Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 109 - 11. juni 2004 Nr. 109 - 11. juni 2004 19 Høganes er bygd í Rye í Onglandi í 1885, og verður hon sostatt 120 ár komandi ár EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hin 4. juni í 2004 hevur Felagið Høganes 20 ár á baki. Felagið varð stovnað við tí endamáli at varðveita sluppina, Høganes, sum part av einum sjógripa- savni. Sluppin er varðveidd øll hesi 20 árini, men smátt gongur at fáa innivist fyri skipinum uppi á landi. Fyrstu trý árini nýtti felagið til at avmontera og seta í stand 100 ára gomlu slupp- ina, ið var tann seinasta í Eysturoynni. FD 5 "Høganes" kom til Føroya úr Íslandi og kallað- ist tá "Skarphjeðinn". Hon hevur hoyrt heima á Tvør- oyri, Sørvági og á Skála- fjørðinum. Síðan ístandsetingina hevur eitt fjølbroytt ment- anarvirksemi verið umborð við eitt nú siðsøguligum framsýningum, listafram- sýningum og alskyns kon- sertum. Haraftrat er skipið eisini nýtt til ymiskt felags- virksemi og undirvísing í sjóvinnu. "Høganes" er bygd í Rye í Onglandi í 1885 og verður sostatt 120 ár komandi ár. Felagið Høganes varðveitir FD 5 Høganes Vegna Nes Sóknar Ítróttarfelag fer undirritaði at bjóða øllum væl- komin á Eystanstevnu 2004. Eystanstevnan er vorðin ein av teimum stóru summarstevnunum, og er hetta komið í lag við góðum samstarvi millum ítróttarfeløgini, skótar, mentanarfeløg og ikki minst Kunningarstovuni í Runavík og Runavíkar Býráð, tí stórt fyri- reikingararbeiði er gjørt, áðrenn stevnan er vorðin veruleiki. À Eystanstevnu er býurin ílatin til summartíðina við ljósi, fløggum, tónleiki og øðrum, sum hoyrir eini slíkari stevnu til, og verður veðrið gott, er nakað til øll at fara til, sær sjálvum at fegnast um. Eingin loyna er heldur, at tiltøkini á stevnuni eru góð fíggjarlig íkøst til tað mentunar- og ítróttarliga arbeiði, ið fer fram í Runavíkar kommunu. NSÍ skipar eisini fyri nógvum fótbóltsdystum á Eystanstevnu, sum vanligt og sum skráin eisini vísur. Høvuðsdysturin er sjálvandi 1. deildardysturin ímóti frændum okkara norðan av oynni nevniliga felags- liðið úr Sundalagnum EB/ Streymur. Sjálvandi verður øll orka løgd í at fáa øll stigini til høldar, soleiðis at NSÍ betrar sína støðu í landskappingini. Um eina viku t.v.s. 19 juni leikar NSÍ intertoto dyst ímóti donskum superliga liði. Ì skrivandi stund vita vit ikki hvat mótstøðuliðið er, men tað kann fyri so vítt gera tað sama, mótstøðan verður ivaleysa stór, men felagið gleðir seg til hesa stóru uppgávu. Týdningur av slíkum altjóða dystum hevur avgjørt sín týdning við á virðiligan hátt at umboða NSÍ, Runavíkar kommunu og ikki minst Føroyar. Við hesum fáu orðum :"vælkomin á Eystanstevnu 2004" NSÍ Jákup Mortensen, formaður NSÍ-formaðurin bjóðar vælkomin FD 5 "Høganes" kom til Føroya úr Íslandi og kallaðist tá "Skarphjeðinn". Hon hevur hoyrt heima á Tvøroyri, Sørvági og at enda á Skálafjørðinum C M Y K 19 18