fríggjadagur 11. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 109 - 11. juni 2004
Nr. 109 - 11. juni 2004
17
Mamma
Mia!
FERÐAFRÁSØGN Eydna Skaale • eydna@sosialurin
Hetta er ein heldur nýggur
sangleikur, har søgan er
bygd á allar teir góðu,
gomlu Abba sangirnar. Tað
ger, at tú allatíðina kennir
teg aftur í sangunum og
kanst syngja við. Sam-
stundis er søgan púra ókend
og tú ánar ikki hvat fer at
henda næst. Tað ger, at tú
verður fullkomiliga berg-
tikin. Gomlu sangirnir fáa
veruliga eina aðra meining,
eftir at teir verða settir í
samband við hendingarnar
og kenslurnar á pallinum.
Søgugongdin er tann, at
ein genta og mamma henn-
ara búgva á eini lítlari
griskari oyggj. Gentan veit
ikki hvør pápi hennara er,
og mamman vil ikki siga
henni. Men so skal gentan
giftast, og hon vil so fegin
verða leidd til altars av
pápa sínum.
Hon finnur gomlu dag-
bókina hjá mammuni og
finnur útav, at tað eru 3
møguligir pápar. Eftirsum
hon vil vita hvør er pápi
hennara, ger hon ikki mæt-
ari enn at bjóða øllum 3
niður til oynna, júst um tað
mundi, sum brúdleypið
skal standa.
Í fyrsta umfari tykist
hetta kanska ikki akkurát
vera ein søga sum kann
tvinnast saman við Abba
tónleiki, men tað hepnast
ófatuliga væl.
Prince Edward
Theatre
Hetta er eitt av størru
teatrunum, við plássi fyri
1.600 fólkum. Tað liggur
mitt í Soho umráðnum, og
kontrasturin millum gøtuna
og salin er ógvuliga stórur.
Soho er larmuta og litfagra
kinesara umráðið, meðan
teatrið er sera flott og há-
bærsligt. Tað merkist eisini
at fólk broyta atburð, tá tey
koma inn. Larmur og fjas
hvørva sum døgg fyri sól, tí
flottu hølini krevja ein
sømiligan atburð. Tað er
sera høgt til loftið og setrini
eru breið og bleyt, av reyð-
um velouri. Flott útskornar
balkongir eru allanvegin
upp til loftið og hjálparfólk
eru allastaðni. So hvørt
sum fólk koma inn í salin,
verða tey biðin um at vísa
atgongumerki og so verða
tey leidd upp á pláss. Hug-
lagið er hátíðarligt, og fólk
práta spakuliga sínamillum.
Ein kinesaradama gongur
runt við eini eskju og selir
góðgæti. Hennara ógvuliga
avmarkaða enska minnir
okkum á, at vit hóast alt eru
í Soho.
Salurin er næstan full-
settur og her eru øll hugs-
andi fólkasløg. Havi altíð
hildið, at teatrið sum heild
hevur verið fyri pent ílætin,
mentað fólk, men tað vísir
seg ikki at vera so. Nøkur
eru, sum veruliga hava
pyntað seg, meðan onnur
eru í sandalum, shorts og
við myndatóli um hálsin.
Her eru heilt smá børn og
gomul fólk.
Leikurin
Alt í einum buldrar tónleik-
urin út gjøgnum hátalarar-
nar. Teppið er framvegis
drigið fyri, men tað instru-
mentalska lagatyssið, sum
spælt verður, lættir um
huglagið inni í salinum, og
fólk byrja at nikka og
svinga við høvdinum í takt
við tónleikin.
Vit verða biðin um at
sløkkja fartelefonlar og so
fer teppið frá.
