Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 10. oktober 2014 H ann letur hvítu málingina dryppa spakuliga frá penslinum niður í bytt­ una, rættir seg upp og heldur fram at mála langa stovuveggin. Nýggi háskúla­ stjórin, 37 ára gamli Annfinnur Heine­sen, er í ferð við at gera íbúðina, sum hoyrir til skúlan, í stand. Sum háskúlastjóri hevur hann bústaðarskyldu, og tað merkir, at fram­yvir skulu hann, konan og børnini búgva á hans­ara arb­ eiðs­plássi. Men tað órógvar ikki nýggja skúla­stjóran. – Eg elski menniskju og havi tað fínt við, at mín privata hurð skal verða opin fyri næmingunum alt døgnið. Eg havi gjørt mær púra greitt, at frá nú av verður mítt arbeiði eisini ein stórur partur av mínum lívi – okkara børn fara at renna her á grasplenuni millum næmingar og lærarar, vit fara at eta saman við næmingunum, út at ferðast saman við teimum og onkra náttina má eg nokk upp, tí onkur firtin granni ringir og klagar um ov nógvan larm. Í framhaldi av háskúlarørsluni Ungi háskúlastjórin smílist. Tað er týðiligt, at hann gleðir seg til at koma í gongd í nýggja starvinum. Og tað er á ongan hátt av tilvild, at hann søkti júst starvið sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Uppá fleiri mátar kennir hann tað, sum at hann gongur í beinleiðis framhaldi av gomlu há­skúla­ rørsl­uni, sum Símun av Skarði og Rasmus Rasmus­ sen gingu á odda fyri. Serliga eru tað tank­arnir um fólka­upp­lýsing, fólkaræði, tjóðar­bygg­ing og per­són­ liga menning, sum dámar honum. Hann vísir inn í upp­runaligu skúlastovuna á Háskúlanum, sum er varðveitt í heilum líki, og sær eitt sindur hugs­un­ar­ samur út. – Fyri meg er tað púra eyðsæð, at tú mást vita, hvar og hvørjum tú kemur frá, fyri at vita hvør tú ert og hvagar tú ert á veg. Tað hevur onki við heim­ føðisligheit og avmarkandi tjóðskaparhugsan at gera. Tvørt­ur­ímóti, so má fyrsta treytin fyri at tú verður eitt modernað, mentað menniskja verða, at tú hevur fast undir fótum. Annars koppar tú. Og serliga ung menn­iskju nú á døgum kunnu lætt koppa av øllum, sum floymir inn yvir tey, sigur Annfinnur og tekur aktu­ella grindastríðið sum dømi. – Hvørji eru vit? Skulu vit definera tað av nýggj­ um, bara tí onkur annar kemur og sigur, at vit ikki skulu drepa grind? Tað kann væl verða, men so skal tað vera, tí vit sjálvi hava tikið tann definiti­óns­ kampin upp heima hjá okkum sjálvum, sigur Ann­finn­ ur avgjørdur. Hann er skjótur at leggja afturat, at hetta skal ikki skilj­ast sum at alt, sum kemur uttanífrá, er av tí ónda. Spurn­ingurin er bara, hvussu man kann læra tey ungu sjálvi at velja, hvat er gott og hvat er minni gott, hvat vit skulu taka til okkum, hvat vit skulu tulka av nýggj­um, so tað hóskar til ein føroyskan samanhang og hvat vit skulu lata fara framvið, tí tað hvørki er gott ella gagnligt. – Tað er eisini uppá tann mátan, eg meini, at ment­ an og tað tjóðskaparliga hevur ein týdn­ing­ar­miklan leik­lut at spæla, bæði persónliga og sam­felags­liga. Pláss fyri øllum Fyrsta uppgávan hjá nýggja háskúlastjóranum var at taka ímóti næmingunum, sum skulu ganga á so­ nevnda langa heyst­skeiðnum, sum varir frá sept­ ember til des­ember og er bulurin í virkseminum á Há­skúl­anum. Ongar upp­tøkutreytir eru, øll eru væl­ kom­in og úrslitið er tí oftast ein væl blandaður flokkur av næmingum við sera ymiskari bakgrund. – Ymiskleikin hevur so ómetaliga stóran týdning, tí hann er fortreytin fyri fólkaræðinum. Bestu kjakini fært tú, tá fólk við ymsum meiningum og førningi møt­ast og geva sítt íkast. Her koma næmingarnir at læra at taka lut í einum orðaskifti, at taka nakað nýtt til sín og samstundis brúka sín kritiska sans at fáa inn­lit í samfelagið, soleiðis at tey eisini kunnu brúka sína atkvøðu og sítt vald sum upplýstir borgarar, sig­ ur Annfinnur. Hesa seinastu tíðina hevur hann eisini havt stund­ ir til at hugsa um, hvat slag av skúlastjóra hann fegin vil verða. – Eg vóni, at eg havi dirvi og hjartarúm til at taka støði í næmingunum sjálvum, at møta teimum júst har, sum tey eru í sínum lívi og á tann hátt verða við til at menna tey sum heil menniskju. Hatta ljóðar sum ein klisjé, eg veit, men okkara samfelag er alt ov hart við síni menniskju og setur alt ov hørð, einstáttað krøv til karakterir og ECTS stig og hvat veit eg. Tað er eitt øgiligt trýst, sum verður lagt á tey ungu um at vita frá byrjan, hvat tey vilja og støðugt at skula prógva sítt virði fyri at sleppa víðari. Í so máta er Føroya Fólkaháskúli nakað heilt serligt í mun til allar aðrar skúlar, sigur Annfinnur avgjørdur. Hann leggur afturat, at á háskúlanum skulu næm­ Anna Ellingsgaard Okkara samfelag er alt ov hart við sini menniskju. Tað heldur nýggi háskúlastjórin, sum gleðir seg til at geva næmingunum eitt frírúm, har tey frítt kunnu veksa sum heil menniskju og ikki bara sum effektiv, kappingarfør arbeiðsmegi Eg elski menniskju Okkara samfelagskjak er alt ov nógv merkt av, at tað er ein lítil elita av politikarum, vinnulívsfólki og fjølmiðlum, sum seta dagsskránna. Vit hava brúk fyri at hoyra meiningarnar hjá okkum øllum, sigur nýggi háskúlastjórin