Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 109 - 11. juni 2004 Nr. 109 - 11. juni 2004 23 Men felagið situr ikki á teirri latu síðuni, hóast ætlaða ment- anarhúsið í kommun- uni dregur út. Felagið tekur lut í Eystan- stevnuni og skipar annars fyri ymiskum mentanarligum til- tøkum gjøgnum árið EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Endurstovnaða Mentanar- húsfelagið í Runavíkar kommunu hevur, síðani vit høvdu Eystanstevnu í fjør, miðvíst arbeitt við málsetn- inginum at byggja eitt mentanarhús í kommununi. Felagið hevur fingið Eyðun Petersen, arkitekt, at gera eina tekning og model av einum komandi mentan- arhúsi í Runavík. – Tað er einki at dylja yvir, at ætlanin hevur verið frammi um at byggja á sama øki, sum Runavíkar skúli skal byggjast á, nevni- liga vestanfyri Løkin í Runavík. Kári Thorsteinsson, for- maður í Mentanarhúsfelag- num, sigur, at nevndin framvegis er í tí støðu, at bíðað verður eftir, at mynd- ugleikarnir taka eina støðu til, hvat skal henda við øki- num við Løkin. – Sum støðan er, hava vit eina ætlan, sum vit kunna byggja víðari á, har ein tekning og eitt model eru til taks. Hesum ætla vit at ar- beiða víðari við. Hann vísir á, at Mentan- arhúsfelagið hevur gjøg- num árið og millum Eyst- anstevnurnar skipað fyri fleiri mentanartiltøkum, eitt nú fyrilestrum og øðr- um, men undirtøkan frá fólkinum hevur tíverri ikki verið serliga stór – og ógvuliga fá fólk hava verið til hesi tiltøk. – Og tó. Okkurt tiltak hevur eydnast væl, ikki minst konsertin við 17 sangarum og Suð, har eini 150 fólk møttu. Kári heldur, at fara fólk at taka eins væl undir við einum slíkum tiltaki fram- yvir, er einki at ivast í, at felagið hevur tørv á størri og betri egnaðum hølum. – Tað er einki yvir at dylja, at okkum veruliga vanta hølir til slík tiltøk, sum tykjast at hava stóran áhuga millum fólk, sigur Kári. Tekur lut Aftur í ár er Mentanarhús- felagið ein partur av teim- um tiltøkum, sum skipað verður fyri á Eystanstevnu. – Vit vóru við fyri aðru ferð í fjør og høvdu fleiri góð tiltøk við, sum ikki hava verið partur av stevn- unum áður. Hann vísir á, at Mentan- arhúsfelagið skipaði fyri stórari uttandura konsert á økinum omanfyri Brotið og fyri stevnukabarett í Glyvra skúla. – Stevnukabarettin var stak væl dámd í fjør, og nógv fólk vóru til kabarett- irnar. Aftur í ár verður skipað fyri stevnukabarett og hev- ur ein bólkur arbeitt mið- víst við ætlanini í eina tíð. – Vit hava skilt, at nógv fólk gleða seg til tiltakið aftur í ár, sigur Kári. Sum siður hevur verið í mong ár, endar Eystan- stevnan við kvøldsetu í Ítróttarhøllini í Runavík. Ein bólkur hevur tikið sær av at fáa eina sera spennandi skrá upp at standa. Formaðurin í Mentanar- húsfelagnum væntar, at kvøldsetan aftur í ár verður á einum rættliga høgum støði, har innihaldið bæði verður tónleikur, sangur og skemt. Kvøldsetan vendir sær til ein sera breiðan skara av fólkinum, bæði til gaman og álvara. – Vit vóna, at nógv fólk koma til kvøldsetuna, sum verður í Ítróttarhøllini í Runavík, sunnukvøldið, 12. juni kl. 21. Vit fara í hvussu er at gera okkara til, at hetta verður ein góð kvøldseta, sigur Kári Thorsteinsson, sum vegna Mentanarhúsfe- lagið ynskir øllum eina góða Eystanstevnu. Vilja hava mentanarhús í Runavík Leygarkvøldið, 12. juni