Pallmyndin er sera ein-
føld, so umstøðurnar, har
leikurin fyrigongur, verða í
stóran mun latnar upp til
hvønn einstakan at ímynda
sær. Tað ger, at tú sum
áskoðari ert sera aktivt við í
leikinum. Eitt annað, sum
ger, at tú veruliga kennir
teg sum part ev leikinum er,
at tú aldrin ert í iva um
hvørjar kenslur leikararnir
spæla uppá, tí gjøgnum
sang, tónleik og mimik,
kennur tú kenslurnar tær
sjálvur. Gleði, forelskilsi og
sorg. Eg varnaðist t.d. fleiri
ferðir, at eisini síðukonan
turkaði sær um eyguni, eftir
ein rørandi part av leik-
inum.
Á konufólka wc’num í
steðginum, var veruligur
krákufundur. Alt var á gos-
ið. „Oh my God, it’s just
bloody amazing, ain’t it”,
var nokk neyvasta lýsingin
av leikinum, sum eg hoyrdi.
Endin á leikinum var
nakað hugtungur, so fyri at
fáa fólk í betri lag aftur,
komu leikarar og dansarar
útaftur á pallin, við einum
bombastiskum og energisk-
um sang- og dansishowið,
við nøkrum av teimum
lívligastu Abba sangunum.
Allur salurin reisti seg upp
og fór at klappa og shaka.
Hevði eitt dansigólv verið,
so vænti eg at tað hevði
verið fult eftir eini lítlari
løtu. Eg má siga, sum ein
onnur dama segði inni á
wc’num: Eg visti ikki av, at
mær dámdi so væl Abba.
Eitt annað show, sum
eftirhondini hevur ging-
ið í fleiri ár, eitur stomp.
Eisini hetta er vert at
síggja. Talan er um eitt
fullkomiliga øðrvísi rút-
miskt show.
Ikki eitt orð verður
sagt, og einki instru-
ment verður nýtt. Ístað-
in spæla tey 8 fólkini á
pallinum uppá ymisk
ting úr gerandisdegnum,
sum t.d. kustar, vask,
skrellispannir, svávul-
dósir, kurvabóltar og
sínar egnu búkar. Tey
nýta nógvan mimik, og
aftanfyri vælsvingandi
og óvanligu rútmurnar,
er ein stuttligur undir-
tóni.
Í tann hálvanannan
tíman,
sum
Stomp
vardi, fekk eg heilt
einfalt eina bergtakandi
uppliving. Tey dugdu
ómetaliga væl at fáa
áskoðararnar við. Av og
á dugdu vit ikki nóg væl
og fingu tískil strong
eygnabrá frá „leiðar-
anum” á pallinum. Sum
um
vit
ódugnaligu
áskoðarar bara oyði-
løgdu teirra show við
ikki at megna at fylgja
við. Vit dugdu ov illa at
klappa í takt, tá tað
skuldi gerast skjótt.
Eftir showið, tyktust
fólk vera vælnøgd, tí
lógvabrestirnir
vildu
ongan enda taka, og
neyðars útlúgvaðu rút-
musnillningarnir á pall-
inum máttu út at bukka
umaftur og umaftur.
Ein ávaring má tó
gevast, um tú kundi
hugsað tær at farið til
Stomp. Vandi er fyri
sera stórari rútmiskari
ávirkan. Restina av deg-
num gekk eg í øllum
førum og trummaði
uppá alt, sum var í nánd,
allarhelst
til
stóran
ampa fyri mínar næstar.
Stomp
„Oh my God, it’s justtt
bloody amazing”
Mamma
Mia!
Bæði Skeyk og sangleikurin
um Jósef vóru óvanliga væl
umtóktir í Føroyum. Og tað
við góðari grund. Sangleikir
hava ein eginleika at ganda
áskoðararnar á ein heilt
serligan hátt. Sum áskoðari er
tað kanska lættari at fyrihalda
seg til kenslur sum sorg og
gleði, tá tað verður kompli-
menterað við tónleiki. London
er heimskendur fyri sínar
sangleikir. Kemur tú higar, er
tað heilt víst eitt ’must’ at fara
til musical.
Mamma Mia -the Abba musical!
C
M
Y
K
17
16