Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2004 15 Eftir at norðoystevnuróður- in er av, er tað framyvir so- leiðis, at plaseringarnar á seinasta róðrinum gera av, hvussu startast skal á komandi róðrinum. Hetta soleiðis at teir bátar, sum endaðu fremstir seinast, hava mittastu startnummar- ini á komandi róðrinum. Startrøðin á eystanstevnu verður sostatt sum víst niðanfyri. -jm Fimmmannafør, dreingir 1 Svanur 2 Tjaldrið 3 Royndin Fríða 4 Tekla 5 Havfrúgvin 6 Blikkur 7 Spógvin 8 Fípan Fagra 9 Sílið 10 Firvaldur 11 Báran 12 Kollur 13 Drekin Seksmannafør, kvinnur 1 Sølmundnur 2 Víkingur 3 Páll Fangi 4 Jarnbardur 5 Lómur 6 Gongurólvur 7 Sundabáturin Fimmmannafør, gentur 1 Tekla 2 Hvassi 3 Tjaldrið 4 Junkarin 5 Frúgvin 6 Firvaldur 7 Havfrúgvin 8 Sílið 9 Blikur 10 Fípan Fagra 11 Ørnin 12 Drekin 13 Falkur 14 Spógvin Seksmannafør, menn 1 Sandingur 2 Hvessingur 3 Lómur 4 Jarnbardur 5 Gongurólvur 6 Sundabáturin 7 Strálan 8 Víkingur 9 Sølmundur 10 Hósvíkingur Áttamannafør 1 Ørvur 2 Nevið Reyða 3 Argjabáturin 4 Kvívíkingur 5 Knørrur Tíggjumannafør 1 Hoyvíkingur 2 Vágbingur 3 Nólsoyingurin 4 Havnarbáturin 5 Vestmenningur 6 Eysturoyingur Startrøðin til eystanstevnu Nú er greitt, hvussu startrøðin verður á eystanstevnu Mynd: Álvur Haraldsen Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Fylkir 5 3 - 2 - 0 7 2 5 11 2 Keflavík 5 3 - 1 - 1 7 5 2 10 3 ÍA 5 2 - 2 - 1 5 3 2 8 4 FH 5 2 - 2 - 1 5 4 1 8 5 KR 5 2 - 1 - 2 6 7 -1 7 6 ÍBV 5 1 - 3 - 1 6 6 0 6 7 Grindavík 5 1 - 3 - 1 5 6 -1 6 8 Fram 5 1 - 2 - 2 7 7 0 5 9 KA 5 1 - 1 - 3 4 6 -2 4 10 Víkingur R 5 0 - 1 - 4 2 8 -6 1 Før. leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen (Fram) Julian og teir taptu tepurt í Reykjavík, har KR fekk sigursmálið við brotssparki, og nú er meistaraliðið omanfyri miðjuna ÍSLAND Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Málini eru oftast ikki mong í íslendsku landskappingini. Mest vanliga úrslitið man vera 1–0 og 1–1. Í 25 teim- um fyrstu dystunum eru skorað 54 mál ella eitt sind- ur meiri enn tvey í miðal. Mikukvøldið fóru Julian Johnsson og liðfelagarnir í ÍA gjøgnum undirsjóvar- tunnilin undir Hvalfirði. Ørindini vóru at vitja í vest- urbýnum í Reykjavík, har Knattspyrnufelag Reykja- víkar ella KR, sum tað oftast verður nevnt, tók ímóti. Longu í fjórða minutti varð einasta málið skorað. KR fekk brotsspark, sum teir fingu fulla nyttu burt- urúr. So løgdu teir størsta dentin á at verja leiðsluna, og tað eydnaðist teimum. Tað hevur altíð verið so- leiðis í íslendskum fótbólti, at nógv tey flestu málini verða skorað eftir deyð- bóltsstøður. Likamliga styrkin hevur nógv at siga, tá ið tað verður dystast eftir langar sendingar, og skjót- leikin er ofta avgerandi, tá ið tað ræður um at vera fyrstur á returbóltunum. Við sigrinum á ÍA lyftu meistararnir í KR sær fram á fimta plássið. ÍA er eftir fimm tey fyrstu umførini á triðja plássinum. Fram, sum Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen spæla við, er í áttanda og triði niðasta sætinum. Tað eru seks stig frá Fram og fram til Fylkir, sum er á odda við ellivu stigum. 16. juni skal ÍA spæla á heimavølli ímóti FH, og Fram fær vitjan av KA av Akureyri, sum eftir fimm tey fyrstu umførini er næst- niðast. Sum partur av føð- ingardegnum skipar KÍ í summar fyri stórari kapping fyri allar yngru deildir FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo KÍ hevur í hesum døgum sent fótbóltsfeløgunum kring landið innbjóðing til 100 ára kapping. Talan verður um kapping fyri yngru liðini kring land- ið, og umframt at KÍ á hendan hátt enn einaferð markerar runda dagin, so er hetta ivaleyst eisini eitt kærkomið høvi hjá ymsu feløgunum at fáa gongd á dystarvenjingina eftir summarfrítíðina. Kappingin er nevnliga sett at verða hildin um vikuskiftið, 6.