fríggjadagur 11. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 109 - 11. juni 2004
Nr. 109 - 11. juni 2004
21
Býráðið hevur saman
við ítróttarfeløgum,
áhugabólkum og
samkomum roynt at
gjørt karmarnar um
Eystanstevnuna so
góðar sum gjørligt. -
Tí vóna vit, at undir-
tøkan fyri stevnuni
hesaferð verður eins
góð, og undirtøkan
var seinasta ár, sigur
býráðsformaðurin,
Rodmundur Nielsen
EYSTANSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Býráðsformaðurin í Runa-
víkar
kommunu,
Rod-
mundur Nielsen, bjóðar
vegna býráðið øllum væl-
komnum á Eystanstevnu.
– Eystanstevnan er ein av
teimum týðandi summar-
stevnunum, har kappróður
og aðrar ítróttargreinir hava
sín stóra týdning fyri ítrótt-
arfeløgini og tey, sum koma
at njóta hesi tiltøk.
Hugnalig tíð
Rodmundur ásannar, nú
Eystanstevna verður um
vikuskiftið, at tíðin, tá ið
summarítrótturin er í hædd-
ini, er ein ógvuliga spenn-
andi og hugnalig tíð.
– Áhugavert er at fylgja
við í teimum ítróttargrein-
um, sum nú einaferð liggja
einum nærmast, tað veri
seg í fótbólti, kappróðri ella
øðrum
ítróttargreinum,
sum hvør einstakur nú
einaferð hevur áhuga fyri.
Býráðsformaðurin fegn-
ast eisini um, at tað hevur
eydnast teimum, sum sam-
skipa tiltøkini, at gera eina
fjølbroytta skrá, sum kann
hava eina so breiða undir-
tøku millum gestirnar sum
gjørligt.
Stóran týdning
Í ár eru 43 ár liðin, síðan
fyrsta Eystanstevnan varð
hildin.
– Nógv er broytt hesi
árini, men týdningurin av at
halda summarstevnur er
eins stórur og áður.
– Hesar dagarnar, stevn-
an er, leggja flestu av okk-
um vanliga gerandisdagin
til síðis og luttaka í teimum
ymisku og fjøltáttaðu til-
tøkunum, sum eru á skránni
– bæði til gamans og álv-
ara.
Hann vísir á, at nógv
ymisk tiltøk eru á skránni
til hesa Eystanstevnuna,
sum byrjar í dag og heldur
fram til sunnudagin.
– Býráðið hevur saman
við ítróttarfeløgum, áhuga-
bólkum og samkomum
roynt at gjørt karmarnar um
stevnuna so góðar sum
gjørligt. Tí vóna vit, at
undirtøkan hesaferð verður
eins góð, og undirtøkan var
seinasta ár, sigur býráðsfor-
maðurin.
Vælkomin!
Vegna Runavíkar býráð
takkar Rodmundur Nielsen
øllum teimum, sum hava
tikið tøk og hava skapt
grundarlag fyri eini góðari
Eystanstevnu.
– At enda bjóða vit øllum
hjartaliga vælkomnum inn
á Skálafjørðin um viku-
skiftið.
Vælkomin á Eystanstevnu 2004
Jørgin Olsen er ein
áhugaverdur listamál-
ari sum málar
nattúralistiskar
málningar
EYSTANSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Eystanstevnu hevur lista-
maðurin, Jørgin Olsen úr
Runavík,
framsýning
í
gamla handlinum hjá Oliv-
ari.
Framsýningin
verður
opin leygardagin og sunnu-
dagin, og hon letur upp
klokkan 15.
Jørgin Olsen er ein
áhugaverdur
listamálari,
sum serliga málar náttúr-
una og tað, sum rørist í
henni og rundan um hana.
Málningarnir hjá honum
eru vakrir og eru nógv
eftirspurdir millum tey,
sum hava áhuga fyri list.
Jørgin Olsen sigur, at øll
eru hjartaliga vælkomin
oman í Gamla handlilin hjá
Olivari á Eystanstevnuni.
