hósdagur 9. oktober 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
Friðurin við eini pappírsbók
Eg hevði valt e-bókina
Bókahandlarin:
Grækaris D. Magnussen:
Tú hevur so góðan frið við eini bók – eingin
bleiktran. Tú skal ikki hava nakað tól tókt, einki
battarí ella eina teldu.
Hetta sigur Kári Árting, Rit og Rák, sum ikki er í
iva um allar fyrimunirnar við pappírsbókini.
– Fyrimunirnir við eini bók eru eisini, at tú
kennir grafiska landslagið aftur í eini bók og kann
peila teg inn, hvar uppýsingarnir eru at finna.
Kári Árting ivast í um e-bøkurnar ella bíligu
bøkurnar frá stóru bókhandlunum hava havt við
sær, at vit lesa meiri.
– Kanska lesa vit fleiri stuttar tekstir á telduni,
sum fólk taka niður, sigur bókhandlarin.
Kanska meiri sexut
Men Kári Árting heldur ikki, at e-bókin í løtuni er ein
beinleiðis hóttan móti bókstavunum á pappírinum.
– E-bókin er bílig og har er einki millumlið millum
lesaran og seljaran. Tað er eitt klikk, so hevur tú
bókina. Ja kanska er E-bókin meiri sexut. Men í Evropa
er undir 2 % av øllum seldum bókum e-bøkur. Í USA
lótu fleiri bókhandlar aftur fyri einum tveimum árum,
tí e-bøkurin vunnu so nógv fram, men eg haldi, at tað
er steðgað aftur.
Stuðla lokaløkjunum
Kári Arting roynir eisini at seta e-bókasøluna hjá
altjóða bókhandlunum í eitt globalt høpi.
– Eg veit um fólk, sum tilvitað vilja keypa bøkur í
nærumhvørvinum, tí tey á tann hátt stuðla har. Stóru
handlarnir, sum eitt nú Amazon, lata einki til lokaløkini
– hvørki lønir ella arbeiðsfólk.
Bókhandlarin heldur, at tá vit hugsa um læring, so
minnast vit betri, tá sum er lisið á pappíri.
– Eg havi skilt, at tað, sum vit lesa á pappíri verður
goymt aðrarstaðni í heilanum enn tað sum vit lesa á
skíggja. Hetta sigst gera mun, tá vit skulu minnast, tað
vit hava lisið, sigur Kári Árting, sum tó viðgongur, at
eisini hann kann koma í tankar um bøkur, sum helst
hava sagt papírinum farvæl.
– Summar bøkur egna seg sjálvandi betri sum
e-bøkur ella talgildar. Hugsar tú um telefonbøkur ella
orðabøkur, ja so liggur framtíðin ikki í pappírsbókum.
– Pappírsbókin hevur lív lagað nakað langt
fram í tíðina. Nøkur áratíggjund, trúgvi eg. Men
pappírsbøkurnar verða færri og færri við árunum.
So hvørt, unga ættarliðið, tey, sum í dag eru um 25
ára aldur og yngri, taka yvir, fækkast bøkurnar, sigur
Grækaris Djurhuus Magnussen, sum í fleiri ár hevur
lisið e-bøkur á sínum Kindle-lesara.
Í dag lesur hann umleið tveir triðingar av øllum
bókum á e-bókalesara.
– Tað natúrligt, at pappírsbøkurnar fara at fækkast,
nú teldurnar vinna so nógv fram. Um tær nakrantíð
doyggja heilt út, ivist eg í. Men eina ferð, kanska um
eini 30 ár, vera tær ógvuliga fáar. Helst verður tað
soleiðis, at bara heilt serlig evni verða givin út sum
pappírsbøkur.
– Altso, bøkurnar fara í heilt stóran mun at fáa somu
lagnu sum tónleikafløgurnar, men tað fer bara at taka
longri tíð.
– Stóri fyrimunurin við pappírsbókum er fyrst og
fremst kenslan av at sita við ein bók í hondunum
(hesa kensluna fara tey yngru at mangla). At kunna
blaða upp á s. 38, 451 o.s.fr. Ein annar fyrimunur eru
undirstrikingar - við gulum t.d. :-) Kenslan av at hyggja
yvir á eina munadygga bókahill við politiskum evnum,
søgu- og mentan, skaldskapi o.s.fr. er heldur ikki at
kimsa at.
– Ein vansi við pappírsbókini er vektin. At ferðast
við millum 5 og 10 bókum í kuffertinum er tungt. Tá
er lítið pláss (fyri vekt) til annað í t.d. flogfarinum.