kl. 21 verður stór útikonsert við Týr, I am og Høgna Lisberg EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu tvey árini hevur verið skipað fyri uttan- dura poppkonsert á par- keringsøkinum omanfyri handilin, Brotið í Sal- tangará. Ætlanin hjá stig- takarunum er, at kon- sertin skal gerast eitt afturvendandi tiltak. Á konsertini í ár lut- taka bólkarnir, Týr, I am og Høgni Lisberg. Tað er Mentanarhúsfe- lagið, sum skipar fyri. Eydnast er at fáa nakr- ar av allarfremstu tón- leikabólkunum og sang- arum í Føroyum at lut- taka. Týr á heimavølli Á Eystanstevnu spæla Týr á heimavølli. Sein- asta heyst flutti størri parturin av manningini heimaftur til Føroya eftir fleiri ár í útlegd í Keyp- mannahavn. Nú venur Týr í Saltangará, og teir hava júst fingið ein guitarspælara aftrat. Eftir at fleiri góðir menn høvdu roynt seg, valdi bólkurin ein íslendskan víking. Seinasta árið hevur Týr verið víða og spælt til ymisk tiltøk, eitt nú í Ruslandi, Letlandi, No- regi, Póllandi, Danmark og fleiri ferðir í Íslandi. Síðan stóra hittið, Ormurin Langi, hevur bólkurin havt eitt serligt pláss í hjartanum hjá rokkelskandi norðurlend- ingum. Útgávurnar, How Far To Asgaard og Eric The Red eru givnar út í fleiri londum. Á Eystanstevnukon- sertini fara Týr at spæla øll tey kendu løgini, har fleiri teirra hava eyð- kenda føroyska stevið og sum hava gjørt Týr til nakað serstakt føroyskt. I am Síðan gospelbólkurin, I am, varð stovnaður, hev- ur bólkurin verið kendur fyri at gera góðan melo- diøsan rocktónleik við andaligum boðskapi. Bólkurin hevur luttikið á Prix Føroyar fleiri ferðir við góðum úrslitum, og í fjør vann I am føroyska Gospel Prix’ið. I am gav í 1999 út fyrru fløguna, Cast. Á fløguni vóru eitt nú tvey løg, Alla leið og Willy vs. Jesus, sum gjørdist nr. 1 á 15 teimum bestu. Eisini løgini, Friðsæl stund og Believe, hava verið ovast á føroyska listanum. Í fjør kom onnur útgáva hjá I am "xthree.one.four, sum hevur selt sera væl í Føroyum, og sum eisini er givin út í Danmark. Í løtuni fyrireika teir seg til summarkonsertferð í Evropu. Men fyrst verða teir at hoyra á Eystan- stevnu, leygarkvøldið, 12. juni. Høgni Lisberg Høgni Lisberg er kendur sum trummusláari í Clickhaze, men í fjør gav hann út eina solofløgu, Most Beautiful Things, við egnum tekstum og løgum. Fløgan hevur fingið góð ummæli frá altjóða ummælarum. Eisini í Føroyum er fløgan væl móttikin. Atgongumerkini til konsertina kosta 120 krónur. Tey fáast til keyps í Kiosk Vár og í Kunningarstovuni í Sal- tangará. Við dyrnar kost- ar atgongumerkið 150 krónur. Brak í grótbrotinum við Brotið Aftur í ár er Mentanarhúsfelagið ein partur av teimum tiltøkum, sum skipað verður fyri á Eystanstevnu. - Vit vóru við fyri aðru ferð í fjør og høvdu fleiri góð tiltøk við, sum ikki hava verið partur av stevnunum áður, sigur Kári Thorsteinsson, formaður í Mentanarhúsfelagnum, sum vónar, at felagið skjótt fær síni egnu hølir – sítt Mentanarhús í Runavíkar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Tveir av manningini í Týr, Gunnar H. Thomsen og Kári Streymoy Mynd: Vilmund Jacobsen UTTAN ÚR HEIMI Nógvir pengar til hernaðarmál Í fjør vuksu hernaðarútreiðslurnar í heiminum ellivu prosent, soleiðis at londini nýttu 5.850 milliardir krón- ur til hernaðarmál. Sambært svenska