinastu 3 árini hevur ar-
beitt fyri at kunna veita
borgaranum eina betri tæn-
astu.
Tænastustigið
til
borgaran er eftir tógvið
stríð munandi betri, enn tað
var fyri nøkrum árum síð-
ani. Eg eri samdur í hesi
staðfestingini,
at
stór
menning er farin í skipan
og virksemi hjá Almanna-
stovuni.
Harumframt verður í
brævinum upplýst, sum
rætt er, at Almannastovan
skal spara hálva millión,
umframt at ikki er lagt upp
fyri lønarhækkingunum í
seinastu sáttmálasamráð-
ingunum.
Eisini verður í brævinum
spurt um, hvussu hetta letur
seg gera. Og um landsins
politikarar og undirritaði
eru áhugaðir í at varðveita
vælferðarsamfelagið.
Til tann fyrsta spurningin
er at siga, at eg ikki eri
samdur í avgerðini hjá løg-
tingsins fíggjarnevnd um at
skerja játtanina til Al-
mannastovuna við hálvari
millión. Lat meg í stuttum
greiða frá, hví eg eri ó-
samdur við fíggjarnevndini
í hesari avgerð.
Almanna- og heilsumála-
ráðið hevur stovnsett ein
nýggjan stovn fyri fjøl-
brekað børn, Dagtilhaldið í
Rók í Eysturoynni. Hesin
stovnur hevur síðani 2001
verið ein royndarskipan,
men virkar nú sum ein
fastur stovnur. Raksturin av
hesum stovni er lagdur inn í
raksturin hjá Almannastov-
uni. Fíggjarnevndin legði
ikki uppfyri hesari nýggju
útreiðsluni, tá játtanin til
Almannastovuna
varð
skerd við hálvari millión,
hóast hon varð kunnað um
hesa misskiljing.
Játtanin til Almannastov-
una átti ikki at verið skerd
við hesari hálvu milliónini,
og eg ætli mær at taka hetta
málið upp í samgonguni,
og ætli mær av øllum alvi at
arbeiða fyri, at hendan mis-
skiljing verður rættað á
fíggjarlógini fyri 2005.
Hinvegin
mugu
vit
ásanna, at játtanin til Al-
mannastovuna eins og til
flestallar aðrar almennar
stovnar í landinum ikki er
nóg stór til lønarhækking-
arnar, sum alment sett
starvsfólk fingu eftir sein-
astu lønarsamráðingarnar.
Hetta er ein politisk avgerð,
sum samgongan, eisini
undirritaði, hevur tikið. Og
her má Almannastovna
sostatt bera somu tungu
lagnu sum aðrir almennir
stovnar.
Til spurningin um, um
landsins
politikarar
og
undirritaði eru áhugaðir í at
varðveita vælferðarsamfe-
lagið, er sjálvsagt bert eitt-
ans svar. Og tað er játtandi.
Almannastovan hevur ein
aðalleiklut í okkara væl-
ferðarskipan. Fyri at varð-
veita góðar vælferðartæn-
astur mugu vit varðveita
eina góða Almannastovu.
Hennara uppgáva er at bera
víðari tær tænastur, sum
politiski myndugleikin hev-
ur avgjørt, at landins borg-
arar skulu hava. Tað er upp
til
Almannastovuna
at
syrgja fyri, at so stórar og
umfatandi lógir sum for-
sorgarlógin, pensjónslógin
og dagpeningalógin, við
øllum teirra reglum um
tænastur til borgaran, verða
hildnar og at ásetingarnar í
hesum lógum verða framd-
ar í gerð. Hetta er ikki løtu-
verk. Og heldur ikki ókeyp-
is.
So Almannastovan eigur
at fáa hesa hálvu milli-
ónina, sum av misgáum
varð tikin burtur í ár, aftur í
2005. Hesum fari eg at ar-
beiða fyri. Tí tær tænastur,
sum Almannastovan veitir
øllum landsins borgarum,
summum meira og summ-
um minni, kunnu vit sum
menniskju og sum samfe-
lag ikki vera fyriuttan. So
vóru vit ikki longur eitt
vælferðarsamfelag,
men
eitt samfelag uttan tað
neyðuga trygdarnetið at
lofta teimum, sum onkurs-
vegna koma illa fyri í til-
veruni.
Einari
tílíkari
gongd
strembar eingin eftir, allar-
minst undirritaði. Eg kann
bert lova at gera mítt besta.
