Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 10. oktober 2014 ingarnir fáa eitt frírúm til at hugsa um lívið, finna seg sjálv­an og leggja ætlanir fyri framtíðina. Tey kunnu takast við ymiskt skapandi, gera tað, tey hava hug til, so tey kunnu mennast bæði andaliga og handaliga. Her sleppa tey eisini at møta menniskjum, sum eru heilt øðrvísi, enn tey sjálvi, menniskjum sum tey kanska annars aldrin høvdu møtt. Annfinnur er fullgreiður yvir, at samfelagið heldur ikki uppat við at seta náðileys krøv og at fyrr ella seinni verða tey ungu eisini noydd at taka við tí avbjóð­ing­ini. – Men tá hava tey vónandi fingið so mikið av mót­støðu­føri og sjálvsáliti, at tey eru væl brynj­að til at møta veruleikanum ella eini aðrari útbúgv­ingar­ skipan uttan at verða tikin av fótum. Eg havi í øllum før­um onga ambitión um, at tey øll til dømis skulu duga somu kulturkanon uttanat, tá tey fara útaftur. Kann eg hinvegin verða við til at menna tey sum heil menn­iskju og sum samfelagsborgarar og harafturat geva teimum eina uppliving, sum tey fara at minnast alt lívið, so eri eg meir enn fegin. Sjónligur skúli Nýggi skúlastjórin er greiður yvir, at Háskúlin ikki hev­ur verið serliga sjónligur í almenna rúminum seinnu árini. Hesum hevur hann í grundini heldur ikki so ilt av, tí skúlin netupp eisini skal verða eitt frírúm, har næmingarnir skulu fáa frið til at finna seg sjálvan. Hin­vegin, so vil Annfinnur fegin, at skúlin kann fáa ein meir aktivan leiklut í føroyska samfelagnum. Og hann hevur longu fleiri hugskot. – Eg kundi gott hugsa mær, at háskúlin í størri mun verð­ur ein nýggjur pallur fyri vitan við kjakfundum, fólka­universiteti og slíkum, har vísundin kemur á eitt støði, har øll skilja og kunnu koma til orðanna. Okkara sam­felags­kjak er alt ov nógv merkt av, at tað er ein lítil elita av politikarum, vinnulívsfólki og fjølmiðlum, sum seta dagsskránna. Vit hava brúk fyri at hoyra mein­ing­ar­nar hjá okkum øllum, og tað vóni eg, at skúlin kann gerast ein karmur um. Eitt nú kundi nýggi stjórin hugsa sær at skipa fyri evnis­døgum um til dømis grindadráp, týdningin av list í okkara samfelag, altjóða politikki ella til dømis um ójavna býtið í heiminum. Hartil sær hann eisini eina røð av nýggjum skeið­ um fyri sær, sum hava til endamál at gera fólk meir sjálv­bjargin í húsarhaldinum – til dømis skeið í at gera eina eplaveltu og dyrka grønmeti, matmentan, endurnýtslu, fletta, skera grind upp o.s.fr – Hatta ljóðar kanska eitt sindur gamaldags, men at leita aftur til røturnar og tað gamla er faktiskt nakað av tí mest modernaða, vit síggja í londunum kring okkum. Tankin er so sjálvandi at nýtulka tað siðbundna onkursvegna, so fleiri føroyingar kenna eina nýggja gleði við tað góða gamla. Men lat okkum nú síggja, hetta eru alt dreymar, tí beint nú havi eg bara hug til at kasta meg út í alt, sum kann fáa skúlan at vaksa og blóma. Kanska eitt lívsstarv Ungi háskúlastjórin kann væl imynda sær, at starvið kann gerast hansara lívsstarv. Beint nú dugir hann í øll­um førum illa at ímynda sær, hvar hann hevði rigg­ að betri. Og starvslýsingin hóskaði eisini sum fótur í hosu til júst sín, heldur hann. – Eg eri útbúgvin sjónleikari og stjórn­mála­frøð­ing­ ur, so eg havi bæði tann listarliga og tann samfelags­ liga partin við mær. Eg eri ómetaliga sosialur, og havi nógvar royndir við verkætlanum, har tú skalt arbeiða saman við nógvum ymiskum fólkum. So heilt erligt, so haldi eg ikki, at eg hevði riggað betri nakra aðra staðni beint nú... Annfinnur viðgongur eisini, at tá hann søkti starv­ ið, var tað eisini, tí hann hevðu brúk fyri at fáa frið til at savna seg um eina langtíðar uppgávu, sum eisini gevur honum og familjuni meir fastar karmar. – Í øgiliga langa tíð havi eg livað frá uppgávu til upp­gávu, har eg havi verið noyddur til at siga ja til alt og ongantíð havi havt ráð til at lata vera við at taka telefonina. Tað verður ov møðsamt í longdini og tá man so hevur fingið familju eisini, er tað ikki so gal­ið at vita, at man eisini hevur eina inntøku aftaná summ­ar­frítíðina. Sjálvt um starvið sum háskúlastjóri gevur møgu­ leika fyri einum meir støðugum lívi, so er Annfinnur feg­in um, at tað ikki er eitt starv frá 8 til 17, tí tað hev­ ur hann ongantíð trivist við. Í sama andadrátti við­ gongur hann, at hansara veikleiki er, at hann hevur lyndi til at taka sítt arbeiði við sær til hús, onkuntíð til stóran ampa fyri síni nærmastu. Men er hann so ikki í ferð við at ganga seg beint út av, netupp í einum starvi sum háskúlastjóri? – Jú, kanska. Men so má eg bara læra meg at flyta míni mørk millum privatlív og arbeiði eitt sindur. Tað skal eg nokk fáa at bera til, tí beint nú er hetta tað eg vil av fullum hjarta. Og eg fái eisini góðan stuðul frá góð­um fólkum, so man tað ikki fara at ganga? Eg vóni, at eg havi dirvi og hjartarúm til at taka støði í næmingunum sjálvum, at møta teimum júst har, sum tey eru í sínum lívi, og á tann hátt verða við til at menna tey sum heil menniskju, sigur Annfinnur Heinesen, nýggi stjórin á Føroya Fólkaháskúla Beint nú dugir Annfinnur Heinesen illa at ímynda sær, at hann hevði riggað betri nakra aðra staðni enn júst sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Starvið hóskar honum sum fótur í hosu