granskingarstovninum SIPRI var tað serliga tann amerikanski bardagin ímóti yvirgangi, sum fekk hernaðarútreiðslurnar at veksa so nógv í fjør. Stovnurin sigur eisini, at USA stendur fyri næstan helminginum av heimsins hernaðarútreiðslum. Í dag brúkar USA líka nógvar pengar til hernaðarmál, sum landið brúkti í áttatiárunum, í Korea-krígnum og í Vietnam-krígnum. Síðani atsóknirnar at USA 11. september í 2001 eru útreiðslurnar til hernaðarmál kring heimin vaksnar 18 prosent. Hetta er beint tað øvugta av tí, sum hendi í nítiárunum, tí tá minkaðu hernaðarútreiðslurnar aftan á tað kalda kríggið, skrivar SIPRI í einari frágreiðing. Statoil gjørdi kvetti Almenna norska oljufelagið Statoil fekk væl burturúr, tá norska olju- og orkumálaráðið lutaði nýggjar leiting- arleiðir út fyrr í vikuni. Av teimum 16 leitingarloyvun- um, sum vórðu útlutað, fekk Statoil tey fýra, og har- afturat er felagið við í fimm øðrum loyvum saman við øðrum feløgum. Myndugleikarnir høvdu boðið 90 leitingarleiðir út, men oljufeløgini høvdu bara áhuga í 50 teirra. Kortini er Einar Steensnæs, oljumálaráðharri, væl nøgdur við áhugan fyri tí átjanda útbjóðingarumfarinum, sum er tað størsta, síðani norðmenn fóru undir oljuleiting í sekstiárunum. Eydnast leitingin á teimum nýggju leið- unum væl, kunnu feløgini finna meiri enn hundrað nýggjar brunnar, sigur Einar Steensnæs. Gjørdi Statoil kvetti, fekk norski staturin eisini væl burtur úr hesum útbjóðingarumfarinum. Staturin eigur 82 prosent av Statoil, og hann eigur eisini 42 prosent av Norsk Hydro, sum fekk tvey leitingarloyvi, og sum harafturat er við í tveimum øðrum loyvum. Vil ikki gjalda Herfyri gjørdi ES-nevndin av, at amerikanska fyritøkan Microsoft skal gjalda smáar fýra milliardir krónur í bót fyri at hava misnýtt sína støðu á marknaðinum. Men Microsoft hevur ongan hug at gjalda, og í gjár kunngjørdi formaðurin í felagnum, Bill Gates, at fel- agið hevur gjørt av at leggja málið fyri dómsvaldið hjá ES. Evropasamveldið hevur í seinastuni lagt stóran dent á fría kapping á marknaðinum, og ósemjan við ta stóru amerikonsku fyritøkuna verður roknað sum ein verulig styrkiroynd. Ákæran frá ES kom aftan á eina fimm ára langa kanning, og í Bruxelles verður roknað við, at nú Micro- soft hevur kært avgerðina, ganga í hvussu er eini trý ár, áðrenn tann endaliga avgerðin fellur. "Norway" til sølu Avstralska reiðaríið Star Cruises hevur gjørt av at selja ferðamannaskipið "Norway", sum einaferð var heims- ins størsta skip av sínum slagi. "Norway" er 43 ára gamalt, og tann, sum hevur áhuga og nóg mikið av pengum, kann fáa tað fyri einar 180 milliónir krónur. Men skipið kann ikki sigla, tí motorurin er farin og skal skiftast út. Tí verður roknað við, at skipið fer at kosta tí nýggja eigaranum einar 360 milliónir krónur, skal tað setast aftur í sigling, skrivar Aftenposten. Tað heldur blaðið vera í meira lagi og vísir á, at tað er sera dýrt at reka eitt tílíkt skip í dag. Sambært blaðnum er ein annar møguleiki, at skipið verður umbygt til eitt flótandi hotell. Seinasta árið hevur "Norway" ligið við bryggju í Týsklandi. Skipið sigldi í mong ár í Karibiska Havin- um, men tað er ivasamt, um tað loysir aftur. Sambært Aftenposten vænta tey flestu, at skipið verður upphøgt og selt sum gamalt jarn. Hevði forsetaval verið