Opið bræv
Høgni Hoydal fær øsing í, og tá danir reagera,
fær Hermann Oskarsson skyldina
Hanna Lisberg
Tórshavn, 6. juni 2004
Tað er nógv fyri, at fólk
skulu noyðast at draga síni
gomlu veiku foreldur –
abbar – ommur og onnur
skyldfólk fram í bløðini.
Fyri stuttum hendi tað
aftur, at tvey fólk sóu seg
noyddan at finnast at,
hvussu illa mammur teirra
vóru fyri, tí einki ansingar
stað fanst til teirra.
Onnur mamman er nú
farin í Harrans hendur. Eg
havi samkenslu við teim-
um, samstundis sum eg
skammist av, at viðurskift-
ini eru slík í Føroyum. Hvar
enda vit?
Sjálvandi frøddust vit, at
støðan við blokkinum – nú
teir ikki fóru at skera meira
av blokkinum, enn gjørt
varð í seinastu samgongu.
Nú vóna vit og ynskja, at
brúkt verður av blokkinum.
Pláss má gerast fyri teim-
um, sum ikki klára seg.
Eins og tey bæði, sum vístu
á tørvin, eru vit fleiri, sum
hava skyldfólk og næstring-
ar, sum púra óhjálpin liggja
og bíða. Vit vóru mong,
sum øtaðust, tá danskir
politikarar tóku so dýran
til! Hvat var hent! Jú,
loysingarhetjan, sum tapti
valið, fór til Danmarkar at
fáa danir at hjálpa sær. Tá
so hesir gera vart við seg,
ger Høgni Hoydal tað, sum
hann er vanur: »Hví leika
danir so í?« og sær ógvu-
liga ósekur út! Tað hevði
verið meira mansligt at við-
gingið, at tað var hann, sum
løddi og festi í. Men hvør
hevur fingið skyldina? Her-
mann Oskarsson! Hvat
hann hevur sagt um blokk-
in, veit eg ikki. Ongastaðni
síggja vit, at danir vísa á, at
Føroya fólk hevur talað og
vrakað Høgna Hoydal! Vit
vilja ikki missa blokkin.
At Hermann er illur, tí
røktarpláss ikki eru til okk-
ara gomlu og veiku, eru vit
nógv, ið taka undir við.
Men eg vóni ikki, at hann
heldur, at blokkurin er
skaðiligur. Hann er m.a.
ætlaður til almannamál.
Vónandi skilja danir, at
tað er ikki andstøðan, sum
skal til Danmarkar at fáa
»hjálp« og øsing. Eg vóni,
at samgongan skilir, hví vit
vildu sleppa av við slík
klandursvætti!
Vit krevja skjóta hjálp til
tey hjálparleysu í Føroyum.
Bjarni Olsen
Vit mugu kunnu krevja,
at politikarar, sum hava
fingið litið ábyrgdarsessir
upp í hendi, duga at halda
høvdið kalt og varðveita
sakligheitina, so almenn
niðurgering og útspilling
ikki skaðar talufrælsið.
Og lat okkum so venda
aftur á slóðina og nema
við búskaparligu viður-
skiftini,
sum
Herman
Oskarsson hevur umrøtt.
Hví verður Hermann Osk-
arsson, formaður í Búskap-
arráðnum, niðurgjørdur, út-
spiltur og gjøgnumheglaður
fyri alment at viðgera bú-
skaparliga sera týðandi við-
urskifti fyri samfelagsbú-
skapin? Er tað ikki júst
hansara uppgáva?
Sjálvandi er tað hansara
uppgáva, men tað er ikki
trupult at skilja, hví øsingin
verður so ógvuslig. Bæði
blokkurin og fiskimanna-
skatturin hava beinleiðis
ávirkan á inntøkubýtið í
samfelagum, og tá skal,
sum rímuligt er, lítið til, at
fólk, ella kanska heldur
menn, gerast heitir. Eg
kenni sjálvur til fyribrigdið
m.a. sum fyrrverandi for-
maður í Búskaparráðnum.
Tað er eitt fyribrigdi, sum
ein og hvør, ið vil úttala
seg, má rokna við. Men vit
mugu kunnu krevja, at teir
politikarar, sum hava fingið
litið ábyrgdarsessir í hendi,
halda høvdið kalt og varð-
veita sakligheitina, so hetta
keðiliga og órímiliga fyri-
brigdið ikki skaðar talu-
frælsið.
Hermann - og Astrup -
hava meir enn tey flestu
tikið týðandi samfelagsbú-
skaparlig evni upp til við-
gerðar í almenninginum.
Vit hava brúk fyri fólkum
sum teir báðar, tí tað er
umráðandi, at vit hava eitt
livandi og sakligt samfe-
lagskjak uttan mun til, um
vit eru samd við teir ella
ikki. Og í sambandi við
blokkstuðulin mugu vit
kunna tola, at kjak eisini
tekur seg upp í Danmark.