-8. august, og er seinasti parturin av hes- ari sjálvsagt finalurnar, sum skulu spælast í Klaks- vík. Tað verða hálvfinalur- nar eisini, men undan hes- um skal finnast fram til, hvørji fýra feløg skulu hava umboð í hálvfinalunum. Dystirnir, sum skulu av- gera hetta seinasta, verða ikki leiktir í Klaksvík, men verður talan tá um dystir eft- ir cup-skipanini. Sjálvandi veldst talið á hesum um talið av luttakandi feløgum, men ætlanin er so, at mót- støðuliðini her verða sett landafrøðiliga saman, so- leiðis at ferðingin verður sum minst hjá øllum pør- tum. Tað vil við orðum siga, at tað ikki fer at verða so- leiðis, at TB og KÍ hittast í eini fjórðingsfinalu, meðan LÍF og VB hittast í eini aðr- ari. Men heldur soleiðis at TB og VB leika sínamillum, eins og KÍ og LÍF gera tað. Á harrasíðuni verður kappast í bólkunum frá smápiltum upp til dreingir, og hjá gentum eru tað bólkarnir frá pinkum upp til gentur, sum eru boðin at taka lut í kappingini. KÍ sigur at enda í innbjóðingini, at seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin, 16. juni. Íslendska fótbólturin líkist sær sjálvum 100 ára kapping hjá KÍ 15 Nr. 109 • fríggjadagur • 11. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyska landsliðið er enn eina ferð dottið nøkur pláss eftir hæli á FIFA styrkislistanum, har eisini Ísland er á veg skeiva vegin LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Føroyar viga lítið hjá teim- um, sum seta altjóða styrk- islistan saman. Tað sást á listanum, sum varð kunn- gjørdur í fyrradagin. Føroy- ar eru dotnar trý pláss eftir hæli í ein mánað. Tá ið list- in fyri mai varð kunngjørd- ur, vóru Føroyar á 131. plássinum. Nú verður rokn- að við, at tað eru 133 lands- lið, sum eru betri enn tað føroyska. Afturgongdin hevur verið støðug síðstu mánaðirnar. Í desember vóru Føroyar átta pláss hægri á listanum, enn tær nú eru. Tá ið Føroyar vóru hægst á listanum fyri nøkrum árum síðani, var talan um eina støðu á umleið 110. plássinum. Hvussu nógv fynd er í styrkislistanum hjá FIFA fæst at síggja, tá ið Føroyar 18. august fara at spæla á heimavølli ímóti Malta. Mótstøðuliðið mitt í juli er á styrkislistanum trý pláss omanfyri Føroyar. Malta er farið tvey pláss niður á list- anum henda síðsta mánað- in. Føroyar og Malta spældu tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í 1997. Bæði í Vaduz og á Toftum vunnu Føroyar 2–1. Í báðum førunum var Todi Jónsson annar føroyski málskjúttin. Um alt gongur, sum tað verður vónað, at tað skal gera, so verður Todi í før- oyska álopinum 18. august. Vigaðu lítið Síðsta ferðin, at Føroyar vóru í altjóða stríði, var í vinardystinum ímóti Holl- andi í síðstu viku. Holland vann 3-0, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki givið Hollandi størri tyngd í FIFA høpi. Holland hevur leingi verið á fjórða pláss- inum. Síðani í mai hevur FIFA flutt Holland aftur á sætta plássið. Tað man ivaleyst komast av tapunum á heimavølli ímóti Belgia og Írlandi. Latínamerika og Europa eru framvegis teir partarnir av heiminum, har bestu landsliðini eru. Brasil er nummar eitt, Frakland er næstovast, so koma Spania og Meksiko, og so er Argentina frammanfyri Holland. Besta asiatiska landið er Turkaland, sum er á sjeynda plássinum. Turka- land verður í fótbóltshøpi roknað at hoyra til Europa. Teir luttaka bæði í Europa Cup og í EM og HM undankappingum í UEFA høpi. Danmark verður roknað at eiga besta landsliðið í Norðurlondum. Einki ser- ligu úrslitini í síðstu fyri- reikingardystunum undan fráferðini til Portugal hava tó kostað hjá Danmark, sum síðsta mánaðin er flutt eitt pláss aftur og nú er nummar fimtan. Svøríki er flutt trý pláss fram, eftir at teir hava stað- ið seg væl í vinardystunum. Svøríki er nú nummar átj- an. Noreg er nummar 36 og Finnland er nummar 42. Tað svíður rættuliga nógv hjá Íslandi, at teir taptu 6–1 á útivølli ímóti Onglandi. Tað eru 205 fótbóltstjóðir á listanum, og Montserrat er á aftasta plássinum. Tað er lítið oyggjaland í Karib- iska havinum, har fólkatal- ið liggur um tólv túsund. Malta skal venda gongdini Aftur hendan mánaðin eru Føroyar farnar skeiva vegin á FIFA- styrkislistanum C M Y K 14