Pappírsbøkurnar taka eisini pláss í heiminum. Og hóast
tú hevu lisið tær bæði eina og tvær ferðir, so hevur tú
ilt við at koyra tær burtur.
– E-bøkurnar eru fyrst og fremst bíligar. Tær
er lættar at taka niður, og úrvalið er ómetaliga
stórt - nógvar ferðir størri enn í sjálvt størstu
bókahandlunum. Tær fylla lítið og onki. Tú kanst
ferðast við einum Kindli t.d., ið vigar 2-300
gramm, men sum hevur pláss fyri túsund til
fimtanhundrað bókum, onkur hevur pláss fyri
meira.
– Eg eri, sum tað ivaleyst skilst, ómetaliga fegin
um mín Kindle. Kortini fari eg framvegis at keypa
bøkur. Men tær verða færri enn higartil.
Umleið tveir triðingar av tí, eg lesi í dag, eru
e-bøkur.
– Samanumtikið: Skuldi eg í dag valt millum
at strika pappírsbókina heilt ella e-bøkurnar, so
eri eg so fegin um e-bøkurnar, at eg hevði strikað
pappírsbókina. Tað haldi eg so beint nú.
fyrst og fremst kemur Amazon til góðar og at prísirnir
eru so lágir, at einki verður eftir til forløg og rithøv
undar.
Amazon hevur eisini síni egnu tilmæli til kundar
nar og hetta hevur við sær, at fyrst og fremst lættar
og skjóttseljandi bøkur standa ovast í listanum.
Rithøvundur-forlag-
bókhandil
Hóttanin frá Amazon er higartil mest at síggja í ensk-
talandi heiminum. Amazon hóttir gomlu ketuna rit-
høvundur-forlag-bókhandlari. Amazon hevur sítt egna
forlag og selur bøkurnar. Tað merkir, at rithøvundar hava
beinleiðis samband við Amazon, sum stiur við stýrisvøl.
Fleiri bókhandlar hava stongt í USA, tí Amazon
situr so tungt á marknaðinum. Amazon selur
fyrst bíligar e-bøkur og um tað loysir seg, so koma
pappírsbøkur til tey, sum vilja hava pappír.
Í danska blaðnum Information verður Paul Aiken,
stjóri í amerikanska rithøvundafelagnum endurgivin
fyri at siga: ”Eg kann bara siga við øllum lond, har
støðan ikki er so ring sum í USA. Hyggið eftir, hvat
hendir í USA og gerið so tað øvugta!”
Syndarlig søla av e-bókum
Forlagið Sprotin hevur eitt sera stórt úrval av
e-bókum við síðuna av øllum pappírsútgávunum.
Pappírsbøkurnar verða bílagdar og koma við
postinum. E-bøkurnar verða tiknar niður á telduna og
flutttar í okkurt slag av e-bókalesara.
– Vit selja syndarliga lítið av e-bókum, so eg tori
einki at siga um, hvussu føroyski marknaðurin er,
sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum.
Sprotin legði fyrstu E-bøkurnar úr fyri trimum
árum síðani. Tann allarfyrsta var – reint symbolskt
– Bábilstornið eftir Regin í Líð. Tað varð gjørt fyri
at fagna slóðaranum, sum skrivaði okkum fyrstu
skaldsøguna í 1909.
–Undir liðini á I-paddinum stóð ein innbundin
útgáva av Bábilstorninum frá 1909, sum vísti okkum
á tøkniligu broytingarnar seinastu øldina. Stavirnir í
Bábelstorninum, sum í síni tíð vórðu settir við hond,
og sum tungar pressur trýstu inn á pappírið við
blýggi, eru nú talgildir. Gráliga, slitna perman er skift
út við ein e-bókalesara. Broytingin er næstan ófatilig,
skrivaði Sprotin, tá fyrstu e-bøkurnar hjá forlagnum
vóru tøkar.
Læna e-bøkur
Á Býarbókasavninum í Havn hava tey síðani 1. apríl í ár
í samstarvi við donsk bókasøvn bjóða lánarum at læna
e-bøkur. Lán av e-bókum verður gjørt umvegis telduna
og talgildi teksturin er virkin í ein mánað.
Sjálvandi ber illa til at meta markaðin út frá
so stuttum tíðarskeiði. Síðani 1. apríl í ár hevur
Býarbókasavnið í Havn lánt í alt 158 e-bøkur. Í alt eru
tað 56 lænarar, sum hava lánt hesar e-bøkur – altso í
miðal 3 bøkur í part.
bara pappírið