Tað er hóast alt haðani,
blokkstuðulin kemur!
Men hvat við at venda
aftur á slóðina? Hvørji evni
viðgjørdu teir báðir? Eg
skal beinanvegin viðganga,
at eg eri millum teirra, sum
ikki var á ráðstevnuni, har
teir løgdu fram síni sjónar-
mið, so eg noyðist eins og
tey flestu at taka støði í tí,
sum er komið fram í bløð-
um o.ø. Niðanfyristandandi
er tað, sum eg havi fingið
burturúr.
Blokkstuðulin var
høvuðsevnið
Føroyar fáa í dag góðar 600
mkr. í árligum blokkstuðuli
úr Danmark og nakað aft-
urat til rakstur av rættar-
skipan, politii osfr., tilsam-
ans 1 mia. kr. árliga.
Hermann sigur, at vit
brúka ikki statsstuðulin í
dag, og vísir til, at tað sæst
av
tjóðarroknskapinum.
Uttan at vita tað giti eg, at
hann meinar við, at avlopið
á føroyska gjaldsjavnanum
er umleið líka stórt sum
árligi statsstuðulin. Hetta
merkir, at føroyskir borgar-
ar og fyritøkur plasera líka
nógvar pengar uttanlands
árliga, sum verður latið í
stuðuli úr Danmark árliga.
Eg skilji Hermann sum, at
hann meinar, at tað hevur
við sær, at "blokkurin kann
koyrast vekk uttan, at
samfelagið í síðsta enda
verður verri fyri enn í dag".
Eg kundi hugsað mær, at
Hermann greiddi nærri frá,
hvussu hetta skal ganga
upp. Um statstuðulin fellur
burtur, so mugu annaðhvørt
landskassaútreiðslurnar
minka, landsskatturin økj-
ast ella bæði. Uttan mun til
hvat verður gjørt, ávirkar
tað
samfelagsvirksemið
negativt. Úrslitið verður
óivað eisini, at gjaldsjavna-
avlopið minkar. Hetta mót-
virkar fyrrevndu aftur-
gongd, men fyri mær at
síggja, er ongin trygd fyri,
at vit enda við sama virk-
semi í samfelagnum sum í
dag ella at hall ikki verður á
gjaldsjavnanum. Eg lati
meg tó fegin sannføra!
Vinnustuðul var eitt
annað evni
Tað hevur ofta verið nevnt,
at ein grund til, at vit í Før-
oyum eru so "hervilig" til at
fara undir stuðulsskipanir,
er, at blokkurin ger, at vit
ikki noyðast at raðfesta so
neyvt við tí úrsliti, at
stuðulsskipanir
lættari
koma gjøgnum politiskt. .
Eg trúgvi ikki, at orsøkin til
stuðulsskipanir í Føroyum
gjøgnum tíðirnar er stuðul-
in úr Danmark, men heldur
at politikararnir hava meint
og framvegis meina, at tað
er best fyri føroyska sam-
felagið at veita stuðul. Í
stuttum kann sigast, at før-
oyskir politikarar - og før-
oyingar yvirhøvur - ikki so
gleivbeintir sum vit bú-
skaparfrøðingar taka undir
við, at ein fult liberaliserað-
ur búskapur gevur besta
úrslit fyri samfelagið. Vit
hava framvegis eina stóra
uppgávu at sannføra føroy-
ingar um, at liberalisering
er gongdin frameftir. Men
vit mugu vera eins treisk,
og tey hava verið í øðrum
londum, tí har hevur tað
eisini tikið nógv ár at fáa
undirtøku fyri hesum. Tað
tekur tíð, men tað eydnast
helst at enda.
At enda ein viðmerking
til uppskotið hjá Astrup
um, at blokkstuðulin skal
regulerast í mun til fíggjar-
liga gongdina/tørvin í Før-
oyum. Hetta er onki nýtt
uppskot. Tað munnu vera
minst 30 ár síðani, eg fyrstu
ferð hoyrdi um tað, men tað
er helst eldri enn so. Sein-
ast varð tað viðgjørt í so-
nevndu Gørtz-frágreiðing-
ini, sum varð gjørd í
sambandi við kreppuna í
1992. Har fekk tað ikki gott
viðmæli, serliga ti tað hev-
ur við sær skeiva tileggjan
(incitament). Tá verður
hugurin hjá okkum føroy-
ingum til at fáa búskapin at
ganga væl ikki so stórur, tí
so minkar stuðulin. Christ-
ian Schultz, danskur pro-
fessari í búskapi, hevur
skotið upp at javna stuðulin
eftir gongdini í altjóða
fiskaprísunum (heldur ikki
hesir tankar eru nýggir).
