hósdagur 9. oktober 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
Á Landsbókasavninum hava tey 180.000 pappírsbøkur
at bjóða lænarunum. Og Erhard Jakobsen, landsbólka
vørður heldur ikki, at tær mongu pappírsbøkurnar
liggja á deyðastrá.
Bókasøvnini er langt síðan farin undir at læna út
e-bøkur ókeypis til sínar lánarar. Her í Føroyum er fyri
bils bara talan um útlendskar e-bøkur.
– Tað er onki sum bendir á, at pappírsbókin fer at
hvørva, í hvussu er ikki tey komandi 5-10 árini, hóast
brúkið av e-bókum vinnur alt meira fram, heldur lands
bókavørðurin.
E-bøkur eru ein liður í talgildingini av alt størri parti
av okkara mentanarligu nýtslulutum, bókum, bløðum,
filmum og tónleiki. Í Danmark rokna útgevarar við, at
umleið 25% av øllum seldum bókum um 3-5 ár verða
e-bøkur.
Tøkniligt snildi krevst
Landsbókavørðurin sær nógvar fyrimunir við e-bókini,
men kortini væntar hann ikki, at hon tekur yvir í bræði:
– At e-bókin er talgild merkir, at tú mást brúka ein
e-bókalesara, skalt tú lesa hana. Tað krevst eitt vist
tøkniligt snildi at taka niður e-bøkur og at brúka ein
e-bókalesara, og tað kann styggja onkrar lesarar. Men
e-bókalesarin hevur nógvar eyka funktionalitetir, sum
vanliga bókin ikki hevur.
Erhard Jakobsen vísir á, at tað er ikki so løgið at
fyrimunir eru við e-bókini, tí hon hevur jú pappírsbók
ina sum fyrimynd.
Vónirnar ov bjartar
– E-bókin vigar hinvegin onki, hon tekur onki pláss og
er løtt at miðla, t.d. á netinum. Hon kann takast niður á
tína teldu ella e-bókalesaran nær tað skal vera. Tað er
munandi lættari at leita í tekstinum í e-bókum, og tekst
og myndagóðskan er fult á hædd við um ikki betri enn
í pappírsbókunum. E-bókin er vanliga eisini bíligari at
keypa enn sama bók sum pappírsbók.
– Tað eru tey sum halda, at vónirnar til e-bókina
hava verið eitt sindur ov bjartar. E-bókin er góð í
summum førum, men í øðrum førum ikki so vælegnað
sum pappírsbókin, geldur landsbókavørðurin.
– Pappísrbókina kanst tú hinvegin hava við tær alla
staðnis, hon tolir nógv av og krevur ongan streym.
Pappírsbókin er tó ein gamal, tøkniliga einfaldur,
men funktionelt sera framkomin miðil. Pappírsbókin
er ítøkilig, og umframt lesiupplivingina, hevur tú eisini
eina visuella og taktila uppliving av bókini.
– Pappírsbókina vigar, men tú sært beinleiðis,
hvussu stór ella tjúkk bókin er, hvussu langt tú ert
komin at lesa, og tú kanst geva tær betri stundir at
kanna og njóta myndirnar, tá ið tær eru í bókini.
Bókahyllin er statustekin
Millum tey, sum ikki stúra fyri bókini, stingur kortini
ein ivi seg upp, tá hugsað verður um yngru ættarliðini.
– Hjá nógvum okkara meira tilkomnu er ein væl
fylt bókahyll ofta eitt statussymbol, eitt tekin um at tú
ert lærdur og mentaður. Men tað verður ringt at vera
bókaelskari ella bibliofilur, tá alt eru e-bøkur. Og ein
dag endar pappírsbókin uttan iva sum ein lutur á onkr
um fornminnissavni, heldur landsbókavørðurin, sigur
Erhard Jakobsen.
– Tað er væl hugsandi, at uppvaksandi ættarliðið,
børn og ung, sum brúka smáu farteldurnar, fara at
halda bøkur vera nakað fornar. Spurningurin er eisini,
um tey í heila tikið fara at lesa bøkur, tað verið seg
pappírs- ella e-bøkur. Helst eru tað aðrar upplivingar
enn lesiupplivingar, sum uppvaksandi ættarliðið fer at
leggja dent á. Og eisini tað er spell.
Talgildar skúlabøkur
– Unga ættarliðið fer heilt vist at velja e-bókina.
Nógv teirra eru undir útbúgving, og í framtíðini fer
meginparturin av skúlabókunum og pensumbókment
unum bara at vera í talgildum líki.
Tá tað snýr seg um e-bókalesarar viðurkennir
Erhard Jakobsen, at hann hoyrir til eldar ættarliðið
og góðtekur at verða skírdur gammeldags, sum hann
tekur til. Tó so. landsbólkavørðurin hevur roynt seg við
nýggju tøknini:
– Eg havi havt ein Kindle bókalesara í fleiri ár, og
eg havi eisini iPad við bókalesara. Eg havi keypt fleiri
e-bøkur, men má viðganga, at eg havi ikki lisið tær. Eg
lesi nógvar styttri tekstir á teldu, men av onkrari orsøk
hava e-bøkurnar ikki fangað meg. Mær dámar nógv
betur at lesa pappírsbøkur.
