hósdagur 9. oktober 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
10
kviss
Lista
Inger Smærup Sørensen
1 Hetta er Tórbjørn Jacobsen, men tað
er ikki ein sjálvsmynd. Listafólkið, sum
hevur gjørt vangamyndina arbeiðir við
nútiðar tulkingum av klassisku siðvenjuni
og klassisku krøvunum um at alt skal
vera anatomiskt rætt, og at javnvág og
friður skulu valda. Hvør er listafólkið?
3 Listafólkið, sum
hevur gjørt hetta
verkið hevur arbeitt
við fleiri ymiskum
úttrykkum og
listarligum greinum
í síni list. Her er tað
eitt slag av málaðum
kollasjum. Hvussu
eitur listafólkið?
2 Listafólkið sum hevur gjørt hetta
verkið, hevur arbeitt við litunum úr
nátturúni í fleiri ár. Hann hevur savnað
sær litevni úr ymiskum grótsløgum og
gjørt hesi litevni til máling. Hvussu eitur
hann?
4 Listafólkið, sum hevur gjørt hetta verkið dugir
serliga væl at skapa óvæntað samsvar millum tilfar
og motiv, og at seta siðbundin listasløg inn í ein
nýggjan samanhang. Hvør er listafólkið?ð?
5 Motivið hevur onga skyld, heldur listafólkið, sum
hevur málað hetta listaverkið. Tað er myndin, sum
hevur týdning, evnið er hevur ongan. Tað snýr seg
altso um, hvussu mann málar, ikki hvat. Men hvør
hevur málað hetta?
6 Tann óendeliga kvirran og óendaligi tóm
leikin er í brennideplinum í hesum abstrakta
listaverki. Hvussu eitur listafólkið?
7 Verkini hjá hesum listafólki eru lívsjátt
andi, skeiv og stuttlig, tremur við listarligari
gleði og lívi. Hvussu eitur listafólkið?
8 Í hesum verki tykist sum um at skap og
litir hvørki hava mørk, kós, byrjan ella enda.
Men hvør hevur málað?
9 Verkini hjá hesum listafólki hava tey serligu
evni, at tey gera okkum máttleys á ein vakran,
djúpan, inniligan og ongantíð patetiskan hátt.
Hvussu eitur listafólkið?
10 Listafólkið vísur okkum, at megin í einum
málningi er í litinum; styrkin í litunum, tað við
kvæma í litinum og í teimum pinkalítlu skiftinum
millum litir. Hvussu eitur listafólkið?
Royn listakvissina og bergtak tíni nærmastu við
tíni vitan um list. Og vitanin skal vera stór, tí
tú fært bara ein lítlan úrskurð av eina mynd
av einum listaverki og so er at gita. Tað ber
eisini til at snýta og finna svarini á siðu 23.