Harvið slepst uttan um, at
stuðulsmóttakarin sjálvur,
t.e.føroyingar, kann ávirka,
hvussu stórur stuðulin skal
vera. Eg kann ikki siga, at
eg haldi so nógv um hetta
uppskotið heldur. Higartil
hava alivinnan og rækju-
flotin ikki fingið stuðul fyri
at klára seg gjøgnum
kreppuna. Hetta grundar
seg m.a. á, at semja sum
heild er um, at fortreytin
fyri vinnuligum virksemi
má vera at vinnan megnar
at standa á egnum beinum.
Vansin við einum stats-
stuðli, sum verður javnaður
eftir fiskaprísum, er m.a.,
at hann kann koma at fast-
halda ein vinnuligan struk-
tur, sum onga framtið hev-
ur.
Sjómansskatturin hevur
avleiðingar
Allur vinnuligur stuðul er
við til at fasthalda eitt
vinnumynstur, ið kanska
átti at verði broytt. Tær
vinnur, sum fáa stuðul, fáa
við stuðlinum møguleika til
at draga m.a. arbeiðsmegi
og kapital til sín, sum ann-
ars kundi verið nýtt í øðr-
um vinnum. Stuðulin er við
til at trýsta lønir og fíggj-
arkostnað upp, so tær vinn-
ur, sum annars klára seg
uttan stuðul, fáa trupult við
at hóra undan.
Lat okkum hugsa okkum,
at vit høvdu ein vinnu, sum
framleiðir t.d. bildekk, har
starvsfólkini bert skulu
gjalda helvtina so nógv í
inntøkuskatti av tí, sum
aðrar borgarar gjalda. Tá er
lætt at skilja, at ein slík
vinna hevði megnað at
drigið arbeiðsmegi til sín,
hóast hon ikki megnar at
geva somu løn sum aðrar
vinnur og harvið í roynd og
veru ikki forrentar seg eins
væl og aðrar vinnur. Fyri at
fáa arbeiðsmegi høvdu
aðrar vinnur verið noyddar
at boðið væl hægri í løn
enn marknaðarlønina, skal
ikki øll arbeiðsmegin fara
til dekkvinnuna. Tess meira
dekkvinnan fyllir í búskap-
inum, tess størri trupul-
leikar fyri búskapin av
hesari skattaskipan.
Sjómansskatturin virkar
á sama hátt í búskapinum.
Harvið havi eg ikki sagt
nakað um, at eg ikki unni
sjómonnum okkara lágan
skatt, at sjómenn okkara
ikki eiga at fáa góðar
sømdir, tí teir hava harðar
og langar arbeiðsdagar
burtur frá familjuni osfr.
Ein kundi unt øllum lægri
skatt, meira í pensión,
meira í løn osfr. Eg meini
bara, at dømið vísir okkum
greitt, at sjómansskatturin
hevur samfelagsbúskapar-
ligar avleiðingar. Tað er tað,
sum eg fyrihaldi meg til og
ikki moralskar spurningar.
Tað er best fyri samfelags-
búskapin, at vinnan dregur
arbeiðsmegi til sín í sam-
svar við hennara inntjen-
ingsevni og ikki í mun til,
hvussu tey, sum arbeiða í
henni, verða skattað. Tað er
umráðandi, at lønin er eitt
mál millum partarnar í
vinnuni og ikki ein politisk-
ur spurningur um skatt.
Tá tað er sagt, er vert at
viðmerkja, at ikki bert í
Føroyum verða sjómenn
skattaðir lagaligari enn
onnur. Tað er mær vitandi
eisini so í t.d. Noregi og Ís-
landi - og hvørki av hesum
londum verða stuðlað utt-
aneftir.
Nógv tilfar til kjak
Nú veit eg ikki, um eg havi
fingið fatur í øllum búskap-
arligum argumentum um
omanfyristandandi
evni,
men har er ovmikið av til-
fari í teimum til eitt gott og
rímuligt búskaparligt kjak -
uttan at tað gerst neyðugt at
fara eftur mannin heldur
enn bóltinum.
VIÐMERKINGAR
Blokkstuðulin: Maðurin skal fellast,
men hvar fór bólturin?
Jón Ellendersen
1. Børn við DAMP, at-
ferðartrupulleikum,
vánaligum sosialum kor-
um o.tl. eiga rættin til
stórri
umsorgan
enn
"frísk" børn; tey eiga
rættin til mannsømilig
kor og rættin til, at teim-
um verður tryggjað eitt
optimalt lív í Føroyum.