í USA nú, hevði John Kerry hølvað George W. Bush, forseta av VAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Hevði amerikanska forseta- valið verið nú, hevði USA fingið nýggjan forseta. Tað er úrslitið av einari kanning hjá blaðnum Los Angeles Times. Kanningin vísir, at demokratiska val- evnið John Kerry hevði fingið 51 prosent av atkvøð- unum, og at George W. Bush hevði fingið 44 prosent. Verður tað óhefta val- evnið Ralph Nader tikin við, fær Kerry 48 prosent og Bush 42 prosent. Sambært somu kanning eru 55 prosent av amerik- anarunum misnøgdir við amerikanska politikkin í Irak, og 54 prosent eru mis- nøgd við búskaparpolit- ikkin hjá Bush-stjórnini. Hinvegin halda 51 prosent, at Bush hevur roynst væl sum amerikanskur forseti, tá tað snýr seg um bardagan ímóti yvirgangi. Tað halda 47 prosent ikki. Politiskir eygleiðarar siga við Los Angeles Times, at teir flestu veljararnir tykj- ast vilja hava eina broyting í innanríkispolitikkinum, og at USA eigur at velja eina aðra uttanríkispolit- iska kós. Kerry smyr Bush av Bretski heilsumála- ráðharrin heldur, at tey fátæku hava so lítið at gleðast um. Tí eiga tey at fáa frið at roykja ROYKING Árni Joensen fartekst@mail.dk – Hvat hevur ein 21 ára gomul einsamøll mamma við trimum børnum, sum býr í einum fátækrabýlingi, at gleðast um? Stundum er sigarettin tað einasta, sum kann gleða hana, sigur Peter Reid, sum er heilsu- málaráðharri í Bretlandi. Bretskir roykjarar fegnast um orð hansara, men í teirri politisku andstøðuni er Reid fyri hvøssum atfinn- ingum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ráðharrin hevur elvt til kjak um royking. Hann hevur eina ferð sagt, at royking er ikki tann størsti trupulleikin í teimum fá- tæku býarpørtunum, men at tað er meðalstættin í Bret- landi, sum ger roykingina til tann størsta trupulleikan. Heilsutalsmaðurin hjá teimum konservativu, Andrew Langsley, sigur við BBC, at tað er vónleyst at fylgja við, hvat stjórnin heldur um royking. Sam- stundis sum stjórnin stuðlar felagsskapum, sum stríðast ímóti royking, heldur ráð- harrin í heilsumálum tað vera gott, at summi roykja, sigur hann. Bardagi í tjóðarting- inum í Sri Lanka end- aði við, at tveir ting- menn máttu á sjúkra- hús til viðgerðar SRI LANKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Menn fóru til hendurs, tá umleið 20 tingmenn kring- settu røðarapallin í einari roynd at forða einum munki, sum er limur í and- støðuni, at taka orðið. Tá tingformaðurin, sum eisini er andstøðumaður, royndi at sissa teir illu tingmenn- inar, varð hann tikin av ræði. Í Sri Lanka hevur tingformaðurin ein serligan lut standandi á borðinum sum tekin um vald hansara, men teir illu tingmenninir gjørdu ikki mætari enn at fara avstað við tí. Munkurin, sum skuldi taka orðið, mátti á sjúkra- hús, og ein annar munkur, sum royndi at hjálpa hon- um, mátti eisini í sjúkra- bilin. Sambært einum embæt- ismanni var tað ikki greitt, hvør var farin við tignar- lutinum hjá tingformann- inum. Men luturin má fáast aftur, tí sambært lógini kann tingið ikki halda fund, uttan at tignarluturin er í tingsalinum, skrivar Reut- ers. Tey fátæku skulu hava frið at roykja Tingmenn máttu á sjúkrahús aftan á bardaga Demokraturin John Kerry hevði vunnið greiðan sigur, var forsetaval í USA nú C M Y K 23 22