fríggjadagur 11. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 109 - 11. juni 2004
Nr. 109 - 11. juni 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Sunnudagin 6. juni
varð hátíðarhildið at
75 ár vóru liðin síðan
kirkjan við Gjógv
varð vígd 29. mai
1929. Hon er tann
fyrsta føroyska kirkj-
an, sum varð vígd á
føroyskum máli
Nógv fólk leitaðu til Gjáar
seinasta sunnudag, tá há-
tíðarhildið varð at kirkjan í
bygdini varð 75 ár.
Eisini varð kirkjan tikin í
brúk eftir eina stóra um-
væling, sum hevur verið
gjørd í sambandi við føð-
ingardagin, har hon t.d. er
málað bæði innan og uttan.
Byrjað var kl. 11 við
gudstænastu við Hans J.
Joensen bispi, og aftaná var
døgurði fyri øllum í bygd-
arhúsinum. 250 fólk vóru
til døgurðan.
Klokkan 18 var aftur
gudstænasta við Bjarna
Bæk, dómprósti.
Sunnudagurin tann 29.
mai í 1929 var ein søgu-
ligur dagur við Gjógv, tá
varð kirkjan í bygdini vígd.
Samstundis var hetta fyrsta
kirkjuvígslan á føroyskum
máli. Sálmarnir vóru eisini
føroyskir.
Eftir vígsluna í 1929 var
barnadópur. Tvey børn
vórðu borin til dópin, og
dópurin var eins og vígslan
á føroyskum máli. Hetta
var helst fyrstu ferð, at børn
vórðu doypt á føroyskum
undir einari guðstænastu.
Tað vóru tey bæði, Elin-
borg Kollsker, f. Kallsoy,
og Hans Edvard Joensen,
sum vórðu doypt hendan
dagin.
Gjáar kirkja 75 ár:
Fyrsta føroyska kirkjan
sum varð vígd á
føroyskum máli
Kirkjan varð tikin í brúk
eftir eina stóra umvæling,
sum hevur verið gjørd í
sambandi við
føðingardagin. Har hon
t.d. er málað bæði innan
og uttan
Mynd: Jens Kristian Vang
Nógv fólk vóru til
hátíðarhaldið við Gjógv
seinasta sunnudag. Kirkjan
var meira enn full av fólki
hendan dagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Prestar frammi í kór, f.v. Petur Martin Rasmussen, Emil
Olsen, sum er prestur við Gjógv, Bjarni Bæk, dómpróstur, og
Hans J. Joensen, bispur
Mynd: Jens Kristian Vang
Eftir vígsluna í 1929 var barnadópur, tað vóru tey bæði,
Elinborg Kollsker, f. Kallsoy, og Hans Edvard Joensen, sum
vórðu doypt hendan dagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Óli Debes hevur verið klokkari við Gjógv í mong ár
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
11. juni. Barnabas. Hann verður fleiri ferðir umtalaður í Ápostlasøguni, men so at siga altíð í sambandi við
ápostulin Paulus. Var við á fyrstu trúboðanarferðini hjá ápostlinum. Evangelisturin Markus og hann vóru
systkinabørn. Halgisøgan sigur, at hann á føðioynni Kýpros varð tikin av jødum og brendur á báli í árinum 62,
halda teir. Í fornkirkjuni var hildið, at hann skrivaði Hebrearabrævið.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum fyri stórfingnar
gávur, fyri sangir, blómur og
telegramm.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til at gera
gullbrúdleypsdagin ógloymandi.
Bestu heilsanir
Elinborg og Sólarn
Fríggjadagin 4. juni
var móttøka á Sp/f
SetHúsaSøluni í Havn
í sambandi við at
Hannelena Mittún
Jacobsen, ið er út-
búgvin bankakvinna,
yvirtók fyritøkuna frá
fyrrverandi eigaran-
um, Helga Brekku
Í farnu viku skifti Sp/f
SetHúsaSølan
eigara.
Hannelena Mittún Jacob-
sen, sum hevur arbeitt sum
bankakvinna í næstan 40 ár,
hevur yvirtikið fyritøkuna
frá fyrrverandi eigaranum,
Helga Brekku.
Helgi
stovnaði
Sp/f
SetHúsaSøluna fyri seks
árum síðan, og rak hana til
1. juni 2004.
Helgi og Hannelena hava
tað til felags, at tey bæði
arbeiddu sum bankafólk í
umleið 40 ár, tá tey saðlaðu
um og fóru at selja hús.
Sum
bankakvinna
í
næstan 40 ár hevur Hanne-
lena drúgvar royndir við
húsafígging, og kennir hon
tí allar mannagongdir á
hesum øki.
Nógvir
fyrrverandi
starvsfelagar,
vinir
og
kenningar stukku inn á
gólvið til móttøkuna sein-
asta fríggjadag.
Sp/f SetHúsaSølan:
Móttøka fyri nýggja
og fyrrverandi
eigaranum
Nógvir fyrrverandi starvsfelagar stukku inn á gólvið. Her er tað Fríða Haraldsen (h.m.) frá Føroya Banka, sum ynskir
Hannelenu Mittún Jacobsen góða eydnu við fyritøkuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Frá
móttøkuni.
Frá vinstru:
Bjørg Hansen,
Palle Olsen,
Finnur
Rubeksen, og
hjúnini A.G.
Nielsen og
Marjun
Nielsen
Mynd: Jens
Kristian Vang
F.v. Viljormur
Tórsheim, Høgni
Jacobsen, maður
Hannelenu, og Helgi
Brekku, sum stovnaði
SetHúsaSøluna fyri
seks árum síðan
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12