Landsbókavørðurin skoytir uppí, at sjálv um hann
ikki lesur e-bøkur, so kennir hann fleiri á sínum aldri,
sum ikki aftra seg at lesa e-bøkur.
–Tey halda tað vera eitt frálíkt nýbrot – og so haldi
eg, at konufólkini eru glaðari fyri e-bókina enn mann
fólkini, sigur Erhard Jakobsen, landsbókavørður.
Øssur Winthereig, Press
ókhandlarin dugur ikki at síggaj fyri
sær, at pappírsbókin hvørvur í bræði. Og
bókhandlarin dugur eisini nógvar grund
gevingar fyri, hví pappírsbókin eigur nógv
góð ár eftir – og ikki minst, hví hon hevur
uppiborið nógv góð ár afutrat.
Men í USA er hóttanin móti pappírsbókini
veruleiki. Stóri internet-portalurin Amazon setur seg
á bæði forløg og útbreiðslu. Enn er hetta ikki hent í
øðrum londum, men amerikanska gongdin plagar at
smitta.
Lúnska hóttanin móti pappirsbókin kemur frá
e-bókunum. E-bókin, sum ikki er nøkur bók, men bara
er tekstur í talgildum formi. Men skalt tú sleppa fram
at tekstinum, so krevst eitthvørt tól at lesa e-bøkur
við – ein e-bókalesari.
Hóttanin er ikki bara móti pappírinum, men eisini
móti bransjuni. Í USA verður bransjan meiri og meiri
stýrd av Amazon.
Tað stóra Amazon
Tann álvsama talgilda hóttanin móti pappírsbókini
kemur uttanifrá. Frá stóru forløgunum.
Amazon er bókhandil á internetinum, sum selur
bøkur kring allan heim. Í fyrtsa lagi – fyri umleið 10
árum síðani – var bert talan um pappírsbøkur.
Í 2007 gjørdi Amazon sín egna e-bókalesarar –
Kindle. Kindle er eitt tól við einum serligum skíggja,
har til ber at taka e-bøkur niður og lesa tær – eisini
har sólin skínur, sigst.
Í fyrsta lagi bar bara til at keypa e-bøkur frá Ama
zon, men nú ber til at keypa e-bøkur aðrastaðni og
– við eitt sindur av tøkniligum snildi - flyta tær inn á
Kindle og lesa tær har.
Í 2011 boðaði Amazon frá, at e-bókasølan´seinast í
2010 yvirhálaði søluna av pappírsbókum í USA.
Kortini eru atfinningar móti Amazon. Summi al
tjóða forløg halda, at Amazon – sum heimsins størsti
bókhandil – bendir søluna inn á eitt serligt útval, ið
Í ensktalandi londunum vinnur e-bókin skjótt fram, men
aðrastaðni eiga bæði forløgini og pappírsbókin nøkur
ár eftir. Í USA hóttir internet bókhandilin Amazon
gomlu ketuna: rithøvundur-forlag-bókhandlari.
B
Næstu 5-10 árini hava vit pappírsbókina
Smart og
idiotiskt
at lesa
e-bøkur
Landsbókavørðurin:
Rithøvundurin:
Oddvør Johansen, rithøvurndur, vil als ikki kenn
ast við e-bøkur, men stúrir samstundis fyri, at
unga ættarliðið sleppur pappírsbókini.
– Vandin við e-bókum er, at fólk siga seg
troyttast av at lesa á skermi – hvussu góður hann
annars er. Hann er á ein hátt eitt surrogat, sigur
Oddvør Johansen.
– Øll forløg vilja hava handrit á pappíri at lesa
– tað er tankavekjandi. Heilt einfalt haldi eg papp
írsbókina vera nógv meira sjarmerandi at hava við
at gera, sigur Oddvør Johansen.
Hon er sjálv avgjørd og kundi ikki funnið uppá
at havt e-bókalesara
– Tað er fyri mær bara nakað smart og idiotiskt.
Men eins avgjørd hon er um seg sjálva, so sær
hon kortini vandarnar fyri framman:
– Tað skuldi ikki undrað meg, um unga ættar
liðið velur ongar pappírsbøkur at hava. Tað unga
ættarliðið hevur ringt við at hugsavna seg, vilja
granskarar vera við.
– Eg havi havt ein Kindle
bókalesara í fleiri ár, og eg
havi eisini iPad við bókalesara.
Eg havi keypt fleiri e-bøkur,
men má viðganga, at eg havi
ikki lisið tær, sigur Erhard
Jakobsen, landsbókavørður
hóttir ikki
E-bókin