Somuleiðis
eiga
tey
rættin til, at føðilandið
ikki vísir tey frá sær.
2. Menningartarnað, tey,
ið hava DOWN syndrom
e.tl. eiga rættin til opti-
mala menning, góðar og
tryggar møguleikar at
luttaka í samfelagslívin-
um á jøvnum føti við øll
onnur; tey eiga rættin at
verða vird sum fullborin
menniskju og sum heilir
persónar; tey eiga rættin
til somu búkor sum onn-
ur og rættin til, at føðil-
andið gevur teimum tað í
kompensasjón, sum tey
ikki sjálvi eru før fyri at
vinna sær.
3. Rørslutarnað
eiga
rættin til atkomu á øllum
støgum á jøvnum føti við
tey, íð einki rørslutarn
hava; tey eiga rættin til
fulla kompensasjón fyri
rørlsutarnið, hetta við
neyðugum hjálpartólum;
tey eiga rættin til at lut-
taka á arbeiðsmarknað-
inum á jøvnum føti við
onnur og rættin til at fáa
eins góða útbúgving og
onnur eftir egnum ynski.
4. Sinnisveik /sinnissjúk
eiga rættin til alla neyð-
uga hjálp, bæði medi-
sinska og sosiala; tey
eiga rættin til at verða
vird á jøvnum føti við
onnur, so veikleiki ella
sjúka teirra ikki gerst ein
foring fyri, at tey kenna
seg sum fullgóð menn-
iskju; tey eiga rættin til
menning, útbúgving og
eitt optimalt privatlív, har
egin ynski verða sett
hægri enn ynskini hjá
stovni, sjúkrahúsi ella av-
varðandi.
5. Heilaskadd eiga rætt-
in til optimala afturvenj-
ing, har alt verður sett
inn á at afturvinna teim-
um tað lívið, skaðin
hevur tikið frá teimum;
tey eiga rættin til í mest
møguligan mun at kunna
venda aftur til tað ar-
beiðslív,
tey
høvdu
áðrenn skaðan; tey eiga
rættin til bústaðarmøgu-
leikar, har íbúðin/ húsini
verða innrættaði soleiðis,
at tey kunnu ferðast sum
áður í mest møguligan
mun; tey eiga rættin til at
verða vird sum tey menn-
iskju, tey vóru áðrenn
skaðan.
6. Okkara eldur, hvørt
tey eru óhjálpin vegna
aldur, barndømi, Alz-
heimer ella aðra sjúku,
eiga fullan rætt til eitt
mannsømandi
lív
til
seinasta andadrátt; tey
eiga rættin til at veit
leggja dent á at tey kunnu
varveita fulla virðing fyri
sær sjálvum og frá øðr-
um. Tey eiga undir ong-
um umstøðum at kenna,
at samfelagið ikki longur
hevur brúk fyri teimum,
men ístaðin, at samfelag-
ið alt virðir og gleðist um
tað, tey hava lagt eftir
seg. Tey eiga rættin til, at
tey gomlu ikki verða
mett sum ein byrði, men
ístaðin sum ein gáva.
7. Annars eiga øll, sum
vegna
likamliga
ella
sálarliga sjúku ella á
annan hátt, ikki longur
megna at luttaka í sam-
felagslívinum - eisini
sosialt, eiga rættin til, at
mest møguligt verður
gjørt fyri, at tey fram-
vegis kunnu kenna seg
sum fullgóðir borgarar, at
tey enn hava sama virði
sum áður; tey eiga rættin
til, ikki at gerast einsa-
møll vegna sjúkuna og
rættin til best møguliga
viðgerð á einhvønn hátt.
8. Samfelagið, tvs. hin
einstaki
føroyingurin,
løgtingi,
landsstýri,
heilsuverk og almanna-
verk og annars allir
stovnar, ráð v.m., sum
løgting og landsstýri vara
av, hevur felags ábyrgd
av, at grein 1 til og við 7
verða
uppfyltar
og
fylgdar so langt til ber.
Eru aðrar íløgur, sum
ikki beinleiðis ávirka tað
almennu vælferðina, og
soleiðis eisini kann raka
tey, ið eru nevnd í grein 1
til og við 7 ein forðing
fyri, at grundlógin verður
hildin, eiga hesar íløgur
at víkja fyri íløgum, sum
eru hesum (í grein 1-7) at
frama.
vegna Føroya fólk og
tær almennu Føroyar
Grundlóg teirra veiku
C
M
Y
K
11
10