Listaframsýning
í handlinum
hjá Olivari
Ein av málningunum
hjá Jørgini Olsen, har
motivið er Skála-
fjørðurin
Vegna Runavíkar býráð bjóðar Rodmundur Nielsen, býráðsformaður, øllum vælkomnum á Eystanstevnu, sum verður um vikuskiftið. Í ár eru 43 ár liðin, síðan
fyrsta Eystanstevnan varð hildin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógv fólk vitjaðu á Eystanstevnu í fjør, og fyrireikararnir vóna, at undirtøkan í ár verður eins
góð og seinasta ár
Aftur í ár skipar
bygdasavnið, Forni,
fyri eini evnisfram-
sýning. Hesaferð er
evnið slupptíðin
EYSTANSTEVNA
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Gjøgnum
árini
hevur
bygdasavnið,
Forni
á
Glyvrum, skipað fyri fleiri
evnisframsýningum. Tann
fyrsta var í 1988 og lýsti
roykstovuna og annað í
húsinum frá gamlari tíð.
Evnisframsýningarnar
hava verið um 20 í tali, og
hava snúð seg um eitt nú
hersetingina, um tá kirkjan
var einsamøll, til andaligu
rørslurnar tóku seg upp,
Heiða-doktaran, klæðir upp
til eftir seinna heimsbar-
daga og mangt annað.
Í nógv ár hevur innsavn-
ingin av lutum og myndum
vaksið um savnið, og í dag
er savnið bæði umfatandi
og áhugavert. Húsið er
innrættað við eini gamlari
stovu frá 1874, gomlum
handli frá fyrsta helmingi
av farnu øld, køki og goml-
um kamari. Á framsýning-
ini eru bæði fornlutir og
myndir. Lutirnir, sum eru at
síggja, eru eitt nú amboð,
brúkslutir
og
innbúgv.
Nógvu gomlu myndirnar
lýsa dagliga yrki, bæði á
sjógvi og landi.
Bygdasavnið Forni er
avgjørt eina vitjan vert. Op-
ið er bæði leygardagin og
sunnudagin á Eystanstevnu
frá klokkan 15.00 til 19.00.
Eingin gjøgnum-
koyring verður á
stevnuøkinum,
meðan Eystanstevna
er
EYSTANSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Eystanstevnu verða
nakrar broytingar gjørdar í
ferðsluviðurskiftunum í
Saltangará.
Skipanin verður hon, at
frá hóskvøldinum, 11. juni
klokkan 19 til sunnu-
kvøldið, 13. juni klokkan
21, verður eingin gjøg-
numkoyring á stevnuøki-
num. Tað merkir, at Heiða-
vegurin verður stongdur
frá Deild C og út til
Teymavirkið.
Í
tíðini,
meðan hesin parturin av
Heiðavegi verður stongd-
ur, verður ferðslan beind
eftir vegnum á kaiøkinum
hjá Runavíkar Havn.
Meðan stongt er, ber tó
til at koyra til handlarnar,
sum liggja millum Føroya
Banka og Brotið, og til ber
eisini at koyra frá Sjó-
mansheiminum í Runavík
og inn til Teymavirkið í
Saltangará.
Broytt ferðsla
á Eystanstevnu
Á Eystanstevnu verður
ferðslan á einum parti av
Heiðavegi løgd um, soleiðis
at bilarnir verða beindir eftir
vegnum á kaiøkinum hjá
Runavíkar Havn
Slupptíðin
í myndum
og lutum
Hetta er dópskjólin hjá
Rasmusi uppi í Toftum, sum
livdi frá 1863-1933. Mamma
hansara seymaði hann. Helst
varð kjólin ætlaður systir
hansara, Onnu Mariu, sum
varð fødd árið fyri, men
doyði bert ein dag gomul.
Kjólin hevur verið
varðveittur norðuri í Buð í
Hvannasundi, og nógv børn
har eru doypt í honum. Tað
var Lena í Buð, sum í 1996
læt savninum dópskjólan og
greiddi frá honum. Rasmus
var abbi Mariu Jacobsen á
Glyvrum, sum er leiðari á
Forna
Á hvørjum ári skipar Forni fyri minst einari evnisframsýning. Hesaferð lýsir framsýningin - við myndum og lutum - slupptíðina
Tað hevur eydnast bygdasavninum, Forni, at savna hópin av lutum frá gamlari
tíð. Húsið á Glyvrum, sum savnið heldur til í, er innrættað við gamlari stovu,
køki, kamari og handli. Eisini eigur savnið hópin av gomlum myndum og
ættartalvum
Millum mongu forvitnisligu
lutirnar á savninum er hesin
barnavognurin, sum varð
keyptur í Onglandi í 1944.
Um nærum allar lutirnar á
savninum veit Maria
eitthvørt áhugavert og
spennandi at siga
C
M
Y
K
21
20